Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-02-20, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. februar 2020síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 21. FEBRUAR 2020 SOSIALURIN 22 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 20 – Tað skal vera líka lætt at keypa eitt Tusass hald sum at keypa ein pakka av havragrýni, sigur Eyð­stein Johannesen, sum er før­oysk­ur menningarstjóri í grøn­lendska TELE-POST. Lítillátni føroyingurin er upp­ havið til Tusass, ið er trý ára gamla undirbrandið hjá TELE- POST, sum hevur verið við til at koll­velta talgilda samfelagið í Grøn­landi. Hugtakið er einkult: Ein tæn­ asta í ymiskum støddum, eingin fjald ómaksgjøld, eingin rokning aft­an á at vøran er keypt og eing­in rykkjari. Lætt og greitt. Vel ta stødd, ið hóskar til tín og gjald síðani á netinum. Soleiðs sá tað ikki út, tá Eyð­ stein Johannesen tók við sum menn­ing­arstjóri hjá grønlendsku tele- og postfyritøkuni fyri næst­ an fýra árum síðani. Tá kundi grøn­lendski telekundi velja mill­ um eitt hav av ymiskum tel­e­ tæn­astum: Basic, Silver, Gold og Pre­m­ium, Mikineq, Mikisoq, Aku­l­leq, Angisooq og Anneq. Prís­urin var ymiskur í ymiskum bý­um. Ein rúgva av ó­maks­gjøld­ um fyri at stova eitt hald, ó­maks­ gjøld fyri at broyta eitt hald, ó­maks­gjald fyri at rykkja o.s.fr. Eyðstein Johannesen hevur drúgv­ar royndir innan tele­vinn­ u­grei­nina, har hann m.a. var við til at stovna fyritøkuna iCon­ cept, ið var fyrsta føroyska fyri­ tøk­an, ið bjóðaði flatrate int­er­ net í Føroyum í 2004. Seinni menti Eyðstein eisini Ver tæn­ astuna hjá Føroya Tele, ið minnir nógv um Tusass hjá TELE-POST. Tað eru hesar mongu roynd­ irnar í Føroyum, sum Eyðstein hev­ur tikið við sær til Grønlands og brúkt til at streymlinja tæ­n­ stu­úr­valið hjá grønlandska tele­ veit­ar­a­num, sum framvegis hev­ ur mono­pol á tele­fon ­mark­n­að­inum, meðan kap­p­ing í dag er á int­er­net­vei­t­ing­ini. – Øll Tusass fartelefonhald hava fría talu og sms. Síðani kann ein velja hvussu nógv dáta, ein vil hava afturat haldinum. Allir kund­ar gjalda beinanvegin við gjaldskorti á netinum so­ leiðis, at tey ikki skylda nakað aft­aná, at vøran er brúkt. Vit síggja, at nógvir kundar velj­a at byrja við at keypa eitt lítið hald við fríari talu og sms, men uttan dáta. Síðani víðka tey hald­ið við dáta seinni. Kundin kann síðani sjávur broyta nøgd­ ina á dáta á netinum, fortelur Eyð­stein Johannesen. Tusass ger fyritøkuna einfaldari Hesu einfaldu Tusass haldini gera eisini lívið lættari hjá TELE- POST. Fyritøkan sleppur udan at senda rokningar út, umsita brúk­ar­agjøld og rykkja kundar, ið ikki hava goldið fyri veitta tæn­astu. Kundatænastan hjá TELE-POST hevur møguleika at veg­leiða kundan, men hevur ikki møg­u­leika at broyta haldið. Hetta má kundin sjálvur skipa fyri á heimasíðuni tusass.gl – Tú kanst samanbera okkara starvs­fólk við starvsfólk á flog­ vøll­i­num, sum hjálpa tær við at tjekka inn. Tey vegleiða tær feg­ Talgilda Grønland FØROYINGUR KOLLVELTIR TALGILDA GRØNLAND Eyðstein Johannesen, sum eins og Kristian Davidsen, hevur eina fortíð hjá Føroya Tele, hevur staðið fyri menningini av nýggja breiðbands­tilboðnum til grønlendingar – sum nú eisini eru partur av talgilda heiminum