mánadagur 24. februar 2020síða 14
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 24. februar 2020 · Nr. 23
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FÓTBÓLTUR
Jóannes Hansen
Úrslitið sigur, at tað var av
greiðsluspurningur
og
lítil
kapping, tá ið KÍ í finaluni í
Klaksvíkskappingini
í
gjár
vann 9-1 ímóti NSÍ.
Á NSÍ liðnum var málverjin
Tórður Thomsen tann einasti
millum teir fyrstu ellivu, sum
var á liðnum leygardagin, tá ið
NSÍ vann 2-0 ímóti B36. Tá var
NSÍ soleiðis mannað, sum tað
kann roknast við, at liðið fer at
verða mannað annan sunnu
dag, tá ið fyrsta umfar í lands
kappingini verður.
Eftir fyrra hálvleik var 6-1 til
heimaliðið, og eftir steðgin sást
einki til Tórð Thomsen.
Í fjør var Kristian Joensen
málverji hjá KÍ. Hann vardi
KÍ málið leygardagin, tá ið
klaksvíkingar vunnu 3-1 ímóti
Víkingi.
Í gjár vardi Meinhardt P.
Joensen málið hjá KÍ. Tað var
merkisvert, tí Meinhardt hevur
ikki spælt fótbólt síðani mitt í
juni.
-Kenslan var góð, tá ið eg í
gjár fyrireikaði meg at spæla.
15. juni vardi eg málið í Gunda
dali, tá ið næstbesta liðið hjá
okkum vann 4-1 ímóti HB. Síð
ani havi eg ikki verið førur fyri
at spæla. Eg havi verið darv
aður av knæskaða. Í fyrstu at
løgu varð hildið, at tað var ikki
neyðugt við skurðviðgerð. Tað
var tað kortini, og tað tók langa
tíð at endurvenja. Nú kenni eg
meg heilt birgan aftur, greiðir
Meinhardt Pállsson Joensen
frá.
Hetta er ikki fyrsta ferðin,
at veteranmálverjin hevur ver
ið darvaður av knæskaða. Tvær
ferðir áður er hann skurðvið
gjørdur fyri skaða í meniski
num.
Veturanur við vónum
Meinhardt P. Joensen er føddur
27. november í 1979. Hann
rundaði tey 40 fyri tveimum
mánaðum síðani. Tá plaga teir
flestu at vera uttanfyri girð
ingina. Men Meinhardt hevur
framvegis góðan hug at venja,
og hann droymir framvegis um
at spæla í fremstu røð.
Í fjør var hann fyrsta val
millum KÍ stólparnar í trimum
teimum
fyrstu
landskapp
ingardystunum, men eftir 2-1
heimasigurin ímóti EB/Streymi
31. mars vann Kristian Joensen
plássið, og hann stóð seg so
mikið væl, at hann varð kosin
ársins málverji og var í lands
liðshópinum.
27 ára gamli Kristian Joen
sen
hevur
skrivað
undir
nýggjan sáttmála, sum knýtir
hann at KÍ í fleiri ár. Tí er tað
í løtuni lítið, sum talar fyri, at
Meinhardt P. Joensen aftur fer
at vinna plássið millum stólp
arnar á besta liðnum.
-Tað er hugurin, sum drívur
verkið. Mær dámar væl at
venja og at vera væl fyri. Tað
er bara eitt pláss at kappast
um. Tað er neyðugt, at tað eru
fleiri enn ein málverji, um talan
skal vera um kapping, og hóast
luturin er at sita á beinkinum
á besta liðnum, so skal eyka
málverjin støðugt vera klárur
at verða fyrsti málverji, um
nú hinum berst frá. Eg tími at
venja og kappast, og eg vóni
framvegis at sleppa framat á
besta liðnum, sigur Meinhardt
P. Joensen.
Higartil hevur hann sam
bært faroesoccer.com spælt 329
dystir í bestu landskappingini,
42 dystir um løgmanssteypið,
tveir stórsteypadystir og 12
dystir í europeisku kapping
unum.
Fyri
tað
mesta
hevur
hann
umboðað
barndómsfelagið
í
Klaksvík, men hann hevur
eisini spælt í B36 (2008 og 2010
– 2012), og í NSÍ (2008). Í 2004
vardi hann B68 málið í seks
dystum, og í 2016 vóru tríggjar
ferðir boð eftir honum at verja
TB málið.
Tað gongur heilt
øðrvísi fyri seg
Fyrsta ferðin, at Meinhardt
P. Joensen vardi KÍ málið í
fremstu røð, var í 1999, tá ið
Tony Paris var venjari, og KÍ
vann FM og steypakappingina.
Tað var í steypadysti. Klaks
víkingar vóru 18. apríl í Vági og
vunnu 1-0. Kurt Mørkøre var
málskjútti, og Meinhardt vardi
málið.
-Eg var 19 ára gamal, og tað
var spennandi. Nakrar dagar
frammanundan – 11. apríl –
skuldi eg havt spælt steypadyst
á útivølli ímóti B68, men tá
varð avlýst vegna veður. Vit
vistu, at nýggjur málverji var
á veg til Klaksvíkar, og í næsta
dystinum sat eg á beinkinum,
m
e
ð
a
n
Stephen Boyle
vardi málið, og
tað
gjørdi
hann
alt hetta árið. Eg
hevði sitið á beinkinum
í 1997 og 1998, tá ið Jóannes
Jakobsen
var
venjari,
og
Gunnar á Steig var málverji.
-Í 2000 var Tomislav Sivic úr
Jugoslavia venjari í Klaksvík.
Hann hevði 32 ára gamla Zoltan
Kujundic við sær at verja málið.
Vit báðir vandu saman, og eg
lærdi nógv av honum, og árið
eftir var tað mín lutur at verja
KÍ málið í øllum landskapp
ingardystunum.
Umstøðurnar
eru
nógv
broyttar, síðani tú fór at venja
við besta KÍ liðnum fyri 23
árum síðani?
-Tað kann ikki sammetast.
Tá ið eg skrivaði undir fyrsta
sáttmálan við KÍ, var ynskið, at
teir settu ein málmansvenjara.
Tað var heilt nýtt og inntil tá
óhugsandi. Nú venur Geza
Turi okkum, og Heri Ósá er
hjálparvenjari
hjá
honum.
Høvuðsvenjarin
Mikkjal
Thomassen fer ógvuliga gjølla
um og gongur upp í uppgávuna
við lív og sál, so einki er latið til
tilvildina at gera av. Vit venja
so at siga hvønn dag, og miku
morgun er møguleiki at venja,
greiðir Meinhardt Joensen frá.
Í 2011 vardi hann málið, tá ið
B36 vann FM. Mikkjal Thomas
sen var venjari, og millum lið
Kenslan var góð, tá ið hann í gjár spældi fyri fyrstu ferð í átta
mánaðir, og hugurin at venja er framvegis góður, hóast hann
hevur verið við á hægsta støði í meiri enn 20 ár
40 ÁRA GAMLI
40 ÁRA GAMLI
MEINHARDT
MEINHARDT
BJÓÐAR AV AFTUR
BJÓÐAR AV AFTUR