Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-02-20, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. februar 2020síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 21. FEBRUAR 2020 SOSIALURIN 22 25 Komandi partur Nógv tingmál vóru súltað í nevndum. Her mátti Kristian taka um endan. Leiv­ur Øssurson, sum var keypt­ur til Tvøroyri nøkur ár framman­undan. (Kristian stillaði tó upp aftur í 1966 og sat sum lands­stýris­ maður og løgmaður til 1970, tá ið hann gavst med alla). Aftur flaggmál Í samband við hesa tingsetuna kom flaggmálið upp aftur. Skriv var komið frá Sjálv­stýris­flokki­ num, har teir kravdu Merkið vund­ið á stong við tinghúsið. Ólavsøkumorgun kl. 10 fóru tingmenninir saman við prósti­ num í skrúðgongu í kirkju, har vága­prestur prædikaði. Á flagg­ stong­ini hekk ein standari, har tað stóð “Løgtingið”. Tað var vist Andras Samuelsen, sum hevði stað­ið fyri hesi loysn. Tá tingið varð opnað møtti eing­in sjálvstýrismaður. Teir vóru allir farnir yvir í kom­ munu­skúlagarðin, har Jóannes Paturs­son helt røðu. Á tingfundinum var Johan Poulsen valdur til ting­for­ mann. Dagin eftir møttu allir ting­menn, og Mitens í Sjálv­ stýris­flokkinum varð valdur til næst­formann. Tann 3. august helt eg mína jom­frú­talu í tinginum. Hetta var ikki nakar trupulleiki, tí eg kendi evnið, sum var á skrá. Eg bleiv valdur til formann í kom­ mununevndini og í havna- og vega­n­evndini. Systkinabarn mítt, post­ meist­ar­in Johan Danielsen, bað tann 5. august flokkin um at loysa seg úr starvi sum ting­maður. Men tingbólkurin var samdur um at biðja hann halda fram, og hetta tók hann til eftirtektar og sat valskeiðið at enda. Kortini var hann aftur í tinginum 1940-43. Grundgevingin fyri hansara áheitan var, at hann als ikki føldi seg sum ein politikara. Hetta vísti seg eisini seinni. Johan vildi bara taka saklig fyrilit í teim­um ymisku málunum. Eg hevði tað ofta á sama hátt, at tað ofta var hugsað meira um taktikk enn um málið sjálvt. Hetta kundi fleiri ferðir vera pínligt á floksfundum. Eg bleiv oftari og oftari nýttur sum politiskur framsøgumaður. Sildasøga Tann 12. august var eg saman við m.ø. Andras Samuelsen til ein døgurða saman við Poul Niclas­ sen. Her vóru danskir fiski­ vinnu­um­boðsmenn, ein teirra var Svend Jørgensen, sum var ein kendur fiskakeypari í Før­ oy­um. Endamálið hjá gestunum var at gera eina sildakanning undir Føroyum. Teir hildu, at tað var grundarlag fyri veiðu til havs. Vit vóru áhugaðir, men kundu ikki reisa nakran stuðul. Mær vitandi er hetta fyrstu ferð, at hesin veiðumøguleiki hevur verið frammi. Poul Niclasen var annars ein íðin forsprákari fyri nýggjum veiðu­møguleikum, tí hann helt føroysku fiskivinnuna vera alt ov eintáttaða. Tað var ikki fyrr enn seinni, at vit koma at hava silda­fiskiskap millum Føroyar og Ísland. Men um hesa tíðina í 30-unum var tó nógv veitt av fjarða­sild. Tann sum mest stóð fyri hesum í Sundalagnum var Hans Poulsen í Svínáum, og Svend Jørgensen keypti fram­ leiðsluna. Hann keypti eisini fisk frá m.ø. Kjølbro. Blíðskapur í Mykinesi Um hesa tíðina fingu vit eisini vitjan av danskari sendi­nevnd, sum skuldi kanna land­búnað­ar­ viður­skifti í Føroyum. Saman við teimum varð skipað fyri eini ógloymandi ferð til Mykines. Eg hevði ikki fyrr verið í Mykinesi og var ógvu­ liga spentur, samstundis sum eg hevði í huganum van­lukku­ liga túrin út í Stóru Dímun í 1924, tá ið bóndin, Óli Jákup fekk ein stein í høvdið og doyði á staðnum. Eg stóð beint við og kundi eins væl verið rakt­ur. Vandi var í hvussu er ikki fyri slíkum í Mykinesi, har