Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-02-24, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. februar 2020síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 17. februar 2020 · Nr. 20 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Dávur Winther Nógv ymisk tiltøk hava verið á skrá, og hava tey verið væl vitj­aði øll. Talan hevur verið um ein rúgv­us­mikla skrá við 56 ym­ isk­um tiltøkum á skrá. Smæran og Miðhøllin á Skúla­trøð kunnu sigast at hava verið høvuðspallarnir, tó at nógv onnur tiltøk hava ver­ið runt um í býnum, har sjó­vinnan so ella so hevur ver­ið á skrá. Dragin, Húsarhaldsskúli Før­oyar, Gamla Seglhúsið, Klaks­víkar Sjúkrahús, At­ lant­is, Spaniastova, Café Glor­ia, Klaksvíkar Bókasavn, Svimj­i­høllin, Betri, Betesda og Christ­ianskirkjan og fleiri við teimum hava verið pall­ ar­nir á Torra­døg­u­num, sum vit eru takksom fyri. Leygardagin vóru 140 fólk og hugdu at filminum, Trol­ menn í Miðhøllini á Skúla­ trøð, sum Zacharis Hammer hev­ur klipt saman úr eini stóri sjónvarpsrøð, sum verð­ ur víst seinni. Eftir filmin var ein á­huga­ verd framløga og prát um rækju­veiðuna, sum tók seg upp saman við John Dam og Vest­ur­varða. Tá ið Vesturvarði seint á heysti í 1969 skeyt rækj­u­trol­ ið norðuri við Rivkoll í Vest­ ur­grønlandi, hevði helst fáur var­hugan av, at hetta skuldi gerast byrjanin til eina gull­ tíð hjá hesin partinum av før­oyska fiskiflotanum. Tann fyrsti rækjutúrurin var mest at meta sum ein roynd, men síðani eydn­að­ist tað at fáa gongd á fiski­skap­ in. Mið­skeiðis í sjeytiárunum vaks rækju­flotin skjótt og TORRADAGAR Í KLAKSVÍK VÓRU VÆL Helgi Jacobsen, rit­høvundi hug­ leiddi leyg­ar­dag­ in í Mið­høllinin um rækjusøguna Dávur Winther John Dam var vest­menn­ing­ ur, vaks upp í Vestmanna, tímdi ikki væl at ganga leingi í skúla og fór til skips sum 13 ára gam­al. Men hann tímdi kort­ini at læra til tað skipara, sum var tað neyðuga tá. Hann gjørdist skipari 22 ára gam­al og tá hann hevði ført skip í nøkur ár, tá ið hann fór á stýr­imansskúla. John gjørdi nógv und­ar­ ligt, sum helst er eyðkenni fyri fólk, ið bróta upp úr nýggj­um. Hann var vorð­in for­lov­aður við Unn Nicl­a­sen, dót­t­ir Zacharis á Skipa­fel­ ag­num, eitt ár eftir at hann var lið­ug­ur sum skipari. Tey gift­ust eitt leygarkvøld í 1953 í juli. Eingin í familjuni visti av, at tey blivu gift og tað finst eingin brúðarmynd av teim­um. Fame John førdi millum annað Fame í nøkur ár til hann fór á stýr­imans­skúlan. Hann var vorð­in giftur við dóttir Zach­ aris á Skipafelagnum, og helst skuldi hann lyfta arv­in og fara í farma- ella hand­ils­ vinn­una. Og so var, hann fór út í verðina at sigla og nógv­ ar søgur eru frá tí tíðini. Men John treivst ikki í hand­ils­vinnuni. John Dam vildi á hemaraveiðu, tá hann frætti um at Jóhan í Hoy­ vík og aðrir høvdu ver­ið á hemaraveiðu undir Før­oy­ um. Zacharias á Skip­a­fel­ag­ num lat aðrar gera onkrar roynd­ir eftir hemara áðrenn Bak­ur kom, og Zacharis bað Óla Foss­a­berg á Stykkinum fara út við skonnartini Hvít­ a­bjørn at royna eftir hemara. Fossa­berg fór og teir royndu í 14 dag­ar men fingu ongan. Zacharis bað teir fara út eina ferð afturat, og tá fingu teir ein hemara. So fóru teir út­aftur triðju ferð. »Um tú trýrt tí ella ikki,« segði Zacharias á Skipa­fel­ ag­num, »hesa ferð komu teir inn­aftur við hálvum øðr­um hemara. - Teir høvdu roynt so leingi og høvdu ong­an mat eftir, og tí høvdu teir et­ ið helvtina av tí eina hem­ar­ a­num.