Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-02-20, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. februar 2020síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 21. FEBRUAR 2020 SOSIALURIN 22 9 EYÐUN KLAKSTEIN E inki poetiskt er við ein­ um heilasvulli. Men kort­ini er skaldsøgan hjá Oddfríði Marna Ras­mus­sen um Janus, sum er part­ur av vónleysa stríðnum hjá konuni ímóti deyðiligu sjúkuni, bæði ráð og óvæntað yndislig. Soleiðis verður sagt í til­nevn­ ingini av skald­søgu­ni «Ikki fyrr enn tá« til Bókmentaheiðursløn Norðurlandaráðsins. Oddfríður Marni Rasmussen vann í 2018 skaldsøgukapping, sum bókahandlararnir skipaðu fyri, og í fjør útgav Sprotin skald­ søguna, sum fekk góð ummæli. »Ikki fyrr enn tá« er sjúkra­ søga og kærleikasøga. Tað er eisini søga um hóttandi ein­ semi og um, hvussu tær smáu gerandis­gerðirnar kunnu vera tann stóri kærleikin. Søgan um Elsu og Janus er døpur og tung, men hon er stundum lívgandi fyri lesaran. Janus er ótroyttiligur í sínari umsorgan fyri sjúku konu­ni, og aðrir persónar vísa við smáum gerðum, hvussu nógv ein hjálpandi hond, eitt viður­kennandi prát, ja, smáar gerandis­gerðir, kunnu hava fyri onnur. Her merkja vit veruliga glottar í einari verð, sum vit við hvørt ákæra fyri at vera eirinda­ leysa og ikki hava tíð til nakað. Umframt føroysku skald­ søguna eru eisini bøkur úr hinum norðurlondunum tilnevndar til stóru norðurlendsku bók­menta­ heiðurslønina. Vinnarin verður kosin á hátíðarhaldi í Reykjavík í oktober. Oddfríður kann vinna heiðursløn Oddfríður Marni Rasmussen er tilnevndur norðurlendska bókmentaheiðursløn EYÐUN KLAKSTEIN D onsk børn skulu hoyra søgur og sagnir úr Før­oy­um, og tí hev­ur miðlafyritøkan Eg­ mont útgivið eina nýggja pod­ cast-røð við søgum úr Føroyum. Røðin hevur fingið heitið »Fær­ øske Fabler« og er serliga ætlað børnum millum fimm og tólv ár. Røðin er løgd á nýggju pod­ casttænastuna Talk Town, sum Egmont í løtuni ger nógv burturúr. – Nógv børn í Danmark kenna ikki Føroyar, og tað vilja vit fegin broyta. Við hesari podcast-røð vóna vit at gera Føroyar til ein part av tilvitanini hjá donskum børnum og samstundis breiða út gamlar søgur, sigur Mette Hov­mand-Stilling, sum er redaktørur á Talk Town. 30 ára gamla Rikke Mia Skov­ dal, sum er ættað úr Holstebro, hevur gjørt nýggju røðina. Hon er journalistur og flutti í heyst til Føroya at búgva. –  Tá ið eg flutti til Føroya, fann eg út av, at føroyingar duga sera væl at siga frá søgum, og tit hava nógvar spennandi og hug­takandi søgur – bæði gamlar sagnir og nýggjari yvirnatúrligar søgur, sigur Rikke Mia Skovdal. – Eg dugi væl at síggja, at tað er upplagt at siga søgur um trøll og huldufólk í Føroyum. Stórir steinar, mjørki og myrkur eru gott grundarlag fyri gera og siga søg­ur, heldur hon. Børn tíma søgur Fýra føroyingar siga søgur í »Fær­øske Fabler«, sum í løtuni um­fatar átta partar à 10-15 minutt­ir. Fólkatingsmaðurin Sjúrð­ur Skaale sigur fýra av søgun­um. Hini fólkini, ið luttaka, eru Súsanna Winther, Pól Arni Holm og Jógvan Esmar Ósá. – Føroyingar duga sera væl at siga frá, og frásøgufólkini, sum eg havi brúkt, eru framúr góð. Eg ivist ikki í, at donsk børn fara at vera hugtikin av at lurta eftir teimum, sigur Rikke Mia Skov­dal. Søgurnar, sum verða sagdar, eru bæði gamlar og nýggjari, men felags fyri søgurnar eru, at tær eru ævintýrkendar ella yvir­natúr­ligar. Tær snúgva seg um bæði huldufólk, trøll og aðrar verur. Summar søgur hava fólkini, ið siga frá, sjálvi upp­livað. – Børn tíma væl at lurta eftir ævintýrkendum søgum, og pod­ castar rigga væl til børn, tí tey hava hugflog at gera myndir og ímynda sær søgurnar, meðan tey lurta, sigur Rikke Mia Skovdal. –  Donsk børn kenna ikki hesar søgurnar úr Føroyum, og sum heild haldi eg, at børn í Dan­ mark kenna ov lítið til Før­oyar. Hendan røðin kann bøta um tað, heldur hon. Talk Town er podcasttænasta, sum krevur haldaragjald, men tað ber til at royna tænastuna í av­markaða tíð ókeypis. DONSK BØRN SKULU HOYRA FØROYSKAR SØGUR Rikke Mia Skovdal hevur framleitt nýggja podcast- røð, har føroyingar siga søgur fyri donskum børnum – Føroyingar duga sera væl at siga frá, og frásøgufólkini, sum eg havi brúkt, eru framúr góð. Eg ivist ikki í, at donsk børn fara at vera hugtikin av at lurta eftir teimum, sigur Rikke Mia Skovdal MYND: ÁLVUR HARALDSEN