Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-02-24, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. februar 2020síða 21

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 24. februar 2020 · Nr. 23 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FLOGBÓLTUR SÍ-liðskiparin: VERJUSPÆLIÐ VERJUSPÆLIÐ VAR AVGERANDI VAR AVGERANDI Tá ið kvinnurnar hjá Mjøl­ ni leygardagin tapti steypa­ finalu­na í flogbólti, var tað fyrsti dyst­ur tær taptu við hvíta­russ­iska lyklaleikara sínum, Alinu Ada­menya, á liðnum. Bragdinum stóð unga SÍ- liðið fyri, sum vann dystin 3-2 eftir 15-6 í avgerandi setti. Stóri spælarin hjá SÍ var ein annar út­lendingur, nevniliga russiska Juliia Kuvshinova, sum sló ein bólt fyri og annan eftir í gólvið. Hetta man vera eitt tað besta ein­mansavrikið vit hava sæð á ein­um før­oysk­ um flogbóltsliði. Ein onnur væl uppløgd á SÍ-lið­num í steypafinaluni var ungi liðskiparin, Inga Helena Hen­riksen. Hon fegnast serliga um, at tað eydnaðist at standa ímóti trýstinum frá Mjølni. - Tað var heilt sikkurt av­ gerandi, at vit høvdu gott verju­spæl. Vit vistu, at tær hava eitt gott álop, so skuldi tað eydn­ast okkum at vinna, so skuldi verjan vera upp á pláss, sigur Inga Helena. SÍ var flúgvandi tá ið dystur­ in skuldi avgerast í fimta setti. Tær vunnu tað 15-6. - Vit avtalaðu at gera alt vit kundu, tí vit vistu at vit kundu vinna um vit spældu trygt og spældu okkara spæl. Vit nevndu eisini fyri hvørjari aðrari, at hettar var okkara síðsti møguleiki, og at settið var so stutt, at tað mátti gera­ st bein­an­vegin, sigur Inga Helena. Inga Helena heldur eisini, at Juliia Kuvshinova hevur stór­ an týdning fyri SÍ. - Hon styrkir liðið heilt nógv og ger okkum aðrar róligar inni á vøllinum, sigur Inga Helena. - Hon er ein sera sterkur og stabil­ur leikari, og hon er góð á øll­um økjum. Sum menniskja er hon fitt, rólig og ikki minst hjarta­góð, og hon ynskir øllum tað besta, sigur Inga Helena um russ­iska liðfelagan. SÍ - Mjølnir 3-2 (25-23, 25-27, 25-22, 19-25, 15-6) 1. sett: Ungu SÍ-kvinnurnar eru klárar frá byrjan. Tær tykjast væl upplagdar, og tað eru ikiki nervar at hóma. SÍ kemur á odda 11-6 uttan at tær úr Mjølni hava vunnið nakran bólt sjálvar. Blokk- og verjuspælið hjá SÍ er gott, og eisini miðskeiðis í settinum eru tær stinnar og koma á odda 17-12. Mjølnir svarar aftur og tað stendur á jøvnum 23-23, men SÍ er kaldari og vinnur fyrsta settið 25-23. 2. sett: SÍ vinnur fyrsta bóltin, men júst sum ein heldur, at tær byrja har tær sleptu, so byrjar Mjølnir at ressast og kemur á odda 6-2. Mjølnir varðveitir hesa leiðsluna og er fyri tað mesta á odda við trimum og fýra bóltum, men í avgerandi løtuni steðga tær upp og tað javnast út. SÍ hevur tríggjar settbóltar at leggja seg á odda 2-0 í settum, men Mjølnir vinnur 27-25 og er inni aftur í dystinum. 3. sett: Mjølnir leggur betur fyri, og ein hevur illgruna um, at misnýttu settbóltarnir hava ávirkað SÍ-kvinnurnar. Mjølnir er á odda 9-7, tá ið tær tó aftur fáa eitt streymslit, og við sjey bóltum á rað leggur SÍ seg á odda 14-9. SÍ varðveitir eina tepra leiðslu restina av settinum, og tað er serliga einari stórspælandi Juliiu Kuvshinova at takka, at tær vinna 25-22 og leggja seg á odda 2-1 í settum. 4. sett: Mjølnir er aftur omaná frá byrjan, og nú er tað serliga Sofía Purkhús Splidt, sum vísir vegin. Hon langar nógvar bóltar í gólvið. Mjølnir hugsavnar seg betur í hesum settinum og tveitir ikki leiðsluna burtur. SÍ hevur hug at ota seg inn á tær nakrar ferðir, men Mjølnir heldur fast, og við 25-19 javna tær til 2-2 í settum og borðreiða saman við SÍ við einum fimta og avgerandi setti. 5. sett: SÍ-kvinnurnar leggja greitt betur frá landi í avgerandi settinum og eru á odda 3-0 áðrenn Mjølnir fær fótað sær. Men tað er ikki leingi, at Mjølnir er við í settinum, tí tað er SÍ, sum situr á so at siga øllum. Hóast tær á liðnum eru ungar, so vístu tær dirvi tá ið dysturin skuldi avgerast, og við 15-6 í avgerandi settinum vunnu tær steypagull við einum 3-2-finalusigri á Mjølni.