mánadagur 24. februar 2020síða 13
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 24. februar 2020 · Nr. 23
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TOPP-4
TOPP-4-HURÐIN
-HURÐIN
Á VÍÐUM VEGGI
Á VÍÐUM VEGGI
Sjúrður Hildarson Hoydal
Sjey minuttir fyri leiklok í
dystinum
ímillum
KÍF
og
Neistin tykist alt avgjørt. Eitt
sera skert KÍF-lið uttan Hans
Eli Sigurbjørnsson og Ása Dam
er aftanfyri 20-17 ímóti Neista
num, og fer nú at vera fýra stig
frá avgerandi fjórða plássinum
í Okkaradeildini við bert fýra
dystum eftir at leika.
Men so kopppar alt á høvdið
í
einum
sera
óruddiligum
dystarenda, har liðini skiftast
um at tveita bóltarnar burtur
og fáa býttar útvísingar. Og tað
eru kollfirðingar, ið taka av. Við
javnleiki tá ið hálvur minuttur
er eftir at leika, vil Neistin hava
bæði stigini, men tað kostar.
Skotið verður bjargað og KÍF
sendir bóltin fram til Hørð
Sigþórsson, sum skorar til 22-21
í evstu løtu.
Fagnaðurin er øgiligur og tað
er væl skilligt. Nú er KÍF bert
tvey stig frá avgerandi fjórða
plássinum – og trý stig frá
næstfremsta plássi.
- Hetta er tað stuttliga
Á Skála vinnur StÍF tryggan 27-
24 sigur á Kyndli, sum sleppur
at pynta um úrslitið í seinastu
løtunum. Munurin var størstur,
tá ið StÍF var níggju mál á odda
fyrst í seinna hálvleiki.
Eftir dystin á Skála prátar
Ítrottarsosialurin við Martin
Danielsen og Jóannes Prestá úr
StÍF. Høvi verður at fylgja við
í dystarendanum í Kollafirði,
har KÍF vinnur í evstu løtu.
Teir tykjast ikki at leggja tað
stóra í hetta úrslitið, hóast teir
ásanna, at hálvfinaluplássið
hevði sæð tryggari út, um
Neistin hevði vunnið. Men
fyrst og fremst gleða teir seg
um ein góðan og týðandi sigur
á Kyndli, og at fleiri leikarar eru
vendir aftur eftir skaða.
- Tað er stuttligt at síggja
StÍF aftur á toppinum, men
tað er súrt at sita uttanfyri og
hyggja at, sigur Martin Daniel
sen, sum gjørdist toppskjútti
tá ið StÍF vann á Kyndli sunnu
dagin.
- Tað er fantastiskt at vera
við aftur og fáa tvey stig, sigur
Martin Danielsen, sum spældi
sín fyrsta dyst í fleiri mánaðar –
og takkaði fyri við sjey málum.
Spælskiparin hjá StÍF greiðir
frá, at hann hevur stríðst við
skaða alt kappingarárið, og
hann er fegin um sítt avrik, nú
hann fekk fitt av tíð í álopinum.
- Tað er altíð stuttligt at koma
inn. Vit hava eina grótharða
verju og ein málmann, sum
stendur ekstremt væl, og tað
gevur yvirskot uppi í álopinum,
sigur Martin Danielsen.
Liðfelagin, Jóannes Prestá,
er fegin um avrikið hjá Martini
eisini. - Hann kemur inn og ger
tað sum hann dugir væl. Stend
ur verjan fløt, so bumbar hann
bara til. Og Kyndil stendur ofta
flatt, so tað riggar væl í dag.
- Vit eru grammir í dag. Tað
var øgiliga umráðandi at vit
komu í gongd aftur og fingu
tvey stig, sigur Jóannes, sum
nú kann gleða seg til eitt tætt
stríð um hálvfinalur í seinastu
fýra dystunum.
At KÍF vinnur á Neistanum
leggur hann einki í. - Vit hugsa
bara um okkara avrik. Vit
skulu bara vinna nakrar dystir
afturat, so tryggja vit tað
sjálvir, staðfestir StÍF-bakk
urin.
