hósdagur 20. februar 2020síða 26
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 21. FEBRUAR 2020
SOSIALURIN 22
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
26
Eldurin var
ikki ásettur
Um seks tíðina seinasa
hósmorgun kom eldur í
húsini hjá Lenu Simonsen
í Dr. Jacobsensgøtu 12 í
Havn. Eldurin kyknaði
uppi á loftshæddini, og tá
sløkkiliðið kom til, stóð
hæddin í ljósum loga. Um
hálvgum átta tíðina eydn
aðist tað sløkkiliðnum at
basa eldinum, sum var far
in avstað við so gott sum
allari loftshæddini.
Miðhæddin er illa skadd
av royki og vatni, og kjall
arahæddin hevur fingið
vatnskaða. Tað eru tævr
íbúðir í húsinum umframt
kjallarahæddin, sum um
fatar ein handil (Wrangler
Shotp), damuskræddara
verkstað og frisørsalon.
Politiið upplýsir fyri
Sosialinum, at eldurin
helst ikki er ásettur, men at
kanningar fara fram í mál
inum.
Húsini hjá Lenu Simon
sen vóru tryggjað fyri 400
túsund krónur umframt
innbúgv fyri 75 túsund
krónur.
Pressan eig
ur at verða
orienterað
Nýggja landsstýrið fer í
størri mun enn tey undan
farnu at orientera press
una um ymisk viðurskifti.
Tað er ætlanini at halfa tíð
indafund 2. ella 3. hvønn
mánað, har landsstýris
menninir skulu greiða frá
ymiskum málumm, sum
teir umsita.
Svimjihøllin ov dýr: Skerja
kanska kavingarhylin
Afturhvarv úr SOSIALINNUM 1975
Sosialurin 22. februar 1975: Tekniska fyrisitingin hevur havt samráðingar við byggifel
agið Guttesen og Staksberg um møguligar skerjingar av svimjihøllini. Skerjingarnar minka
helst ikki kostnaðin
S
osialurin skrivaði soleið
is 22. februar í 1975:
Tórshavnar
býráð
hevur enn ikki tikið
nakra endalga støðu til, hvussu
tann fíggjarlga trongstøðan skal
loysast.
Seinasta mikudag skrivaði
Sosialurin, at møguliga skuldi
nøkur stórarbeiði steðgast og
skerjast. Men leiðsla býráðsins
og fíggjarnevndin hava enn ikki
tikið nakra endaliga støðu. Fleiri
fundir vórðu hildnir um viku
skiftið, men einki er frætt um,
hvat fór fram á fundunum.
Fundur við byggifelagið
Eitt av teimum stóru málunum í
spariætlanununum er svimji
høllin.
Leiðslan í býráðnum hevur
saman við tí teknsiku fyrisiting
ini havt fundir við byggifelagið
Guttesen og Staksberg, sum bý
ráðið hevur gjørt sáttmála við
um jørð- og timburarbeiðið í tí
ætlaðu svimjihallarbyggingini.
Einki ítøkiligt úrslit er komið
burtur úr hesum tingingunum,
og tí er heldur ikki nøkur niður
støða gjørd. Heldur ikki er av
gjørt, nær býráðið skal taka
støðu til spariætlanirnar, men
møguliga verður ein eyka bý
ráðsfundur hildin hóskvøldið.
Undir ssamráðingunuim er
tingast um nógvar ymiskar
skerjingarmøguleikar, sum eru
tekniskt forsvarligir. Harafturat
hevur kjakast verið um møgu
leikan at steðga byggingini av
svimjihøllini fyribils.
Men hesin seinasti møguleik
in kann gerast dýrur, við tað at
sáttmáli er gjørdur við byggifel
agið. Tì kann tað hugsast, at
byggifelagið fer at leggja krav
fram um endurgjald um sátt
málin verður strikaður.
Sum Sosialurin hevur skilt
støðuna, fara smærri skerjingar
ikki at minka nakað munandi
um kostnaðin, tí tað er trupult at
broyta eitt detailprojekt. Úrslitið
av eini slíkari broyting eru oftast
hækkaðir kvadratmetraprísur.
Kavingarhylurin
kann skerjast
Tó kann ætlaði kavingarhylurin
strikast uttan at elva tl størri
trupulleikar.
Ein byggiharri hevur nevni
liga loyvi til at broyta eitt projekt
við upp til 15 prosentum, uttan
at broyta sáttmálan.
Tí hava myndugleikarnir
roynt at halda seg innan fyri
hetta markið undir tingingu
num.
Í viðmerking til Sosialin í
síðstu viku segði Niels Debes,
formaður í Stadionnevndini, at
nevndin hevði m. a. mælt til at
strika kavingarhylin og aðrar
smærri fasilitetir fyri at minka
um kostnaðin.
Leiðarin av byggideildini,
Gunnar Hoydal, sigur, at ein
striking av kavingarhylinum fer
ikki út um tey 125 prosentini.
Harafturat vil ein striking av
kavingarhylinum ikki elva til
størri tekniskar trupulleikar, tí
hann liggur líka sum í einum
bygningsparti fyri seg. Hesin
møguleikin vil tí ikki nerva pro
jektið sum heild.
Í februar í 1975 kom eldur í
húsini hjá Lenu Simonsen í
Dr. Jacobsensengøtu í Havn.
Í dag stendur hotellið hjá
62N har
Møguleiga skal ein eyka býráðsfundur hóskvøldið taka støðu til sparitiltøkini – myndin er av býráðsfundi hjá
Tórshavnar býráð, sum tá vórðu hildnir í auluni í Kommunuskúlanum, sum nú eitur Finsen
Skúli og svimjihøll í Runavík
S
osialurin skrivaði so
leiðis 1. mars í 1973:
Skúlin skal hýsa all
ari framhaldsdeildini.
Tað eru ætlanir um at
byggja skúla og svimjihøll á
økinum í Runavík, sum eftir
býarætlanini er avsett til tílíkt
endamál. Ætlaninar vórðu góð
kendar av skúlastjórnini og
landsstýrinum í fjør, og sam
tykt er taka av tilboði frá
danska byggifelagnum Conta.
Øll framhaldsdeildin
Upplýst verður, at skúlin ætl
ast at hýsa allari framhalds
deildini, t. v. s. frá 7. flokki og
uppeftir. Skúlin kemur annars
at hava seks serhøli til læru
greinarnar húsarhald og mat
gerð, kunning, sang og tónleik,
hondarbeiðii og evning, verk
staðslæru, maskinskriving og
nátúrlæru. Annars verða tvey
høli til serundirvísing, sam
komuhøll og skúlabókasavn og
fýra vanligar skúlastovur.
Svimjihøllin
Svimjihøllin er ætlað at hava
ein hyl, sum er 10,5 x 25 metrar
til støddar. Í hesum bygningi
verða eisini høli til skúlalækna
og sjúkrasystir.
Skúlin er mettur til at kosta
góðar 4 miklj. kr. og svimjihøllin
5,5 milj, kr