hósdagur 20. februar 2020síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 21. FEBRUAR 2020
SOSIALURIN 22
23
A. Sørensen lagt seg heima burt
ur av at rógva út.
- Jú, hetta tími eg væl, og
hetta havi eg altíð tímað væl.
Eg kundi valt heldur at sitið
við beinunum hægst umborð
á einum norskum línubáti, har
eg havi siglt sum skipari í eini
12 ár. Men, nú er tað í fyrsta
lagi útróðurin, eg vil brúka
mína orku til, og eg ætli mær
at reka bátin burturav. Tá eg
havi siglt í Noregi hesi árini,
eru míni siglingarpappír norsk,
og tí noyðist eg kanska onkran
túr umborð aftur fyri at halda
pappírini við líka.
Spurdur, um prísurin, teir
góvu fyri Anru, var á einari leið
í mun til tann fiskiskap, sum
hevur verið, síðan báturin fekk
heimstað í Hvannasundi, sigur
Gundur A. Sørensen, at tað var
hann so avgjørt.
- Sum nú er, gongur tað væl.
Útróðrarbáturin riggar sera væl,
og eg haldi avgjørt ikki, at vit
góvu ov nógv fyri hann. Soleiðis,
sum gongdin hevur verið síðan
oktober, er ikki óhugsandi, at
Anru verður afturgoldin longu
fyrsta árið á útróðri, og tað er
fantastiskt, leggur hann aftrat.
Kanska tunfiskur
Anru hevur at kalla spildur
nýggjar snellur. Talan er um
seks av teimum reyðu svensku
snellunum, men Gundur A.
Sørensen sigur seg ivast í, um
hann yvirhøvur hevur tol til
snelluútróður.
- Tað er møguligt, at onkur
túrur verður gjørdur við snellu
norðan fyri, nú várróðurin
stundar til, men eg ivist í, um eg
verið við sjálvur tá, sigur hann.
Anru er eisini útgjørdur við
trumlu til nylonlínu, har teym
arnir verða settir á og tiknir av
aftur línurygginum - ávikavist,
tá sett og drigið verður. Onkrir
einstakir útróðrarbátar hava
hesa trumlu, og sum skilst hevur
tað serliga verið um summar
ið, at fiskað hevur verið við
nylonlínu.
- Nei, hatta vænti eg ikki, at
vit fara at fáast við - í hvussu er
ikki eftir vanligu fiskasløgunum.
Men, skuldi tað hent seg, at vit
søkja og fáa loyvi til at gera
royndir eftir tunfiski við hesum
reiðskapi, hevði søgan verið ein
onnur.
- Í Noregi eru tað eisini smærri
bátar enn hesin, sum kunnu
fáa royndarloyvi eftir tunfiski.
Sjálvur havi eg ein vinmann í
Noregi, sum eg haldi fekk teir
tunfiskar í fjør. Tunfiskur er dýr
ur fiskur, og tað skulu ikki nóg
vir fiskar til fyri at fáa lønandi
vinnu.
Skemtandi tekur Gundur A.
Sørensen til, at høvdu teir fing
ið eitt slíkt loyvi til Anru, og
tað hevði víst seg, at tunfiskur
var at fáa, kundi hin eigarin og
vinmaðurin, Janus P. Rein, sum
í fleiri ár var flogskipari hjá
Atlantic Airways, kanska flogið
tunfiskin beinleiðis til Japans.
Gundur A. Sørensen, sum er maðurin við barninum, hevur góðar menn aftrat sær, bæði umborð og í landi
MYND: SÍMUN Á HØVDANUM
Í Noregi eru tað
eisini smærri
bátar enn Anru,
sum kunnu fáa
royndarloyvi eftir
tunfiski