Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-02-24, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. februar 2020síða 20

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 24. februar 2020 · Nr. 23 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Pætur Albinus Leygardagurin 22. februar 2020 man vera ein dagur, sum Juliia Kuvshinova seint fer at gloyma. Hon gjørdist sam­an við SÍ steypa­vinnari við 3-2-finalu­ sigri á Mjølni, og lítið visti hon av, at hon mitt í sigursrúsinum beint eftir dystin skuldi fáa enn meira at frøast um. Sum hon hoppaði og dansaði saman við liðfeløgunum kem­ur sjeikurin, Jan, rennandi ímóti henni. Hann ikki bara háls­fevn­ ir, kyssir hana og ynskir henni til lukku við gullinum, men hann fer eisini á knæ og spyr um hon vil gifta seg við honum. - Eg trúði ikki mínum egnu eyg­um tá eg sá hann fara á knæ, taka ringin fram og spurdi um eg vildi gifta meg við honum. Tað var sera óvæntað, men eisi­ni ein stór løta. Eg skundaði mær at svara "ja, sjálvandi", sigur ein ovurfegin Juliia. Juliia Kuvshinova er 21 ára gomul og úr býnum Lipetsk heilt har vesturi í Russlandi. Kom­andi maður hennara eitur Jan, og hann er fótbóltsspælari. - Kærleiki er sterkasta og týdn­ingarmesta kenslan í lívi­ num. Hetta lærdi eg tá ið eg møtti Jan, sigur Juliia. Tey bæði hittust á einum dansi­gólvi fyri skjótt tveimum árum síðani, og tað spurdist par burturúr teimum báðum. - Kenslan var beinanvegin tann, at eg hevði kent hann alt mítt lív, og eg vildi ikki sleppa hon­um aftur, sigur Juliia, sum nú hevur fingið sítt størsta ynski uppfylt og skal giftast við sínum lívs kærleika. - Eg eri ótrúliga glað og full­ vís í at vit fara at hava eitt eydnu­ríkt lív saman við børn­ um okkara, sigur Juliia. Hon er í holt við sítt fyrsta kapp­ingarár í Sørvági, og har trív­ist hon væl. - Eg elski Føroyar. Her er so vakurt og fólkini eru so fitt, sig­ ur hon. albinus@sosialurin.fo Russiska Juliia Kuvshinova fekk bæði í posa og sekk, tá ið hon leygardagin vann steypagull við SÍ og í sekundunum eftir dystin bleiv trúðlovað mitt á flogbóltsvøllinum. - Tað var sera óvæntað, men eisini ein stór løta. Eg skundaði mær at svara "ja, sjálvandi", sigur Juliia FLOGBÓLTUR Sjeikurin fór á knæ á vøllinum: JULIIA FEKK JULIIA FEKK STEYPAGULL STEYPAGULL OG SILVURRING OG SILVURRING