hósdagur 20. februar 2020síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 21. FEBRUAR 2020
SOSIALURIN 22
6
FRANTS JENSEN
– Tá ið eg kom heim til Føroya,
eftir at hava tikið bachelor í
grønlendskum, hugsaði eg, hvat
eg hevði gjørt. Um tað fóru at
vera nakrir arbeiðsmøguleikar.
Men tað kom so spakuliga, og
nú brúki eg tað mesta av tíðini
til ymiskar uppgávur, sum hava
við tað grønlendska málið at
gera. Eg hevði aldri droymt um,
at eg skuldi fara at gera eina
grønlendsk-føroyska orðabók,
sigur Elin Neshamar.
20.000 orð
Síðsta hálvtannað árið hevur
Elin Neshamar arbeitt við at
gera grønlendska-føroyska
orðabók. Umleið 20.000 orð eru
í orðabókini, og frá septem
ber í 2018 til november í 2019
hevur hon týtt øll orðini. Síðani
er rættlisið, og í dag verður
orðabókin almenn á Sprotanum.
Framløga er í Grønlendinga
húsinum klokkan 16.
– Eg varð spurd av Sprotanum
at gera orðabókina. Tað var
Jonhard Mikkelsen, sum hevði
nevnt á einum skeiði, at nú
manglaði bara ein grønlendskt-
føroysk orðabók. Hetta hevði
ein vinkona hjá mær hoyrt, og
hon hevði so nevnt fyri honum,
at spyrja meg. Hann setti seg
síðani í samband við meg, og vit
gjørdu avtalu um hetta, sigur
Elin Neshamar.
– Vit fingu rættindini at nýta
grønlendsku-donsku orðabókina
frá Sprogsekretariatet í Grøn
landi, og tað gjørdi arbeiði mun
andi lættari. Eg havi brúkt tann
listan, og síðani sett føroysk orð
inn, sigur Elin Neshamar.
Gera eisini føroysk-
grønlendska orðabók
Nú arbeiðið at gera grønlendsku-
føroysku orðabókina er liðugt,
er Elin Neshamar longu farin
í gongd við næstu stóru upp
gávuna. Tað er at gera eina før
oysk-grønlendska orðabók.
– Tað er ein størri uppgáva.
Bæði tí at har eru nógv fleiri orð,
nevniliga 36.000 orð, umframt at
orðabókin er torførari at arbeiða
við, tí hon hevur nógv dømi, sum
eru á donskum, og skulu skiftast
út við hóskandi føroyskum døm
um, sigur Elin Neshamar.
Eisini í hesum førinum hevur
Sprotin fingið loyvi at nýta
donsk-grønlendsku orðabókina
sum útgangsstøði, og tað ger
arbeiði munandi lættari.
– Eg eri longu byrjað upp á
ta uppgávuna. Fyrst umseti
eg orðini, har tað danska orðið
kann býtast beinleiðis um við
eitt føroyskt. So snýr tað seg um
at skifta tann danska partin út
við føroyskt, sigur orðabókarit
høvundurin.
Ein myta at grønlendskt
er trupult
Tað verður ofta sagt, at tað grøn
lendska málið er sera trupult at
læra, men tað heldur Elin Nes
hamar ikki.
– Mær dámar ikki útsøgnina
”grønlendskt er sera trupult”
– men eg kann ikki siga at tað
ikki er trupult, tað veldst um
sjónarhornið, og hvussu til
gongdin til málið er. Málið er
sera øðrvísi, og um tú ikki nýtir
rætta ”lykilin” til at koma inn í
málið, so verður tað trupult –
tú kanst ikki fara fram á sama
hátt sum um tú skuldi lært teg
franskt ella spanskt ella týskt,
tí tað er sum ein onnur ”teldu
skipan” eitt annað ”forrit”, sigur
Elin Neshamar.
Trý móðurmál
Sjálv hevur Elin Neshamar tann
fyrimun í mun til tey, sum skulu
læra seg grønlendskt sum vaksin,
at hon hevur fingið grønlendskt
inn við móðurmjólkini.
– Eg hava faktiskt trý
móðurmál, føroyskt, grøn
lendskt og danskt. Eg brúkti øll
hesi málini míni barnaár, sigur
Elin Neshamar.
Foreldrini hjá Elini eru bæði
føroyingar. Tey búðu í býnum
Paamiut, sum er grannabýur hjá
Nuuk, men sum tað tó tekur 14
tímar at sigla til.
– Tað búðu umleið 1.800 fólk
í Paamiut, tá ið vit búðu har. Nú
haldi eg, at har búgva umleið
1.500 fólk. Eg eri fødd í Føroyum,
men sum umleið ein mánað
gomul var eg Paamiut. Eg búði
har, til eg var 15 ára gomul, sigur
Elin Neshamar.
Tulkaði í barnaskúlanum
Paamiut er ein býur, har
mest grønlendskt varð nýtt.
Í flokkinum vóru grønlendsk
børn, men eisini nøkur útlendsk
børn.
– Tað vóru nøkur, ið bara
skiltu grønlendskt og onnur,
ið bara skiltu danskt. So vóru
tað eisini tey, sum skiltu bæði
málini. Onkuntíð høvdu vit
danskar lærarar, ið ikki dugdu
grønlendskt. Tá ið tað var
okkurt týðandi, ið skuldi sigast,
so bað lærarin meg ofta umseta
til grønlendskt. Eg haldi tað í
summum førum var skeivt av
læraranum at nýta ein næming
til hetta, men eg lærdi av tí, sigur
Elin Neshamar.
Heima varð tosað føroyskt,
men í skúlanum og í spæli varð
tosað danskt og grønlendskt.
– Mamma arbeiddi sum dag
røktarmamma, og tí vóru ofta
nógv børn inni hjá okkum, og har
Elin Neshamar hevur gjørt eina grønlendsk-
føroysk orðabók. 30 ára gamla klaksvíkskvinnan
er uppvaksin í Grønlandi og hevur lisið
grønlendskt á universitetinum í Nuuk.
Longu í barnaskúlanum varð hon nýtt sum
tulkur, og nú fer nógv av hennara tíð til at
týða og tulka til ella úr grønlendskum
VARÐ NÝTT SUM TULKUR
VARÐ NÝTT SUM TULKUR
Í GRØNLENDSKUM
Í GRØNLENDSKUM LONGU
LONGU
Í BARNASKÚLANUM
Í BARNASKÚLANUM
Eg væntaði ikki, at
tað fóru at vera so
nógvar uppgávur,
men tað hevur víst
seg, at eg havi havt
nógv at gera. Tað
er nógv samstarv
millum Føroyar og
Grønland, og tí er
eisini tørvur á at
týða ymiskt tilfar
til grønlendskt ella
úr grønlendskum