mánadagur 24. februar 2020síða 18
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 24. februar 2020 · Nr. 23
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
HONDBÓLTUR
Pætur Albinus
Teir gjørdust greipuvinnarar í
fjør og sigla aftur í ár sín egna
sjógv í føroyskum flogbólti,
men menninir í Mjølnir verða
ikki troyttir av at vinna.
- Eg síggi eina steypafinalu
sum einhvønn annan dyst, sig
ur leikandi Fleyr-venjarin, Phil
Freere.
- Hvør einasti dystur, sum tú
spælir, er tann týdningarmesti
í lívinum, sigur hann.
Tað er líkt til, at avstraliu
maðurin hevur fingið hendan
hugburðin at rigga á Mjølnir-
liðnum, tí í 3-0-sigrinum á SÍ
leygardagin spældu teir sera
sannførandi.
Tað krevur tó eisini rætta
taktikkin.
- Lykilin til at vinna steypa
finaluna var dystarætlanin,
sigur Phil.
- Vit spæla so ofta ímóti
hvørjum liði, at tað gevur okk
um nógvar upplýsingar um
mótstøðulið
og
mótstøðu
leikarar. Vit vita hvussu hvør
einstakur spælari spælir og
hvat hann ger í teimum ymisku
støðunum, sigur Phil víðari og
fegnast um at taktikkurin í
steypafinaluni eydnaðist.
- Teir hjá SÍ gjørdu júst tað,
sum eg segði teir fóru at gera,
og teir spældu seg beint inn
í okkara dystarætlan, sigur
hann.
Ikki best
Royndi SÍ-leikarin, Jóhan Petur
á Stongum, viðurkennir góða
spælið hjá Mjølni, men hann
heldur hinvegin ikki, at SÍ vísti
seg frá síni bestu síðu.
- Mjølnir var favorittur, og
tað haldi eg at teir vísa. Teir
spæla væl og spæla øgiliga
stabilt, men eg haldi ikki vit
spæla
okkara
besta
dyst.
Langtfrá, sigur hann.
- Serliga í fyrsta setti
berjast vit ímóti okkum
sjálvum. Vit klára ikki
at taka ímóti, og tað
eru
eisini
nógvir
servufeilir. Vit geva
teimum stig, og tá
ið teir spæla so
stabilt og væl, so
sleppa teir líkasum
at vinna tað sjálvir,
sigur Jóhan Petur.
Phil
Freere
rennur ikki undan,
at teir eru besta liðið
í Føroyum í løtuni.
- Í Mjølnir eru vit
hepnir at hava nakrar
av teimum bestu leikar
unum í landinum, og tað,
sum veruliga ger munin, eru
royndirnar vit hava á liðnum,
heldur hann.
- Vit hava nakrar mans, sum
veruliga hava eina góða fatan
av spælinum, og so spæla vit
ikki sum seks flogbóltsleikarar,
men sum eitt flogbóltslið, sigur
Phil Freere.
albinus@sosialurin.fo
Mjølnir-venjarin:
Greipuvinnararnir úr Mjølnir eru eftir sannførandi 3-0-finalusigur
á SÍ leygardagin komnir hálva leið at endurtaka bragdið,
og teir kenna í løtuni ikki til annað enn at vinna. - Hvør
einasti dystur, sum tú spælir, er tann týdningarmesti
í lívinum, sigur spælandi venjarin, Phil Freere
- HVØR EINASTI
- HVØR EINASTI
DYSTUR
DYSTUR ER TANN
ER TANN
TÝDNINGARMESTI
TÝDNINGARMESTI