hósdagur 20. februar 2020síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 21. FEBRUAR 2020
SOSIALURIN 22
8
føroyskt á mangan hátt. Har eru
eingi føll og allar bendingarnar
eru regluligar, og ikki óregluligar,
sum tað annars er á føroyskum.
Tað er eisini lættari at skriva,
tí tað verður úttalað, sum tað
verður skrivað. Tí kundi eg eisini
stava grønlendskt feilfrítt, tá ið
eg gekk í skúla, sigur Elin Nes
hamar.
Á grønlendskum eru heldur
ikki kyn.
– Tað sæst út frá saman
hanginum, hvat kyn tosað
verður um, sigur hon.
Uppbygningurin av setning
unum er ein annar enn hann er
á føroyskum.
– Grønlendskt hevur tað tað
til felags við týskt, at sagnorðið
er síðst í setninginum. Ein van
ligur setningur er tí skipaður
sum grundorð – ávirki – umsókn.
Á føroyskum er øðrvísi. Her er
tað grundorð – umsókn – ávirki,
sigur hon.
43 bókstavir í einum orði
Tá ið vit hava sæð grønlendskar
tekstir, eru fleiri av okkum, ið
hava lagt til merkis, at summi
orð kunnu vera sera long.
– Eg sat nú ein dagin og skuldi
umseta ein tekst til grønlendskt.
Tá skrivaði eg eitt orð við 43 bók
stavum. Men tá ið eg hugdi eftir
tí, valdi eg heldur at broyta setn
ingin og skrivað tað á ein annan
hátt, so at eitt einstakt orð ikki
gjørdist so langt. Tað er trupult
at lesa eitt orð, tá ið tað er so
langt, sigur Elin Neshamar.
Hon vísir á, at grønlendska
málið er er bygt upp á ein annan
hátt enn tað føroyska, og tí
kunnu tað gerast sera long orð.
– Pápi mín, sum er elektronik
teknikari, er vanur at siga, at tað
er sum í teldum. Vit vera von
við eina stýrisskipan og brúka
hana. Grønlendskt er bara ein
heilt onnur stýrisskipan, sum
vit skulu venja okkum við, sigur
hon.
– Grønlendsku orðini eru
sera livandi og eru bygd upp av
bitum, sum verða settir saman.
Bitarnir eru næstan sum orð á
føroyskum. Tað ræður tí um at
duga bitarnar uttanat, og so at
seta teir saman.
– Tað eru í høvuðsheitum
sjey reglur, ið ein skal duga
um, hvussu tað verður sett
saman. Tá ið ein skal læra seg
grønlendskt, so loysir tað seg
ikki at læra orð uttanat á sama
hátt sum á føroyskum, men tað
er betri at læra seg bitarnar
uttanat, og so hvussu teir verða
settir saman. Um ein skal læra
seg føroyskt, so lærir ein ikki
heilar setningar uttanat, men
orð. Á grønlendskum eru tað
bitarnar, ið skal læra seg uttanat,
sigur Elin Neshamar.
Hon vísir tó á, at tað er eisini
gott at duga orð.
– Í næstu orðabókini, har
tað verður frá føroyskum yvir í
grønlendskt, verða eisini nøkur
dømi við, hvussu tað kann
nýtast, sigur hon.
Samskifti á grønlendskum
og donskum
– Mær er sagt, at fyri 1950 lærdu
allir útlendingar, ið komu til
Grønland, seg grønlendska
málið. Men síðani 1950 er næstan
eingin, ið lærir seg málið. Hetta
er ikki orsaka av málið broytt
ist nakað, men heldur tí at sam
felagið broyttist, sigur hon.
Hon vísir á, at tað hevur
heldur ikki verið nógv gott
grønlendskt tilfar at læra seg
málið. Men hon heldur, at har
eru broytingar hendar, tí at nú
er nógv gott tilfar komið.
– Samskiftið í Grønlandi er
vanliga bæði á grønlendskum og
á donskum. So eru eisini summir
samanhangir, har alt samskifti
er á grønlendskum, og annað
samskifti, har alt er á donskum.