blíð­ skapurin annars var framúr. Eisini vóru vit í Hólminum, har tað vóru oksar, sum seinni skuldi enda í Havn sum ”heim­ sins bestu búffar”. Fýrmeistarin tá var Anders Han­sen, sum var giftur við ta kendu Mariu Skylv Hansen úr Nólsoy. Her var eisini framúr blíðskapur. Tað var undrunar­ samt, hvussu fólk, sum búgva so avsíðis kunnu vera so væl fyrireikað at taka móti gestum. Hetta gera tey uttan at taka ella fáa nakað fyri tað. Slík fólk skuldu fingið eina viðurkenning fyri hetta. Hetta gjørdist ein ógloymandi ferð. Komin heim aftur til ting­ arbeiðið var nóg mikið at tríva í. Tað var komin ein umsókn frá keypmonnunum í Vági um trygd fyri keyp av saltfiski. Tingið kundi tó ikki í stundini taka støðu til hetta. Mikkjal í Vík: Einki uttan Samband Tann 20. august 1932 var eitt mál til viðgerðar um kirkjuna í Haldórsvík. Sum ofta er, endaði hetta mál við einum kjaki, sum einki hevði við kirkjuna at gera. Ein, sum var virkin í hesum kjaki, var Mikkjal Samuelsen, beiggi Andras. Teir vóru úr Haldórs­vík. Mikkjal var ein dugna­ligur og beinrakin røðari. Teir vóru báðir dimmleiddir og hava helst havt ein fremmandan for­faðir. Mikkjal hevði svart fullskegg og hár og minti eisini um ein útlending. Hann var prúður maður og hevur uttan iva verið sterkur. Hann var heimamaður, livdi av jarðarbrúki og útróðri. Hann var gávaður maður, og sínar kunnskapir hevði hann fingið í bygdaskúlanum í Vík. Hann var longu, tá ið eg kom í tingið, úti við 70 ára gamal. Hann hevði í mong ár verið formaður í sóknarstýrinum fyri Haldarsvíkar kommunu. Tí var tað náttúrligt, at hann eisini gjørdist teirra álitis­mað­ ur á tingi. Í 1932 fekk Sam­bands­ flokk­urin báðar tingmenninar í Norður­streymoy. Hin var Hans Iversen í Kvívík, sum sat heilt fram til 1966 undantikið 1936-39. Í tinginum var Mikkjal ein góður talari og dugdi væl at føra seg fram í einum orðaskifti. Hann var meira einfaldur enn beigg­in, Andras. Hann var meira eitt náttúrumenniskja. Hann var altíð í føroyskum klæð­um. Mikkjal legði ikki petti í, hvat fólk hildu um hansara persón. Hann hevði sínar avgjørdu hugsan­ir, og hann var sera ein­faldur í spurninginum um sam­bandið millum Føroyar og Dan­mark. Har var snøgt sagt eingin annar møguleiki uttan sam­band. Um sjálvstýrismenn søgdu nakað annað var hann skjótur at svara aftur. Hann sá reytt, hvørja ferð Jóannes Patursson tók orðið. Ein eyðkend viðmerking hjá hon­um er eina ferð hann saman við vega- og havnanevndini fór eini ørindi til Kirkjubøar at hyggja at eini verkætlan, sum stuðul var søktur til. Ein nevndar­limur sigur aftaná við Mikkjal: ”Tað hevði eg forsvorið, at tygum fingu tygum at fara til Kirkjubø.” Hann svaraði beinanvegin: ”Har mín plikt kallar meg at fara, har fari eg, um tað skal vera til…”. Við hesum vildi hann siga, at pliktin kom yvir alt annað. Eg kom at sita í ymiskum nevndum saman við Mikkjali. Ser­liga var tað búnaðarnevndin, sum gav avbjóðingar. Men eg lærdi hann at kenna sum ein loyalan og dugnaligan sam­ starvs­mann. Mikkjal var føddur í 1862, og hann doyði í 1939. Tá var hann framvegis tingmaður. Hann var formaður í Haldórsvíkar kommunustýri 1913-39, heili 26 ár. Sild var eisini á politisku dagsskránni hjá Kristiani. Henda myndin vísir eitt sindur av føroyska sildasøgu. Hetta er eitt framtak fyri føroyska sild. Uttast vinstrumegin er Svend Jørgensen. Nummar tvey frá høgru er Hans Poulsen í Svínáum Kristian og Johan á vitjan hjá bretskum trolaraskipara. Kristian og Johan uttast t.v. Mikkjal Samuelsen hevði eina greiða støðu til spurningin um samband ella sjálvstýri