Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-02-20, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. februar 2020síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 21. FEBRUAR 2020 SOSIALURIN 22 22 VILMUND JACOBSEN T að hevur eydnast væl hjá stóra glas­trevja­ bátinum, Anru, sum Gundur A. Sørensen í Hvannasundi og Janus P. Rein í Havn keyptu í oktober í fjør. Hetta er fyrrverandi Grinda­ fossur, sum Linjohn Christian­ sen í Skálavík átti í nøkur ár. Tá báturin varð keyptur til Skálavíkar, hevði hann navnið Al­berg. Anru er stívliga 14 metrar langur og 4,45 metrar breiður. Hóast mong munnu halda, at veðrið hevur leikað í tað mesta av hesum árinum, hevur tó eydnast Gunduri A. Sørensen og hansara røsku monnum at gjørt fleiri góðar útróðrartúrar í ár. Fýra mans eru knýttir at bátinum, tríggir eru umborð og ein skipar fyri uppi á landi, har lín­an verður rikin um. Anru roynir við millum 34 og 40 stapum á hvørjum túri, og tað eru 270 húkar undir hvørji línu. Línan verður umrikin í landi, og síðan verður sett úr trakt. Egnt verður við høgguslokki, sauri og makreli. Teir hava ongantíð egnt við gággu, síðan teir keyptu bátin. Gundur A. Sørensen, sum rekur Anru, heldur, at gággan er lutfalsliga dýr at keypa, og teir hava ikki brúkt tíð upp á at fiskað gággu sjálvir. - Eg veit ikki, hvussu nógv øgn eru í einari kurv við gággum. Eg havi skilt, at kurvin vigar eini 30 kilo við skeljum og gággumáti, og hon kostar einar 400 krónur. Sjálv­andi unna vit teimum, sum fiska gággu, at fáa nakað burtur úr, tí tað skulu teir eisini. Men, vit hava so valt at egna við øðrum agni, og vit skulu ikki lata illa at, sigur hann. 15 túrar í januar Í løtuni er illveður, men seinast, Anru landaði, var mikudagin í hesi vikuni. Tá høvdu teir 10.400 pund, harav meira enn 7.000 pund var toskur, og megin­ parturin av restini var hýsa. Teir høvdu eisini 200 pund av rognum. - Fyri tað mesta hava vit roynt norður og eystur úr Viðoynni, og á seinasta túri vóru vit einar 10 fjórðingar eystur úr Fugloynni. Gundur A. Sørensen sigur, at teir hava gjørt fleiri góðar túrar við Anru, og onkran túr fyri jól høvdu teir upp í eini 12.000 pund. - Í ár vóru vit ikki fyrsta túrin fyrr enn hin 9. januar, men kort­ ini fingu vit tilsamans 15 túrar í januar. Higartil í februar hava vit gjørt einar sjey túrar. Hann heldur, at veðrið hevur vignast verri í februar enn í janu­ar. - Vit eru á útróðri flestu dag­ar, nakar møguleiki er. So­ leiðis hava vit verið við línu, bæði í mysing, sum er harðasti streymur um tendring og fulla sól - og í hørðum streymi annars. Gundur A. Sørensen vísir á, at tá líkindini hava verið heldur ivingarsom, hava teir roynt at funn­ið sær lívd av landi. Men, hvussu roynist fiski­ skap­ur­in, tá tað stundum hevur verið neyðugt at stýra millum sker í heldur vánaligum líkind­ um onkrar dagar? - Vit kunnu ikki lata illa at fiski­skapinum. Eg havi róð út undir Føroyum í fleiri ár, bæði burtur av, og tá eg sigldi í Noregi og var heima, men fiskiskapurin, sum verið hevur, síðan vit byrjaðu við Anru í oktober í fjør, hevur ikki í mínari tíð verið so góður áður. - Vanliga var tú nøgdur, tá tú fekst stívliga 100 pund á línuna, men síðan vit byrjaðu, hava seturnar javnan ligið oman fyri 200 pund á stampin, sigur hann. Umreking gongur væl Gundur A. Sørensen sigur, at tað hevur gingið væl hjá teimum at fingið línuna umriknað í landi. - Nei, hetta hevur tíbetur ikki verið nakar trupulleiki. Tá vit keyptu bátin, fingu vit 170 línur við í keypinum, og hetta er komið væl við. Hann sigur, at teir onkran út­ róðrar­dag hava havt 40 stampar við. Onkran slíkan túr eru teir komn­ir aftur um morgunin, og longu um middagsleitið sama dag hevur øll línan staðið um­ rikin. - Í skúrinum hava vit bæði fólk, sum bara rekja um, og vit hava eisini fólk, sum taka eina hond í gjøgnum dagin, sigur hann. Aftrat sær í bátinum hevur Gundur A. Sørensen eisini tveir góðar menn. Annar er blaðungur, 16 ára gamal, og hevur ikki roynt seg sum útróðrarmann áður. Hes­in hevur tó verið onkran túr við frystilínuskipinum, Ågot. - Ungi maðurin er ógvuliga huga­góður, og hann orkar væl. Hin maðurin, sum eisini er á báti­num við mær, er royndur í leikum, og er stívliga 30 ára gamal. Eg havi verið heppin við fólki, bæði uppi á landi og í bátinum, sigur hann. Góðan skiparakjans Síðan Gundur og Janus í fjør heyst keyptu Anru, ið er upp­ kall­aður eftir ommunum hjá teimum báðum, hevur Gundur KEYPTI ÚTRÓÐRARBÁT OG KOM HEIM AT RÓGVA ÚT - Eg kundi valt heldur at sitið við beinunum hægst umborð á einum norskum línubáti, har eg havi siglt sum skipari í eini 12 ár. Men, nú er tað í fyrsta lagi útróðurin, eg vil brúka mína orku til, og eg ætli mær at reka bátin burturav, sigur Gundur A. Sørensen í Hvannasundi, sum í fjør heyst keypti útróðrarbát saman við vinmanni sínum, Janusi P. Rein Her landar útróðrarbáturin Anru í Leirvík. Teir hava gjørt fleiri góðar túrar í vetur, og Gundur A. Sørensen letur væl at gongdini higartil MYND: SÍMUN Á HØVDANUM Anru gjørdi 15 túrar í januar, og higartil í februar hava teir gjørt einar sjey túrar, harav hin seinasti, sum var mikudagin, gav 10.400 pund MYND: SÍMUN Á HØVDANUM Soleiðis, sum gongdin hevur verið, er ikki óhugsandi, at Anru verður afturgoldin longu fyrsta árið á útróðri…