Tað eru nógvir grønlendingar, ið
ikki duga danskt, men tað eru
eisini grønlendingar, ið ikki duga
grønlendskt, sigur hon.
Triðja fremmandamáli
knýtt at grønlendskum
Tað eru ikki gjørdar nógvar
grønlendskar orðabøkur, og
grønlendsk-føroyska orðabókin,
sum nú kemur út, er triðja
fremmandamálið knýtt at grøn
lendskum.
– Mær vitandi eru tað bara
grønlendsk-danskar og grøn
lendsk-enskar
orðabøkur
frammanundan. Týskarar hava
verið nógv í Grønlandi fyrr, men
eg veit ikki, um har er nøkur
grønlendsk-týsk orðabók, sigur
Elin Neshamar.
Men hvønn verður grøn
lendsk-føroyska orðabókin til
gagn fyri.
– Fyrst og fremst fyri teir
umleið 300 føroyingar, ið búgva
í Grønlandi, og teir umleið 50
grønlendingar, ið búgva í Før
oyum. Men sum sagt er nógv
annað samskifti millum Føroyar
og Grønland, og tað eru als ikki
allir grønlendingar, ið skilja
danskt, og teir hava tí eisini tørv
á at kunna samskifta á einum
máli, sum tey skilja, sigur Elin
Neshamar.
Aftur til Grønlands at vitja
Nú Elin Neshamar hevur sitið og
arbeitt við orðabókini, er tað eitt
arbeiði, ið hon stendur rættiliga
einsamøll við. Hon hevur tó
onkran, ið hon spyr til ráðs í ein
støkum førum.
– Eg havi nakrar grønlendskar
vinkonur, ið eg viðhvørt spyrji
um okkurt, um eg ivist. Beiggi
mín, sum býr í Skotlandi, dugir
eisini flótandi grønlendskt. Eg
spyrji hann viðhvørt um okkurt.
Tað er gott at hava onkran, ið eg
kann spyrja til ráðs.
Síðani Elin Neshamar kom
aftur til Føroya at búgva, hevur
hon ikki ofta verið aftur í Grøn
landi. Í komandi viku fer hon tó
aftur til Grønlands.
– Nú eru næstan tvey ár,
síðani eg seinast var í Grønlandi.
Hesaferð fari eg yvir at vitja
familju og vinfólk, sigur hon.
Tey árini, hon búði í Grønlandi,
var hon ofta tulkur. Hon tulkaði
nógv á summarlegum og trú
boðanarferðum og av og á í
samkomuni, tá ið vitjanir vóru
av enskttalandi fólki,. Hon hevur
eisini tulkað nógv til barnalegur
og virksemi hjá Juvel 2 og øðrum
í Grønlandi.
Stríðist við rótloysi
At vera vaksin upp við trimum
móðurmálum, og so ikki búgva
á tí staði, har ein er vaksin upp,
hevur sínar avbjóðingar.
– Í fleiri ár havi eg stríðst
eitt sindur við rótloysi, tí eg
hoyri heima bæði í Grønlandi
og í Føroyum. Eg havi eitt bein
í hvørjum stað. Eg havi síðstu
tíðina lisið eitt sindur um evnið,
og tað hevur hjálpt at síggja, at eg
eri ikki tann einasti persónurin,
ið standi í hesi støðuni. At tað
eru onnur, ið hava upplivað tað
sama, sigur hon.
Hon hevur millum annað
onkra vinkonu, ið kennir tað á
sama hátt.
– Tað er gott at kunna tosa við
onnur um tað. Samstundis eri
eg eisini glað og takksom fyri,
at eg kann brúka tað, sum eg
havi fingið við uppvøkstrinum
í einum fremmandum landi til
mítt arbeiði í dag, sigur hon.
FRANTS@SOSIALURIN.FO
Elin Neshamar situr við telduna og arbeiðir við grønlendsk-føroysku orðabókini.
MYND: FRANTS JENSEN
Tá ið tað var
okkurt týðandi,
ið skuldi sigast,
so bað lærarin
meg ofta umseta
til grønlendskt.
Mær dámar ikki
so væl henda
pedagogiska
háttin, men eg
lærdi nógv av tí