Martin Danielsen gleðir seg
eisini :
- Hetta er tað stuttliga. At
spæla teir umráðandi dystir
nar. Tað er tí tú spælir hond
bólt, sigur afturvendi spæl
skiparin.
Super-sunnudagur
nú komandi
Nú sunnudagin verður enn
ein partur av søguni um hálv
finalustríðið
skrivaður.
Tá
skulu júst tey fýra stríðandi
liðini hittast innanhýsis.
Í Vestmanna verður stríð
ið ímillum VÍF og KÍF, meðan
Neistin og StÍF bresta saman í
Havn. Nógv verður avgjørt tá,
men ikki alt. Hondbóltsfjepp
arar kunnu eisini skriva sær
dagin 11. mars niður. Tá spæla
VÍF og Neistin í Vestmanna.
StÍF og KÍF spæla sín seinasta
dyst í grundspælinum á Skála
22. mars.
Trý stig skilja fýra hálvfinalubiðlar í
Okkaradeildini – Fýra dystir eftir
Leikarin hesa vikuna:
VB – Neistin 17-27
VB: Slobodanka Bandobranski 9, Rannvá Johannesen 5, Bára
K. Mortensen 1, Dajana Komenda 1, Vár Brattalíð 1
Neistin: Gunnfríð Nólsoy 10, Marjun Danberg 6,
Hjørdis Viðstein, Barbara Johannesen 2, Brynja Høj
2, Sólbjørt Høj 2, Ingunn Kristina Persson 2
StÍF – Kyndil 24-32
StÍF: Haruka Gima 6, Mao Otani 6, Yuiko Kurimoto
5, Rebekka Zachariasen 3, Karina Berg Høgnesen
2, Kristina B. Mikkelsen 1, Ingijbjørg Kass 1
Kyndil: Natasja Hammer 13, Bára Krossteig Hansen
7, Emma Hansdóttir 4, Anja Eliasen 3, Bjørt Krossteig
2, Beinta Bárðardóttir 2, Sólja Poulsen 1
Stjørnan – VÍF 20-25
Stjørnan: Sonja Lava Sirdal 5, Jansy Jacobsen 4, Tóra J.
Norðá 2, Katrin Bertholdsen 2, Tóra Eliasen 3, Monika
Jacobsen 2, Maria Biskopstø 1, Óluva A. Joensen 1
VÍF: Durita C. Jojic 10, Ró Nielsen 4, Ingibjørg Olsen
3, Randi Virgarsdóttir 3, Heidi Maria Akselsen 2, Lív
Ingdórsdóttir 1, Halla Hansen 1, Ivana Meinche 1
Máltindurin
1
Haruka Gima
StÍF
101
2
Marita Mortensen
H71
100
3
Ingunn Kristina Persson
Neistin
93
4
Tóra Eliasen
Stjørnan
83
5
Maria Halsdóttir Weyhe
H71
81
6
Durita C. Jojic
VÍF
77
7
Súna Krossteig Hansen
Kyndil
75
8
Agnas Olsen
VÍF
72
9
Jansy Jacoben
Stjørnan
66
10
Turið Arge Samuelsen
Kyndil
65
KÍF – Neistin 22-21
KÍF: Nicklas Selvig 8, Andrias Nielsen 4, Rúni Joensen
3, Hørður F. Sigþórsson 2. Rani A. Højgaard 2, Atli L.
Hammer 1, Teitur Joensen 1, Pætur Debes 1.
Neistin: Dánjal Ragnarsson 6, Jonn Rói Torfinsson 5, Tróndur
Mikkelsen 3, Rasmus Søby 3, Kristjan Dulavík 1, Julian
Kragesteen 1, Herbjørn Lava 1, Johannes Bjørgvin 1
StÍF – Kyndil 27-24
StÍF: Martin Danielsen 7, Pætur Johansen 6, Jógvan G.
