Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-02-20, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. februar 2020síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 21. FEBRUAR 2020 SOSIALURIN 22 30Dart: Føroyar eru á fyrsta sinni vertir fyri altjóða dartkapping, tá Tórshavn Darts Open og Faroe Islands Darts Open verða í komandi mánaði. Málið er nú at fáa nógvar luttakarar, so kappingin verður styrkismett í World Darts Federation TRÓNDUR ARGE T að hevur leingi verið málið hjá Dart­sam­ band Føroya at fáa altjóða viðurkenning í World Darts Federation. Tað hevur nú eydnast og næsta stigi er skipa fyri altjóða kappingum í Føroyum. - Tað er sera týdningarmikið, at vit øll dartáhugað í Føroyum lyfta kappingina í felag. Hetta hevur bæði týdning fyri kappingina í ár, men sanniliga eisini komandi árini. Tað er nevni­liga soleiðis, at komandi ár verður kappingin styrkismett eftir, hvussu luttakaratalið er í ár, siga fyrireikarnir av Tórs­ havn Darts Open og Faroe Is­ lands Darts Open. Kappingarnar Tórshavn Darts Open og Faroe Islands Darts Open verða 14. og 15. mars í Glasi. Gyltur møguleiki Tað eru Havnar Dartfelag (HDF) og Dartsamband Føroya (DSF), sum eru vertir fyri fyrstu altjóða dartkapping í Føroyum. Hetta er veruleiki, eftir at DSF fekk altjóða limaskap í World Darts Federation (WDF) í vetur. Hetta hevur verið málið hjá DSF, sum miðvíst hevur arbeitt fyri, fyrst at fáa limaskap sum menn­ingar­ sam­band undir ÍSF og síðani al­tjóða viðurkenning. Tað er Havn­ar Dartfelag, ið skipar fyri tí praktiska í sambandi við kapp­ ing­arnar. -Havnar Dartfelag hevur í átta ár á rað, miðvíst ment Tórs­ havn Darts Open til at blíva ein kapping við altjóða dámi. At geva øllum dartspælarum og dartáhugaðum í Føroyum møgu­ leikan at uppliva dartítróttina við allarbestu kørmum, sum vit síggja uttanlands, hevur verið langtíðarmálið við hesi kapp­ing frá byrjan. Samstundis var endamálið eisini, at fáa út­ lendskar spælarar til Føroya at spæla móti øllum áhugaðum í Før­oyum, siga fyrireikararnir. Ein partur av dartheiminum er vinningurin. Tað er nakað, sum kann lokka størri og betri dart­spælarar til kappingina. -Fíggjarliga er tað eisini eitt stórt tak at taka, tí vinningar skulu til fyri at hava eina kapp­ ing á altjóða stigi. Vit hava sett heilar 40.000,- krónur av til vinn­ingar í ár. Tað eru einamest privat­ar fyritøkur, sum hava veitt dyggan stuðul til hendan partin og fyriuttan henda stuðul var eingin kapping. Sam­stundis hava Tórshavnar Kom­muna, Glasir og nógv onn­ur stuðla okkum í hesum arbeiði­num, verður sagt úr Dart­sam­bandi­ num. Fleiri útlendskir spælarar vera við -Væl fyriskipað, nýggir fantast­ iskir banar og ikki minst nógv fitt og fyrikomandi fólk, sigur svenski dartspælarin, Roland Lengern, við dartsambandið. Roland spælir dagliga í Svøríki, men spælir samstundis við í PDCNB-tour. Hetta er norður­ lendski og baltiski parturin av PDC, sum eru felagsskapur, har tey flestu kenna eitt nú Peter Wright og Michael van Gerwen. Saman við Roland Lengern hava fleiri føroyingar seinnu árini eisini tikið lut í kappingum hjá PDCNB. -Roland Lengern og konan vóru við í Tórshavn Open 2019, har hann gjørdist nummar tvey hjá monnum og nummar tvey í tvímansleiki saman við Ís­lendska Vitor Charrua. Hann hevur boðað frá luttøku aftur í ár, men hesaferð tey tikið fleiri aðrar spælarar við úr Svøríki. So­statt kemur eitt rættiligt ferðalag úr Svøríki til kappingina í ár, siga fyrireikarnir. Kona Roland, Kristina Ny­ berg, ið eisini er virkin dart­spæl­ ari og sigur soleiðis um árisns kapp­ing. - Vit gleða okkum at koma aftur til Føroya og Tórshavn. Vit gleðast um góðu móttøkuna, sum vit fingu seinast, at vit hava lýst fyri hesi kappingini í Svøríki. Nú kemur ein bólkur upp á spælarar við til kappingina, sigur Kristina Nyberg. Øll kunnu luttaka Dartítrótturin hevði tað gott fram til aldarskiftið, tá áhugin fyri at spæla dart minkaði. Fyri nøkrum árum síðani kom ferð á dartítróttin. Altjóða kapp­ingar vunnu fram. HM og Premier League vóru at síggja í sjón­ varpi­num og við tí kom eisini áhug­in aftur í Føroyum. Nú er vónin at enn fleiri byrja at spæla ALTJÓÐA ALTJÓÐA KAPPINGAR KAPPINGAR Á Á FØROYSKARI JØRÐ FØROYSKARI JØRÐ