mánadagur 24. februar 2020síða 15
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 24. februar 2020 · Nr. 23
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FÓTBÓLTUR
felagarnar var Odmar Færø,
sum nú er í KÍ verjuni.
-Í 2011 og nógv tey flestu
fótbóltsárini hevur tað verið
mín lutur at verja málið. Tá
hevur onkur annar sitið á
beinkinum. Soleiðis er tað.
Um tú ætlar at vera við, so er
neyðugt at góðtaka treytirnar,
og vónandi fer tað at bera vil
hjá mær at vera við í ár. KÍ og
eg hava skrivað undir sáttmála
fyri hetta árið, og eg venji, tí eg
vóni at sleppa framat. Í gjár var
kenslan sera góð, sigur 40 ára
gamli KÍ málverjin Meinhardt
P. Joensen.
Onkrir av teimum, sum
Meinhardt nú venur saman
við, eru synir teirra, sum vóru
millum liðfelagarnar tey fyrstu
árini. Dømi um tað er KÍ liðfor
maðurin Jákup B. Andreasen.
-Pápi
hansara,
Jan
B.
Andreasen,
og
eg
spældu
saman, og eg minnist, at Jákup,
sum tá var lítil smádrongur,
plagdi at vera saman við pápa
num. At tað er stórur munur
í aldri er ikki nakað, sum tú
hugsar um, tá ið tú venur og
spælir, heldur Meinhardt Joen
sen.
Nú eru eisini væl fleiri út
lendingar
í
Klaksvík,
enn tað vóru
tey
fyrstu
árini, tá ið tú
spældi?
-Tað er rætt,
og teir hava góða
ávirkan. Eitt er, at
kappingin um plássini er
vorðin størri, og eitt annað
er, at klaksvíkingarnir á liðnum
hava ment seg nógv. Ofta
hevur tað víst seg, at útlendsku
spælararnir hava verið væl fyri,
tá ið teir eru komnir henda
vegin.
Tað
hevur
pressað
heimligu spælararnar at leggja
meiri fyri í venjingunum, og í
fjør var tað avgerandi, at eitt
nú Jóannes K. Danielsen, Ísak
Simonsen, Jákup B. Andreasen
og Jóannes Bjartalíð vóru so
væl fyri og tóku so stóra ábyrgd
á og uttanfyri vøllin.
Og hvussu verður í ár?
-Eg rokni við, at hesir vera
eins væl og kanska betri fyri,
og so eru fleiri ungir evnarík
ir spælarar á veg. Í fjør sóu
vit, hvussu evnaríkur Jonn
Johannesen er. Óli Eyðsteins
son Poulsen spældi fleiri dystir
í fyrraárið. Í fjør varð hann
skaddur beinanvegin. Nú er
hann komin fyri seg aftur, og
hann hevur staðið seg væl í
venjingardystunum. Eingin ivi
er um, at hann er evnaríkur.
Heilt øðrvísi kapping
Úrslitini í Klaksvíkskappingini
hesa ferð benda á, at feløgini
og venjararnir ikki taka kapp
ingina í tí álvara, sum tey áður
hava gjørt.
Leygardagin var talan um
tættar uppgerðir, tá ið KÍ vann
3-1 ímóti Víkingi, og tá ið NSÍ
vann 2-0 ímóti B36.
Í gjár vann Víkingur 6-0
ímóti B36, og KÍ vann 9-1 ímóti
NSÍ.
-Hugburðurin millum venj
ararnar tykist vera, at tað er
vandamikið at spæla tveir
dystir
í
tveir dagar, tí tá er
vandin størri fyri,
at spælararnir verða
skaddir. Eg skilji hetta
ikki, tí tað átti at borið
til hjá spælarunum at
verið við ein part av fyrra og
ein part av seinna dystinum,
men soleiðis er tað ikki. Tað
ber við sær, at kappingin missir
tað, sum hon hevur havt. Eg
minnist, at vit gingu høgt uppí
at fara til Klaksvíkar at luttaka,
tá ið eg spældi í NSÍ og B36,
sigur Meinhardt P. Joensen.
Fuglfirðingar eru
í Turkalandi
HB var seinnapartin av síðstu
viku í Vági á venjingarlegu.
Leygardagin spældu TB og
HB venjingardyst við Stórá í
Trongisvági, sum HB vann 3-0.
Skála
og
EB/Streymur
spældu leygardagin venjingar
dyst, sum EB/Streymur vann
2-0.
Fuglfirðingar eru í hesum
døgum á venjingarlegu í Turka
landi. Tað kostar ikki so nógv
at ferðast í Turkalandi hesa
tíðina av
árinum,
og
fleiri fótbóltsfeløg
úr ymsum herashornum eru
har og venja í góðveðrinum.
ÍF
hópurin
hevur
sjálvur
syrgt fyri at fíggja ferðina til
Turkalands.
Í
gjár
spældi
ÍF
venj
ingardyst ímóti einum liði
úr Kirgistan, sum eigur FC
Alay Osh. Sambært tí, sum ÍF
ferðalagið í Turkalandi veit
at siga, so var hetta felagið
meistari í Kirgistan í 2013, 2015,
2016 og 2017, og í 2013 vann
felagið steypakappingina.
Úrslitið var, at ÍF tapti 2-1.
FC Alay Osh var frammanfyri
2-0, og so minkaði nýggi álops
spælarin hjá ÍF, Uros Stojanov
úr Serbia, um munin.
Annan sunnudag verður
fyrsta umfar í landskappingini.
Tá skal ÍF spæla á útivølli
ímóti Víkingi. Hinir dystirnir í
fyrsta umfari eru KÍ – B36, EB/
Streymur – HB, NSÍ – Skála og
AB – TB.
Leygardagin
fara
meist
ararnir í KÍ og steypavinnar
arnir í HB at spæla stór
steypadyst.