hósdagur 20. februar 2020síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 21. FEBRUAR 2020
SOSIALURIN 22
24
Óli Jacobsen
Óli Jacobsen
37. partur
H
óast valið var í januar
skuldi tingið ikki
taka við fyrr enn
ólavsøkudag 1932.
Gamla tingið helt fram til tá og
kom saman í februar at viðgera
truplu fíggjarligu støðuna í
landinum. Meirilutin var jú
skiftur, so vandi kundi vera
fyri, at gamli meirilutan fór at
gera okkurt óheppið tiltak uppá
nakkan av komandi meiriluta
num. Men her hendi kortini ikki
nakar skaði.
Skúlaskip og loysing
Finska skúlaskipið Soumen
Jutsen kom á Tvøroyri í januar
og var so óheppið at reka á
land og gerast vrak. Skipið
varð seinni sleipað til Hull av
einum bretskum sleipibáti.
Eftir hetta setti Finland ein
varakonsul í Føroyum, og tað
bleiv Edward Mitens. Skiparin
á skúlaskipinum fekk sekkin,
tá ið hann kom heim aftur til
Helsingfors. Eg haldi tó ikki, at
hann kundi lastast fyri tað, sum
hendi. Hetta var eitt hendiligt
óhapp i samband við óhepnar
hvirlur, tá ið hann skuldi sigla
skipið út av fjørðinum. Men tað
var neyðugt at finna ein synda
bukk, og tá var skiparin tann
nærmasti.
Skaldið Hans Andreas
Djurhuus, sum var her sum
próvdómari, var ein ógvuliga
skemtiligur maður at vera
saman við. Á síðsta løgtingsvali
var hann uppstillaður sum
”loysingarmaður”. Men tá ið ein
kemur inn at honum, vísir tað
seg, at hann í veruleikanum er
hóvligur sambandsmaður.
Heini, sum gjørdist
“heini”.
Á mínum embætisfundum,
sum grannastevnur og líknandi
hitti eg nógv áhugaverd fólk.
Ein teirra var Heini Hansen úr
Sandvík.
Hann var ein hugnaligur og
raskur maður, men hjá honum
var tað púra fast at koma eitt
korter ov seint til allar fundir,
har hann skuldi møta.
Tá ið hann ikki varð møttur
til tíðina, og avgerðin tískil
kundi takast, uttan at hann var
við, fekk eg at vita, at Heini altíð
helt seg til tað “akademiska”
kvarterið. Hann fór uttan iva
at møta 15 minuttir eftir ásettu
tíðina. Tað gjørdi hann eisini.
Tá ið hann kom inn, var hann
róligur og fattur, sum um alt
var í lagi. Tá ið eg eina ferð
gjørdi hann varan við, at hann
veruliga hevði mist sín rætt at
sleppa til orðanna, svaraði hann
sannførandi: ”Jú vælsignaður
sýslumaður. Tit, sum ungir
eru, kunnu saktans møta til
røttu tíð. Men míni bein er ikki
so kvik longur, og eg havi ein
fittan tein at ganga frá Sandvík.
Men nú eri eg her, og tit hava
jú ikki endað fundin. Eg biði
fyrigeva, um eg óneyðuga havi
spilt tykkara tíð.” Hetta tók eg
sjálvandi til eftirtektar, og vit
viðgjørdu málið.
Heini var tá 70 ára gamal,
men sá framvegis gott út. Hár
og skegg var kolasvart uttan eitt
grátt hár. Tað segðist, at hann
var ættaður frá eini av teimum
fronsku kvinnunum, sum á
sinni komu til Fámjin.
Í sínum yngri døgum hevði
hann siglt sum kokkur við
sluppum. Manningin ilskaðist
ofta um, at hann ongantíð hevði
matin lidnan til tíðina. Slíkir
kokkar verða annars kallaðir
“Heini”, og tað vist eftir honum.
