Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-02-20, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. februar 2020síða 31

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 21. FEBRUAR 2020 SOSIALURIN 22 31 dart og at fleiri halda seg fram til kapp­ingarnar. -Øll kunnu taka lut í hesum kappingum, nýbyrjarar einsvæl og meira royndir spælarar, hóast tað kann tykjast møtumikið at melda seg til, tá talan er um eina altjóða kapping, siga fyri­ reikarnir. Seinastu árini hava alsamt fleiri føroyskir spælarar leita sær avbjóðingar á høgum al­ tjóða stigi uttanlands. Føroyar er eisini blivin ein partur av lands­ liðs­arbeiðinum. Nú er møgu­leiki at royna hetta í Før­oyum. -Støðið í Føroyum er sera breitt. Nógvir spælarar, ið ein­ ans kasta nakrar pílar av og á. Síðan er ein stórur partur, sum reglu­liga spælir FM kappingar, og so ein minni bólkur, ið reglu­ liga hevur verið uttanlands og spælt á enn hægri støði, vísa fyri­reikarnir á og leggja afturat: - Tað, sum vit fyrst og fremst ynskja, er, at allir dartspælarar í Før­oyum, royndir sum óroyndir, melda til og taka av hesum møguleikanum. Glasir karmur kring kappingarnar Tað verður Glasir, sum verður karmur um dartkappingina viku­skiftið 13. til 15. mars. Hetta verður skipað soleiðis, at ítróttarhøllin á Glasi verður brúkt til flestu dystirnar, bólka­ spæl.Tó verða allar hálvfinalur og finalurnar spældar í Atrium. Hetta verður galdandi bæði leygar­dagin og sunnudagin. Til finalur­nar verður frásøgufólk og skerm­ar, so fólk veruliga kunnu fylgja við øllum dystunum. TRONDUR@SOSIALURIN.FO Á tta mans og seks kvinn­ur eru út­ tik­in til føroyska brutto­landsliðið í dart. Mans­landsliðið skal til Nordic Cup frá 28. apríl til 5. mai, meðan kvinnulandsliðið skal til Nordic Cup í Esbjerg frá 28. apríl til 5 mai. Dartsambandið skrivar, at norður­lendsku landsliðini eru í heims­flokki. Hjá kvinnum verður millum annað Vicky Prium úr Svøríki, sum gjørd­ ist heimsmeistari fyri ein­ stak­lingar í Japan í 2017. Hjá monnum eru verandi europa­ meistarar fyri lið úr Svøríki. Í 2008 gjørdist Danmark europameistarar og Finnland gjørdist heims­meistarar í 2005. -So tað verður ein stór upp­ gáva, hjá okkara lands­lið­um í Esbjerg seinast í apríl og fyrst í mai. Men vit koma at møta við sterkum landsliðum, so tað verður spennandi hvussu langt tað røkkur, skrivar Dart­ sambandið. Hjá monnum er teir út­ tiknu; Allan við Rætt, D16, Heri Kallsoy, D9, Jan McIntosh, Havnar Dartfelag, Jón Johan­ sen, Vága Dartfelag, Jørgin Meitelberg, Havnar Dartfelag, Pet­ur Thomsen, D16, Remy Gaard­lykke, D16, og Uni Árting úr Havnar Dartfelag. Hjá kvinnum eru tær út­tiknu; Annika Joensen, Dart Sandoy, Birthe Sikivat, Argja Dartfelag, Joan Edvør Thomasen, Vága Dart­felag, Lydia á Smið, Havnar Dart­ felag, Maibrit Hvíthamar, Havnar Dartfelag og Terja Ósa, Klaksvíkar Dartfelag. Endaliga landsliðið verður út­tikið 21. mars. TRONDUR@SOSIALURIN.FO Hesi eru út­ tikin til brutto­ landsliðið Klaksvíkskappingin: Leygardagin: Klokkan 13.30 NSÍ-B36 Klokkan 16.00 KÍ-Víkingur Sunnudagin: Klokkan 13.30 Dystur um 3. plássið Klokkan 16.00 Finalan U m vikuskiftið verð­ ur Klaks­víks­kapp­ ingin, sum í nógv­ar mátar er sein­asta fyri­reikingin undan lands­ kapp­ingini, sum byrjar 8. mars. Tað er KÍ, sum skipar fyri Klaksvíkskappingini og er altíð við. Síðani eru tað tey trý bestu mótstøðuliðini frá farna kapp­ ingarár. Til kappingina í ár hevur HB givið avboð, tí liðið skal á venj­ ingarlegu í Suðuroynni. HB bleiv nummar fýra í fjør og tí kemur nummar fimm, Víking­ ur, við. Luttakararnir í ár eru tí KÍ, B36, NSÍ og Víkingur. Luta­kast­ ið vil tað soleiðis, at NSÍ og B36 spæla tíðliga seinnapartin leygar­dagin, og KÍ tekur móti Vík­ingi klokkan 16. Síðani verða bronsu­dyst­ ir­nir og finalan sunnudagin. Bronsu­dysturin verður klokk­ an 13.30 og finalan klokkan 16. TRONDUR@SOSIALURIN.FO Fótbóltur: Klaksvíks­ kapping verður um vikuskiftið