Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-02-20, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. februar 2020síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 21. FEBRUAR 2020 SOSIALURIN 22 5 STEINAR PATURSSON T rý fólk skulu mána­ dag­in fyri Føroya rætt, har tey eru ákærd fyri neyðtøku og blygdanarskemd. Samanlagt er talan um 33 tilburðir av lógar­ brotum av ymsum slag. Tey ákærdu eru tveir 29 ára gamlir menn og ein 25 ára gomul kvinna. Annar maðurin er ákærd­ur í 32 tilburðum, meðan hini bæði eru ákærd í trimum til­burðum. Tey eru øll ákærd fyri í 2016 í felag at hava fingið eina 17 ára gamla gentu at drekka rús­ drekka og taka ritalin fyri síðani at fáa hana at nøkta øllum trim­ um seksuelt. Talan er um tveir tilburðir í ákæruritinum, har annar av monnunum er ákærdur fyri at saman við hinum báðum at fáa gentuna ávirkaða av rús­ drekka og ritalin við tí fyri eyga at gera seg inn á hana, og har tað eydnaðist at fáa gentuna at nøkta øðrum manninum kyns­ liga. Í seinna tilburðinum eru hini bæði ákærd fyri á sama hátt at fáa gentuna ávirkaða við tí fyri eyga at gera seg inn á hana, og har tað eydnaðist teimum at fáa gentuna at nøkta teimum kyns­liga, meðan fyrri maðurin hugdi at. Í ákæruritinum stendur, at 17 ára gamla gentan var ikki før fyri at seta seg ímóti áganginum orsakað av rúsdrekka og ritalin­ in. Maðurin, sum er ákærdur í 32 tilburðum, er umframt neyð­tøku­málið eisini ákærdur fyri eina aðra neyðtøku í 2017, har hann sambært ákæranum hevði gjørt seg inn á eina gentu, meðan hon ikki var før fyri at seta seg ímóti, bæði tí hon var rættiliga ávirkað av rúsdrekka, men eisini tí hon svav. 17 tilburðir av blygdanarskemd Hann er ákærdur fyri í 17 førum at hava framt blygdanarskemd um­vegis appuna Snapchat, har hann hevði sent ónærisligar myndir og video av sær sjálvum til ymsar gentur niður í 13 ára ald­ur. Maðurin er í fýra førum ákærdur fyri at hava roynt at keypt seg til samlegu við yms­ um teirra, har eitt av førunum var við gentu undir 15 ár. Upp­ hæddir­nar, ið maðurin bjóðaði fyri kyns­liga sambandið, vóru heilt upp í 60.000 krónur. Maðurin er eisini ákærdur fyri at hava fingið videoupptøku um­vegis Snapchat frá 13 ára gamlari gentu við seksuellum inni­haldi, og tí er maðurin eisini ákærdur fyri at hava barna­ porno um hendi. Í trimum tilburðum er mað­ ur­in ákærdur fyri at hava roynt at ogna sær barnapornografiskt tilfar, har hann millum annað hevði skrivað til eina 14 ára gamla gentu á Snapchat og bjóðað henni 3.400 krónur fyri at senda sær pornografiskt tilfar av sær sjálvari. Hetta eydnaðist ikki, tí at gentan noktaði. Hevði eina riflu Eisini er maðurin ákærdur fyri tvey brot á vápnalógina. Í øðrum til­burðinum er hann ákærdur fyri at hava springknív, sum er ólóg­ligur í Føroyum. Í hinum til­burðinum er hann ákærdur fyri at hava eina riflu í kalibur 7.62mm umframt 200 patrónur til rifluna. At enda er maðurin ákærdur fyri tvey brot á rús­evnis­lóg­ gávu­na. Í øðrum tilburðinum er mað­urin ákærdur fyri at hava havt stálpípu til at roykja hash við, og í hinum tilburðinum er maðurin ákærdur fyri í 2018 at hava ognað sær ritalin. Hini bæði ákærdu eru eisini ákærd fyri í 2016 at hava havt ókend­ar nøgdir av ritalini um hendi. Rættarmálið byrjar mána­ dag­in, og sambært ákæranum eru seks dagar settir av til málið. EIN KVINNA OG TVEIR MENN ÁKÆRD FYRI NEYÐTØKU OG BLYGDANARSKEMD Seks dagar eru lagdir av til málið, og samanlagt eru 33 tilburðir í ákæruritinum