« Tá hemarin minkaði og prís­ur­in lækkaði í Italia, tí so nóg kyksilvur var í kjøti­num, fóru John og Bakur í 1965 at royna eftir laksi í Vest­ur­ grøn­landi, bæði við línu og við gør­n­um. Laksaveiðan fekk ikki frið. Tráðu­fiskarafelagsskapurin við góðari hjálp frá Bing Cros­by fóru heilt til am­erik­ ansku stjórnina og Richard Nix­on, sum skrivaði undir, at góv­ust skipini ikki við laksa­ veið­uni áðrenn 1975, fór USA at lýsa handilsbann móti Dan­mark og Føroyum. Rækjufiskiskapin So eingin framtíð var í laks­ inum, tá John Dam í høvd­ i­num var liðugur at tekna nýggja Vesturvarða. Men laks­urin var fiskurin, sum op­in­beraði rækjufiskiskapin fyri John. Rækjur og lodnu høvdu grøn­lendingar veitt í langar tíð­ir inni land - og so nær stóðu rækjur og lodna stund­ um, at tað var bara at hóva upp í sjónum, til gleði fyri bæði fólk og hundar. - Men úti á havinum hevði John Dam sæð hesar stóru rækj­ ur­nar í rúgvuvís vella út úr kjaf­t­i­num á laksinum, tá hann kom at borði. Tað serliga í 1969 var at hi­ t­in í sjónum nærkaðist null­ punkt­inum. Ringt fyri tosk­ in, men sera gott rækjurnar, tí teirra ringasti fíggindi, tosk­ur­in, ikki longur legðist á at eta tær, nú toskurin var rýmdur. So byggja teir Vestur­ varða í Nor­eg. Skipið skuldi vera skrædda­ra­seym­að til rækju­veiðu, men ætlanin var eisini at hava møguleika at royna við línu og gørnum, m. a. eftir laksi. Vanliga skuldi Bú­skap­ar­ ráð­ið tá siga gott fyri ve­ð­ hald­um og lánum. Men tað var ikki besta skoðsmáli, ætl­anin hjá John Dam og hin­um eig­ar­u­num fekk frá manningini í Bú­skap­ar­ráð­ num. Knút Nolsøe sigur seg minn­ast, at hann royndi at greiða frá, hvat ætlanin var við Vest­ur­varða. At ætlanin var at veiða rækjur. Og Knút royndi so at greiða teimum frá, hvussu ein rækja sá út og so fram­vegis. Hann hevur tá, sum nat­ úr­ligt hevur verið, eftir besta førimuni givið eina for­klár­ ing, hvat ein rækja var. »Og tá minnist eg so týð­i­liga, at hesin maðurin, sum hevði við fígging at gera í Bú­ skapar­ráð­num, segði at nú vóru før­oy­ing­ar blivn­ir ør­ ir í høvd­i­num: At fara yvir til Grøn­lands við trolara at fiska flug­ur. At hann nevndi navni fluga komst av, at hann fekk at vita, at rækja var skikk­að nakað sum ein mar­fluga, og hana kendi man so í Før­oyum,« hevur Knút Nolsøe greitt frá. John lat eyguni upp á noregsmunnum Í 1969 fór John undir eina veiðu, sum skuldi vísa seg at ger­ast størsta ævintýrvinna í før­oysku fiskivinnusøguni, fyrst og fremst tí rækjur vóru ein so dýr rávøra. Ein heilt onnur søga er so tann, at tá Vest­ur­varði var bygdur á Sø­viks­nes í Noreg, lat tað eyg­uni upp á norðmonnum fyri veiðu eftir rækjum á víð­ um havi. Vesturvarði var 104 føtur lang­ur, 24 føtur breiður og 12 føt­ur djúpur undir høv­uðs­ dekk­i­num. Hann var yv­ir­ dekk­að­ur, hevði frystilast og kundi taka 83 tons. Maskinan var ikki stór til ein trolara, góðar 460 hestar. Pláss var fyri 12 monnum. Vesturvarði JOHN DAM OG RÆKJUSØGAN Kjartan Joensen, Ejler Jacobsen og Trygvi Laksafoss Helgi Jacobsen, rithøvudnur, hugleiddi um rækjusøguna Vesturvarði í Grønlandi Tá Tórbjørn Jacobsen var lands­stýr­is­maður í ment­ a­mál­um, reisti hann í 2001 John Dam eina bringumynd í Fisk­i­vinn­u­skúlanum í Vest­ manna – John Dam var fødd­ ur í 1931 og andaðist í 2002 John Dam, skipari og reiðari, var føddur í Vestmanna í 1931. Hann búði í Hoydølum og doyði í 2002, 70 ára gamal