Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-02-20, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. februar 2020síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 21. FEBRUAR 2020 SOSIALURIN 22 21 in, men tað er bara tú, ið kanst gera endaligu broytingarnar. Við øðr­um orðum: hjálp til sjálvhjálp. – Tá vit gera tingini, so einfald sum gjørligt, kunnu vit geva kunda­num mest møguligt fyri peng­ar­nar. Vit minkað sostatt um­sitingarkostnaðin, leggur menn­ingarsjórin afturat. Tosa frítt í 23 londum Øll Tusass fartelefonhald, ið kosta 499 kr ella meira kunnu í løt­uni ringja og senda sms til og frá 23 ymiskum londum í Norð­ ur­am­er­ika og Evropa. Hetta talið av lond­um fer at vaksa við tíðini. Í he­s­um føri ganga bæði Føroyar og Grøn­land á odda í menningini av líkn­andi haldum í mun til aðr­ ar altjóða telefyritøkur. – Vit síggja at kundar eru sera væl nøgdir við hesa loysnina. Heim­urin letur seg meira og meira upp, og vit eru við til at gera tað enn lættari og tryggari at ferðast kring heimin við far­ tel­e­fon­ini. Av tí, at talan er um undangjald, so er man tryggari, tí man fær ikki nakra óvæntaða rokning aftan á uttan­lands­ ferðina, sum annars skjótt kann ger­ast dýr, sigur Eyðstein Jo­ hannesen. – Kundin kann samstundis broyta sítt hald, meðan hann ella hon eru uttanlands. Eitt nú kunnu tey økja nøgdina av dáta, um tørvur er á tí. Hetta verður gjørt lætt og skjótt á heimsíðuni og við gjaldskorti. Grønlendingar hava kortsíðani fingið flatrate Tað er ikki bara grønlendsku far­ tele­fon­haldini, sum hava upp­ livað eina kollvelting síðstu árini. Tað hevur internetið í Grønlandi eisi­ni. Fyrr skuldu kundar gjalda nógv­ar pengar fyri hvørja ein­ staka mynd, skjal, sang ella film, ið varð tikin niður av netinum, og tí varð ein ofta noyddur at av­ markað nýtsluna av int­er­n­e­t­i­ num. Men herfyri varð hetta broytt, tá grønlendingar fingu bjóðað flat­rate internet frá Tusass fyri fyrstu ferð. Hetta var á jólum í 2017. Heili 13 ár eftir, at føroyingar fingu fyrstu ferð bjóðað hetta sama slagi av interneti, har ein bara skal gjalda eitt fast mán­að­ ar­gjald fyri óavmarkað brúk av int­erneti og ikki eftir nøgdini av nýtsl­uni. Samstundis fór ferðin nógv upp og prísurin niður hjá flestu kundunum. – Grønlendingar hava tikið stak væl ímóti Tusass og teimum nýggju tænastunum, sum TELE- POST nú kann bjóða. Tusass hev­ur bara verið á marknaðinum síð­ani í desember 2016, men longu nú hava meira enn 34.000 brúk­arar valt at flyta frá teimum gomlu TELE-POST haldunum og yvir í Tusass., fortelur Eyð­ stein. – Í Nuuk hava tey havt ein sjó­kaðal í 10 ár, og ta tíðina hava tey, sum búgva í høvuðsstaðnum havt munandi skjótari internet enn í restin av landinum. Men í fjør fingu vit víðkað netverkið á vest­ur­síðuni í Grønlandi í sam­ starvi við Ericsson, sum hevur gjørt, at meira enn 92% av borg­ ar­unum í Grønlandi nú hava atgongd til skjótt internet. – Tað er ótrúliga flott klárað, um tú hugsar um, hvussu stórt land­ið veruliga er, og hvussu tor­ ført umhvørvið er at búgva í og at menna eitt slíkt netverk, legg­ ur Eyðstein afturat. Tey síðstu 8% av grøn­lend­ing­ um, sum ikki enn hava fingið at­ gongd til skjótt internet búgva í fylg­i­svein­aøkjunum. Hetta er í Norðurgrønlandi og í Eyst­ur­ grønlandi. Hesi økið er so av­ byrgd, og har búgva so fá fólk, at sam­band einans er umvegis dýr­ ar fylgisveinar. Tó verður arbeitt við framtíðar loysnum, sum skulu betra um tænasturnar í øki­num og vónandi økja um ferð­ina á internetinum – tó fram­vegis umvegis fylgisveinar. Hesi fólk kunna tó keypa somu Tus­ass fartelefonhald sum í rest­ ini av landinum. – Tað hevur verið mær ein gleði og heiður at vera við til at gera lívið eitt sindur betri og lætt­ari hjá grønlendska brúk­ar­a­ num. Tey hava í dag munandi betri og tryggari fartelefon- og int­er­nethald, ið veita eina nógv skjót­ari, bíligari og einklari tæn­ astu, enn áðrenn Tusass varð sett á stovn. Man kann ikki ann­ að enn fegnast um, at man slep­ pur at vera við til at gera ein mun í daglig degnum hjá fólki, sig­ur Eyðstein at enda. Lagt til rættis: Eirikur Lindenskov FAKTA  Í dag arbeiða umleið 400 fólk hjá TELE-POST. Av hesum eru umleið 10 føroyingar. Tað er grønlendska Sjálvstýrið, ið eigur fyritøkuna, sum hevur 19 telebúðir og posthús kring landið, meðan høvuðssætið liggur í Nuuk. Føroyski Kristian Reinert Davidsen er forstjóri og danska Stine Bosse er nevndarforkvinna. Eyðstein Johannesen, menningarstjóri hjá TELE-POST í Grønlandi