Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-02-20, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. februar 2020síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 21. FEBRUAR 2020 SOSIALURIN 22 10 TEMA: Starvslønir 2020 Starvslønir 2020 G runnurin fekk 117 umsóknir, og søkt var um 40,5 milliónir krón­ur. Grunnurin hevur 3,35 milliónir krónur at lata til starvslønir og íverksetanarstuðul. Nevndin játtaði á fundi tann 19. janu­ar 2020 at veita starvsløn til hesar um­søkjarar: 1 ár: Arnbjørn Dalsgarð, rithøvund. 6 mánaðir: Anna Malan Jógvans­dótt­ir, rithøvund, Jón Sonni Jensen, mynd­list, Tórfinnur Jákupsson, films­list, Rógvi á Rógvu, tónasmíð, og Niclas Johannesen, tónasmíð. Harumframt fingu sekstan um­søkjar­ar 3 mánaðir, seks 2 mánaðir og níggju umsøkjarar fingu 1 mánað. Til­samans vóru 103 mánaðir veittir sum starvsløn fyri 2020. Topp-40 Her á síðuni er yvirlit yvir, hvørji samlað hava fingið mest í játtan frá 2001 og fram til januar 2020. Bæði starvs­lønir og listafólkalønir eru tik­nar við. Í mun til listan, vit høvdu í Sosiali­num 15. november 2019, er bara ein per­sónur komin á listan afturat, nevni­liga Arnbjørn Dalsgarð, meðan Bjarni Restorf fór av listanum. Fýra aðrir persónar, Sunnleif Rasmussen, Krist­ian Blak, Hanni Julius Bjartalíð og Oddfríður Marni Rasmussen, eru allir farnir eitt lítið sindur hægri upp á listanum. Tølini siga, hvussu nógvar mánaðir, hvør einstakur hevur fingið játtan. Starvsløn Ein nevnd á fimm persónar metir um u­m­sóknirnar og játtar. Lógin sigur, at játtast kann ein 3 ára starvsløn, tvær 1 ára starvslønir, og starvslønir, ið eru galdandi í 1-6 mánaðir. Flestu av játta­num eru ein, tvær ella tríggjar mánaðar starvsløn. Í hesum umfari fekk eingin játtað 3 ára starvsløn. Listafólkaløn Í 2018 kom listafólkalønin inn í lógina. Har eru 3,3 millión krónur at býta út. Tey, ið fáa stuðul, eru yrkislistafólk, og krav er, at tey skulu hava listarliga útbúgving. Faknevndir innstilla og Mentanargrunnur Landsins játtar. Tríggir av umsøkjarunum fáa trý ára játtan. Freistin at søkja er 1. apríl 2020. Íverksetanarstuðul og vanligur stuðul Umframt starvsløn og listafólkaløn, letur Grunnurin eisini íverksetanarstuðul og vanligan stuðul, sum er til verkætlanir, og til mentanarligt virksemi sum heild, harumframt eisini týðingar. Stuðulin verður veittur tríggjar ferðir árliga.  Mðr Listafólkaløn 1 Carl Jóhan Jensen 95 * 2 Katrin Ottarsdóttir 83 * 3 Jóanes Nielsen 78 4 Rakel Helmsdal 66 5 Marjun Syderbø Kjælnæs 61 6 Tróndur Bogason Hansen 55 7 Jens L. Thomsen 53 * 8 Hansina M. Iversen 51 9 Marianne Clausen 47 10 Búi Egason Dam 45 * 11 Sunleif Rasmussen 42 12 Eivør Pálsdóttir 41 13 Brandur Patursson 41 * 14 Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard 39 * 15 Rannvá Kunoy 39 16 Kristian Blak 39 17 Alexandur Kristiansen 36 18 Karstin Olgar Lamhauge 36 19 Teitur Árnason 36 20 Bárður Oskarson 34 Mðr Listafólkaløn 21 Hanni Julius Bjartalíð 34 22 Tóroddur Poulsen 30 23 Sissal Kampmann 29 24 Oddfríður Marni Rasmussen 28 25 Hanus Kamban 27 26 Guðrið Poulsen 26 27 Marianna Mørkøre 25 28 Kári Bæk 24 29 Súsanna Tórgarð 24 30 Arnbjørn Dalsgaarð 24 31 Sigrun Gunnarsdóttir 22 32 Silja Strøm 21 33 Hanus G. Johansen 20 34 Sakaris Fríði Stórá 20 35 Heiðrik á Heygum 19 36 Anker Mortensen 18 37 Dánjal á Neystabø 17 38 Eyð Matras 17 39 Rannvá Káradóttir 17 40 Astri Luihn 17 Mentanargrunnur Landsins hevur aftur játtað starvslønir. Hesaferð er týðiligt, at tað eru nýggir spírar og tey, ið ikki hava fingið so nógv áður, ið hava fingið játtað stuðul. 37 listafólk hava fingið starvsløn, og bara fimm av teimum eru á Topp-40 listanum Starvslønir: NÝGGIR SPÍRAR SLEPPA FRAMAT Listafólkalønir og starvslønir 2001- januar 2020