Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-02-24, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. februar 2020síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 17. februar 2020 · Nr. 20 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ÓRÆTTVÍST Tað er órættvíst vit skulu hava 18 ára ald­urs­mark, held­ur lands­stýr­ is­mað­ur­in í skúl­ a­mál­um Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Nú fara vit at kanna møgu­ leikan fyri at teir næm­ing­ar­ nir á mið­náms­kúla, sum eru undir 18 ár, eisini kunnu fáa lestr­ar­stuðul á jøvnum føti við tey, sum eru yvir 18 ár. Tað sigur Jenis av Rana, lands­stýrismaður í skúla­ mál­um. Spurningurin um at eis­ini tey ungu undir 18 ár á mið­ náms­skúla, skuldi fáa lestr­ ar­stuð­ul, bleiv knappliga ein part­ur av valstríðnum, tá ið Jørg­en Niclasen, valevni fyri Fólk­a­flokk­inum, og nú­ ver­andi landsstýrismaður í fíggj­ar­mál­um, lovaði teimum ungu und­ir 18 ár, at tey eisini skuldi fáa lestrarstuðul. Tað gjørdi hann á veljara­ fundi á Glasi, fyri tendraðari mikrofon, og framman fyri hundr­að­tals næmingum og lær­ar­um. Men tá ið Fólkaflokkurin, Sam­bands­flokkurin og Mið­ flokkurin, skipaðu sam­ gongu, var ikki eitt orð um hetta í samgonguskjalinum. Og síðani hevur Jørgen Nicl­a­sen drigið í land aft­ur, tí fyrr í hesum mán­að­i­num segði hann við út­varps­støð­ ina, FM1, at samgongan fór at kanna málið, men hann kundi ikki lova teimum ungu und­ir 18 ár, at tey fara at fáa lestr­ar­stuð­ul. Og Jenis av Rana ásannar, at eft­ir sum tað ikki stendur í sam­gongu­skjalinum, hevur Jørg­en Niclasen ikki serliga góð kort í hondini, og kann ikki lova nakað á hesum øki. – Tað, sum er skrivað í sam­gonguskjalið, eru tiltøk, samgongan skal seta í verk. Men skulu vit taka onnur mál upp, krevst, at full semja er um tað í samgonguni, sig­ ur lands­stýrismaðurin. Og nú fer hann at kanna, um undirtøka er í sam­gong­ uni fyri at lata næmingar á mið­náms­s­kúla undir 18 ár, eisini fáa lestrarstuðul á jøvn­um føti við tey, sum eru eldri. Men av tí, at spurningurin um lestr­ar­stuðul til tey ungu und­ir 18 ár, ikki er nevnt í sam­gongu­skjalinum­, er tað held­ur ikki vist, at hetta val­ lyfti hjá Jørgeni Niclasen, verð­ur hildið, ásannar Jenis av Rana. Hava somu útreiðslur Sjálvur heldur Jenis av Rana, at tað er órættvíst at tað skal vera 18 ára aldursmark fyri at fáa lestrarstuðul. – Eg dugi væl at síggja, at tey, sum flyta heimaífrá í sam­bandi við útbúgving, hava meiri brúk fyri lestr­ar­ stuð­uli enn tey, sum verða búgv­andi heima. Men eg dugi ikki at síggja nakra grund fyri, at aldurin skal vera avgerandi, tí 17 ára gom­ul, og 18 ára gomul, sum eru í somu støðu, hava eisini somu útreiðslur, leggur hann aft­ur­at. Og Jenis av Rana sigur, at hetta er ein spurningur, hann fer at taka upp í sam­ gong­uni so skjótt, høvi býðst, fyri at vita, hvørja støðu hin­ ir flokkarnir hava til tað. – Ein grund ímóti at seta hetta í verk kundi verið, at tíð­ir­nar eru so góðar, at tey, sum vilja, hava allar møg­ u­leikar at arbeiða afturat lestr­i­num. – Men ein grund fyri at seta hetta í verk, kann