Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-02-24, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. februar 2020síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 17. februar 2020 · Nr. 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 an at geva ri pengar ið næm­ingarnir eru í summ­ ar­frí, fáa teir heldur ikki studn­ing. Studni vísir á, at í ár eru tað ein­ir 800 næmingar undir 18 ár, sum fáa bókastuðul. Hann er 3.726 krónur um ár­ið og sostatt kostar hetta lands­ kass­a­num tríggjar milliónir um árið. – Tað eru umleið 20 næm­ ingar, sum eru undir 18 ár, og sum fáa studning til upp­ ihald. Hann er 2.603 krón­ur um mánaðin í 11 mán­aðir, og sostatt kostar tað lands­ kass­a­num 600.000 krónur um árið Sostsatt kostar bóka­stuð­ ul og studningur til uppihald til næmingar undir 18 ár, lands­kass­a­num 3,6 milliónir um árið. Skuldu hesir næmingarnir fing­ið 1.880 krónur um lestr­ ar­stuð­uli um mánaðin sum heima­búgv­andi, hevði tað kost­að landskassanum 16,5 milli­ónir um árið. Sostatt fer tað at kosta lands­kass­anum 12,9 milliónir krón­ur meiri. Men eru tað fleiri av teimum, sum flyta heim­an­íf­rá, er studningurin væl hægri, og so verður út­ reiðsl­an tað størri. Annars hevur Studni talt saman, at sum heild eru tað 947 mið­náms­skúl­anæmingar yvir 18 ár, sum búgva heima og teir fáa 1.880 krónur í lestr­ar­stuðuli um mánaðin, ella til­sam­ans 19,5 milliónir um árið. Tað eru 257 næmingar yvir 18 ár, sum eru fluttir heim­an­ífrá og teir fáa 3.903 krónur í lestrarstuðuli um mán­að­in, ella 11 milliónir um ári­ð í lestrarstuðuli. Missa barnafrádrátt ístaðin Jørgen Niclasen, lands­stýr­is­ maður í fíggjarmálum, hev­ur víst á í út­varps­tíð­ind­u­num ­á FM1, at skulu næm­in­g­ar­nir undir 18 ár eisini fáa lestr­ ar­stuð­ul, skal støða eisini tak­ast til, um at fara aftur til gomlu skipanini, har foreldur bara fingið barnafrádrátt til og við børnini eru 16 ár. Barnafrádrátturin er 6.500 krón­ur um árið fyri hvørt barnið, til barnið fyllir 18 ár. – Tað, sum eg kundi hugsa mær, er, at foreldur eiga at fáa barna­frádrátt til børnini fara úr fólka­skúl­a­num og so eig­ur tað at halda uppat. Fara børnini so á mið­ náms­skúla, eiga tey at fáa lestr­ar­stuðul á jøvnum føti við øll onnur, men fara tey í ar­beiðslívið, er tað ikki ordi­l­iga nøkur meining í at for­eldr­ini eisini skulu fáa barna­frádrátt, segði Jørgen Nicla­sen við FM1. Tað fer at geva lands­kass­ a­num nakrar sparingar og so verða útreiðslurnar av at geva øllum lestrarstuðul, at verða tað minni enn tær ann­ ars høvdu verið. Men sum tað sæst í aðr­ ari grein her í blaðnum um sama evni, er Jenis av Rana, landsstýrismaður í skúla­ mál­um, ikki samdur við lands­stýrismannin í fíggj­ar­ mál­um um at avtaka barna­ frá­drátt­in fyri tey 17 ára gomlu. Áki Bertholdsen Tað hevur hent seg av og á hesi seinastu árini, at politikarar hava reist mál­ið um at lata tey ungu und­ir 18 ár eisini fáa lestr­ar­stuð­ ul. Men tað hevur verið tá ið teir hava sitið í andsøðu, og ikki hava havt makt til at gera nakað við tað. Fyrr fingu allir næm­ing­ ar á miðnámsskúla lestr­ ar­stuðul. Men í 1999 legði Høgni Hoydal, sum røkti starvið sum lands­stýr­is­ mað­ur í skúlamálum, upp­ skot fyri Løgtingið um at broyta reglurnar. Eftir nýggju reglurnar skuldu næmingar undir 18 ár ikki fáa lestrarstuðul. Í­stað­in skuldu teir fáa bóka­stuð­ul, og fluttu teir heim­an­ífrá, skuldu teir eis­ini kunna fáa stuðul til upp­i­hald. Fyrr fingu foreldur barn­a­frá­drátt í skattinum til og við børnini og vóru 16 ár. Men tá ið reglurnar um lestr­ar­stuðul varð broytt, varð skattalógin broytt, so­leiðis at foreldur eisini fingu barnadrádrátt fyri børn­ini tá ið tey vóru 17 ár og til tey fylti 18 ár. Tað var ein einmælt Løg­ting, sum samtykti nýggju reglurnar, tí bæði sam­gonga og andstøða, at­ kvøddu fyri, tí semja var um, at samanumtikið var hetta ein fyrimunur fyri teir næmingar, sum vóru und­ir 18 ár. Hetta var eisini í sam­ svari við tilmæli frá eini fakl­igari nevnd, sum hevði kann­að málið. Síðani hevur málið ver­ið frammi av og ár. Í 2012 reisti Høgni Hoydal málið í ein­ um fyrispurningi til Bjørn Kalsø, sum tá var lands­ stýr­is­maður í skúla­mál­um. Høgni Hoydal førdu fram, at skip­an­in, sum er í gildi, elvir til stór­an mismun ímillum næm­ing­ ar. Bjørn Kalsø svaraði at hann ætlaði sær ikki at broyta reglurnar. Hann segði, at foreldur hava á­byrgd­ina av børnunum til tey fylla 18 ár og Løgtingið var kom­ið til ta niðurstøðu, at for­eldur eiga at fáa barna­frá­drátt so leingi tey hava ábyrgd av børnunum. Og í 2018 legði Jørgen Nicla­sen uppskot fyri Løg­ ting­ið um at næmingar und­ir 18 ár skuldi fáa lestr­ ar­stuð­ul – Sjálvandi skulu mið­ náms­næmi­ng­ar viðgerast eins og lestr­arstuðulin skal sjálv­andi verða tann sami. Alt annað er mismunur, segði Jørgen Niclasen. milliónir um árið Hava tosað um tað nakrar ferðir Ólogiskt: Eg dugi ikki at síggja nakra grund fyri, at aldurin skal vera avgerandi, tí ein 17 ára gamal hevur somu útreiðslur sum ein 18 ára gamal, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum Tað eru einir 800 næmingar á mi­ð­náms­ skúla, sum sum eru und­ir 18 ár, og sum so­statt ikki fáa lestr­ar­ stuð­ul« Fara tey í ar­beiðs­ lívið, er tað ikki ordi­liga nøkur mein­ ing í at for­ eldr­ini eisini skulu fáa bar­na­frá­ drátt«