Tað sama var við provianter
ing, tá ið farast skuldi avstað. Tá
mátti eisini bíðast eftir Heina.
Tá ið hann fylti 90 ár, vitjaði
eg hann í hansara beskednu
húsum. Hann lá í songini føð
ingardagin, men enn var hann
ikki eldur nakað serlig. Hár og
skegg var framvegis kolasvart,
og hann dugdi framvegis at
skemta. Tað sama var við javn
gomlu konu hansara, sum eisini
var eitt skilafólk. Tey bæði
doyðu eini tvey ár seinni.
Tey vóru fleiri børn, og ein
dóttir var gift við Sterk Óla.
Tað var fátæksligt, sum hjá so
mongum, men tey høvdu tað øll
gott saman.
Blíður trolaraskipari
Tað vóru nógvir bretskir trolar
ar sum komu á Tvøroyri, og
fleiri av manningunum komu
vit at kenna rættiliga væl.
Ein av hesum var skiparin
George Double. Eina ferð
bjóðaði hann mær og Margretu
at kom við sínum nýggja
trolara, Normann, til Bretlands
at ferðast til Hull. Margretha
helt tó, at tað bar ikki til hjá
okkum báðum at vera burtur,
so Johan, sonurin, kom við í
staðin fyri hana.
Vit høvdu eina fína ferð, og
blíðskapurin var stórur.
Double var væl kendur alla
staðni í Føroyum og serliga á
Tvøroyri, her hann kom inn
fleiri ferðir á hvørjum túri.
Hann var við í fleiri bjarging
um á sjónum. Tað var hann, sum
við sínum trolara hálaði finska
skúlaskipið, Soumen Jutson, av
aftur, tá ið skipið rak á land á
Tvøroyri. Hann vildi einki gjald
hava fyri hetta. Hann hevði
annars bjargað bæði føroyskar
og bretskar fiskimenn.
Vit vóru vinir heilt fram
til heimsbardagan. Eg frætti,
at hann sjálvboðin var farin í
krígstænastu, og bleiv skipari
á einum minusveipara. Eg veit
ikki, um hann yvirlivdi bardag
an, tí eg frætti einki aftur frá
honum ella um hann. Hann var
framúr, bæði sum sjómaður og
sum menniskja.
Hann var annars fleiri ferðir
umrøddur í Føroyatíðindi sum
ein rokskipari. Hann varð
millum manna kallaður “lucky
George”. Eina ferð fekk hann
bót fyri ólógligan fskiskap.
Løgtingssetan 1932
Tá ið vit koma til ólavsøkuna er
tað, at tingarbeiðið byrjar, og eg
møti í tinginum.
Eg var vinarliga móttikin
ikki bara av mínum egnu
floksfeløgum men eisini av
teimum flestu av hinum ting
monnunum. Millum hesar var
fyrrverandi sýslumaðurin,
Gunnar Winther, av Sandi, sum
var sjálvstýrismaður.
Samstundis sum hann
ynskti mær tillukku, legði hann
afturat, at ”tá tygum einaferð
er blivin gamal á tingi, minst
tá til at finna løgtingshurðina
út aftur, so ikki onnur skulu
koma og vísa á hana. Teir flestu
politikarar duga ikki at sleppa
sær burtur úr politikki í rættari
tíð”.
Hesar klóku viðmerkingar
legði eg mær í geyma og vóru
ein orsøkin til, at eg ikki stillaði
upp í 1962. Ein onnur orsøk var
innanhýsis viðurskifti í Sam
bandsflokkinum, m.a. í sam
band við portugalstrolaran
Nú byrjar politiska søgan hjá Kristian Djurhuus. Her kemur uttan
iva okkurt fram, sum ikki hevur verið kent frammanundan
SIÐSØGA
Kristian Djurhuus:
Mikkjal í Vík var
serligur og trúgvur
Heini Hansen var ein rokari. Her hevur hann
borið mjølsekkir, og er hvítur av mjøli