nett­ upp eisini vera, at tíðirnar eru so góðar, at samfelagið eig­ur at hava ráð til at at javn­t­seta tey, sum eru undir 18 ár og tey, sum eru yvir 18 ár. Skulu tey ungu undir 18 ár fáa lestr­ar­stuð­ul, fer tað at kosta lands­kas­s­anum nakrar mill­i­ónir, men Jenis av Rana dug­ir ikki at síggja, hvørjar grundir, hinir flokkarnir skuldu havt fyri at vera ímóti tí, so góðar, sum tíðirnar eru. Skal ikki blandast saman Jørgen Niclasen hevur róð fram und­ir, at skulu tey, sum eru undir 18 ár, hava lestr­ ar­stuðul, eigur Landið sam­ stund­is at avtaka barna­frá­ drát­t­in fyri tey 17 ára gomlu. Fyrr fingu foreldrini barna­frád­rátt í skattinum til og við barn­ið varð 16 ár, men tá fingu tey ungu undir 18 ár, eis­ini lestr­ar­stuðul á jøvnum føti við tey, sum vóru yvir 18 ár. Men tá ið lógin varð broytt í 2000, so at tey ungu undir 18 ár, mistu lestrarstuðulin, fingu for­eldr­ini aftur fyri barna­frá­drátt í skattinum til barn­ið varð fylt 18 ár. Og Jørgen Niclasen held­ ur, at skulu tey, sum eru und­ir 18 ár, eisini fáa lestr­ar­ stuð­ul, skal skattalógin eisini broytast, so at vit fara aftur til tað gamla, at barn­a­frá­ drátt­ur bara verður latin til barn­ið er 16 ár. Men tað er Jenis av Rana ó­samdur í. Hann sigur, at hetta eru tvey ymisk mál og eiga ikki at verða blandað sam­an. Kannar møguleik teimum ungu mei VELDST UM Men hvussu nógv tað fer at kosta at lata ung undir 18 ár, fáa fullan lestr­ar­stuð­ ul, veldst um, hvussu nógv verð­ur drigið frá Áki Bertholdsen Skulu eisini teir næm­ing­ar­ nir, sum eru undir 18 ár, og sum ganga á miðnámsskúla, fáa full­an lestrarstuðul, fer tað at kosta landskassanum nakr­ar milliónir. Men hvussu nógvar milli­ ón­i­r tað fer at kosta, veldst alt um, hvussu nógv skal drag­ast frá áðrenn tey fáa lestr­ar­stuðul. Á Ungdómstinginum, sum var her­fyri, varð tað sam­tykt við stórum meiri­ luta, at øll, sum ganga á mið­ náms­skúla, skulu fáa lestr­ar­ stuð­il á jøvnum føti. Jenis av Rana, lands­ stýr­is­mað­ur í skúlamálum, sigur, at í tí sam­bandi hevur Studni rokna seg fram til, hvussu nogv tað fer at kosta. Fyrr fingu allir næmingar lestr­ar­stuðul, men tá fingu for­eldr­ini bara barnafrádrátt í skatt­inum til og við barnið er 16 ár. Men í 2000 varð hetta broytt – og tað var eitt ein­ mælt Løgting, sum broytti tað. Ístaðin fyri at fáa lestr­ ar­stuð­ul, skuldu næmingar á mið­náms­skúla undir 18 ár, held­ur fáa ein bókastuðul – og fluttu tey heimaífrá, kundu tey eisini fáa stuðul til upp­i­hald. Men samstundis varð skatta­lóg­in eisini broytt, so­ leið­is at foreldur fingu barn­ a­frá­drátt til børnini vóru fylt 18 ár. Kostar 12,9 milliónir Í løtuni fáa næmingar á mið­ náms­skúla, og sum eru yvir 18 ár, 1.880 krónur í stuðuli um mán­aðin og næmingar, sum eru fluttir heimanífrá, fáa 3.903 krónir í stuðuli um mán­aðin. Men stuðul verður bara gold­in í 11 mánaðir, tí tá Fer at kosta landinum nakrar Hetta er ein spurn­ing­ ur, hann fer at taka upp í samgonguni so skjótt, høvi býðst« Hetta eru ymisk mál og eiga ikki at verða bland­að sam­an« Miðnámsskúlanæmingar – kanska av valfundinum á Glasi, ella okkurt sovorðið