Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-02-20, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. februar 2020síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 21. FEBRUAR 2020 SOSIALURIN 22 7 vórðu nógv mál tosað. Mamma og pápi høvdu eisini lagt seg eftir at læra grønlendskt, og tey lósu søgur fyri okkum á grøn­ lendskum og sungu sangir fyri okkum á grønlendskum, sigur Elin Neshamar. Eisini í frítíðini annars vórðu hennara málsligu førleikar nýtt­ ir. – Mál hava altíð fallið mær lætt, sigur Elin Neshamar. Í skúla í Føroyum Tá ið Elin Neshamar var 15 ára gomul, flutti hon til Føroya at ganga 9. og 10 flokk í skúlanum á Ziskatrøð í Klaksvík. – Mamma og pápi høvdu tos­ að føroyskt við okkum, og at eg sjálv var von at lesa føroyskt, og mær dámdi væl at lesa. Men eg kendi ikki tey ymisku føllini og remsurnar, sum til dømis bát­ ur, bát, báti, báts. Eg dugdi at benda rætt, tá ið eg tosaði. Eg kendi ikki til at skipa føllini í bendingarsniðum – tí tað gjørdu vit ikki á grønlendskum. Men tað lærdi eg so, sigur Elin Nes­ hamar. Besta prógvið í grønlendskum Sum 18 ára gomul flutti Elin Nes­ hamar aftur til Grønlands, har hon fór á miðnámsskúla í Nuuk. Síðani fór hon á universitetið í Nuuk og las grønlendskt. Tað er skipað sum lestur í máli, bókmentum og miðlum. – Sum yngri hugsaði eg at gerast fólkaskúlalærari. Men eg var eisini sera hugtikin og berg­ tikin av grønlendska máli­num, og hevði áhugað at lesa víðari. Tveir grønlendsktlærarar, ið eg hevði á miðnámi, vóru sera góðir, og teir høvdu eisini ávirkan á mína avgerð, sigur hon. Eftir trý ár hevði hon eina bachelor í grønlendskum við einum próvtali á 11,7 eftir nýggju 12 tals skipanini. Hon hevði besta prógvið á holdinum, og hon fekk virðis­løn fyri tað. – Eg hugsaði, um eg skuldi fara at lesa master eisini, men eg kom til tað støðu, at heldur skuldi steðga og fara til Føroyar, sigur hon. Foreldrini og systkin vóru tá flutt aftur til Føroyar. Fríyrkisfólk Komin aftur til Føroya fór hon at kanna, um hon kundi brúka sínar málsligu førleikar. Tað vísti seg skjótt, at hon fekk ymsar uppgávur. Ein av stóru uppgávunum var at týða heima­síðuna hjá Bank Nordik til grønlendskt, og síðani hevur hon gjørt fleiri aðrar týðing­ ar­upp­gávur fyri fyritøkur og onnur. – Eg væntaði ikki, at tað fóru at vera so nógvar uppgávur, men tað hevur víst seg, at eg havi havt nógv at gera. Tað er nógv samstarv millum Før­ oyar og Grønland, og tí er eisini tørvur á at týða ymiskt tilfar til grønlendskt ella úr grønlendskum, sigur hon. Nú er tað tó serliga uppgávan frá Sprotanum at gera grøn­ lendska orðabók, ið hevur fylt. Hon starvast sum fríyrkisfólk og hevur skrivstovu í Íverk­ setara­húsinum í Klaksvík. Hon hevur eisini nomið sær út­búgv­ ing sum ferðaleiðari og um sumr­ar­nar nýtir hon nógva tíð í hesum høpi. – Eg havi boðað frá, at eg kann guida á grønlendskum, men enn havi eg ikki havt nakran grønlendskan bólk, sigur hon. Úttalað sum skrivað Hóast grønlendska málið kann virka okkum føroyingum trupult og sera fremmant, so vísir Elin Neshamar á, at grøn­ lendskt hevur eisini tær síður­ nar, sum eru torførar – men so eru aðrar síður, sum eru einfaldar. – Grønlendskt er lættari enn Elin Neshamar úr Klaksvík hevur gjørt grønlendsk- føroysku orðabókina. MYND: FRANTS JENSEN