Joensen 4, Jóannes Prestá 3, Pætur Barclay 3, Jvan Mrdalo
1, Eli Hansen 1, Steinar Prestá 1, Sveinur Justinussen 1
Kyndil: Anders Risdal 8, Tummas Pauli Hanusarson 4, Hjalti
Mohr Jacobsen 3, John í Innistovu 3, Tróndur Wardum 3, Jóan
Pauli Patursson 1, Ovi Lützen 1, Kristoffur Bjørgvin 1
Team Klaksvík – VÍF 17-30
Team Klaksvík: Sàmal á Tjaldrafløtti 5, Ludvík Súnason 5,
Vilhelm Vilhelmsen 2, Beinir Johannesen 1, Jan Eli Ragnarsson
1, Kjartan á Gravarbø 1, Jens Pauli Mohr 1, Steffan Kalsø 1
VÍF: Jóhan í Garðastovu 11, Filip Jojic 5, Heini á Heygum 4, Sjúrður
Olsen 4, Andrias Eriksen 3, Magnus Müller 2, Hallur Arason 1
Máltindurin
Filip Jojic
VÍF
135
Nicklas Selvig
KÍF
98
Dánjal Ragnarsson
Neistin
87
Hjalti Mohr Jacobsen
Kyndil
79
Tróndur Mikkelsen
Neistin
75
Peter Krogh
H71
74
Sjúrður Olsen
VÍF
73
Kaito Nakahodo
Team Klaksvík
73
Rasmus Søby
Neistin
70
Anders Risdal
Kyndil
67
HONDBÓLTUR
SMS-deildin støðan
NUMMAR
LIÐ
DYSTIR
V.M.
T.M.
MUNUR
STIG
1
Kyndil
14
376
281
95
22
2
VÍF
15
407
349
58
22
3
Neistin
15
368
312
56
20
4
H71
14
386
322
64
18
5
Stjørnan
15
356
410
-54
9
6
StÍF
15
339
437
-98
7
7
VB
14
300
421
-12
4
SMS-deildin støðan
NUMMAR
LIÐ
DYSTIR
V.M.
T.M.
MUNUR
STIG
1
H71
13
373
299
74
22
2
VÍF
14
399
365
34
18
3
StÍF
14
390
391
-1
17
4
Neistin
14
370
336
34
16
5
KÍF
14
370
343
27
15
6
Kyndil
13
330
347
-17
8
7
Team Klaksvík 14
288
439
-151
0
NATASJA HAMMER – KYNDIL
Sosialurin gav eitt hondbóltsblað út við kappingarbyrjan,
har Bárður Johannesen, Kyndilsvenjari millum annað
svaraði spurninginum um hvør skuldi taka yvir eftir
at Føroya besti leikari í undanfarna kappingarárið,
Marianna G. Eystberg var farin av landinum.
Kyndilsvenjarin segði at tað bar ikki til at bara
finna eina nýggja Marionnu, men at Natasja
Hammer fór at fáa meginpartin av leiktíðini.
- Vit vænta okkum nógv av henni, men hon er
altso bert 16 ár enn, segði venjarin tá. Alt hetta
kappingarárið hevur Natasja so spælt fast á
bakkinum, og sunnudagin fekk hon bestu úrtøkuna.
13 mál setti Natasja í StÍF-málið á Skála sunnudagin.
Einki brostskast. Øll úr opnum spæli.
NICKLAS SELVIG – KÍF
KÍF-sigurin á Neistanum var fyrst og fremst eitt liðavrik.
KÍF vinnur ikki dystin uttan eitt øgiligt verjuavrik, Joakim
Jürs í málinum og allar teir, sum bjóða seg til í álopinum.
Og tað var neyðugt, tí KÍF var uttan bæði Hans Eli
Sigurbjørnsson og Ása Dam. So KÍF mátti hugsa øðrvísi.
Nú er Rúni Joensen brádliga spælskipari, meðan Andrias
Nielsen spælir meginpartin av dystinum á høgra bakki
og so kann Nicklas Selvig taka útgangsstøði á vonginum.
Tað er hann best til av øllum í Føroyum, og takkar fyri
við átta málum– bæði av vongi og tá ið hann dregur inn í
vøllin. Og ikki minst skjótálopini, har ábyrgdin eftir Hans
Eli verður lyft. Og so er tað yvirhøvur vorðið sum avrik at
seta átta mál inn um Nicholas Satchwell henda dagin.