mánadagur 24. februar 2020síða 19
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 24. februar 2020 · Nr. 23
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
HONDBÓLTUR
Mjølnir - SÍ 3-0 (25-15, 25-19, 29-27)
1. sett:
Mjølnir sendir beinanvegin tekin til SÍ um, at teir ikki fara
at fáa tað lætt í dag. Mjølnir er sannførandi og byggir sær
eina greiða leiðslu alt fyri eitt. Tað eydnast væl hjá Mjølni
at halda Jóhan Petur á Stongum burturi úr spælinum, og SÍ
fær harvið ikki álopsspælið í gongd. Tað er Mjølnir á øllum í
hesum fyrsta settinum, og teir úr Klaksvík vinna 25-15.
2. sett:
Tað er alt fyri eitt greitt, at SÍ hevur tikið annað skinn um bak.
Tað leikar javnt á fyrstu løtuna, men SÍ spælir bara við fram
til 10-10, tá ið Mjølnir aftur byrjar at draga frá. Mjølnir vinnur
sær eina stóra leiðslu og tað líkist enn einum avsmurningi,
men SÍ bjargar sær nøkur stig í endanum. Teir sleppa tó ikki
undan enn einum taptum setti. 25-19 og 2-0 til Mjølnir.
3. sett:
Søgan endurtekur seg. SÍ spælir við ein part av settinum,
hesaferð upp til 16-16, tá ið Mjølnir við einum vælspælandi
blokkara í Trygva Hansen á odda dregur somikið langt frá, at
SÍ ikki megnar at vinna seg innaftur í settið. Mjølnir spælir
sera sannførandi, og tað er ongantíð nakar ivi um, at eisini
hetta settið fer til Klaksvíkar. 3-0 og steypagull til Mjølnir.