mánadagur 24. februar 2020síða 22
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 24. februar 2020 · Nr. 23
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
HONDBÓLTUR
Hetta er ein danskur filmur
um danska landsliðið, sum
vann EM í 1992. Hetta er ein
stuttligur familjufilmur, men
her
á
ÍtróttarSosialinum
leggja vit eitt sindur meiri
dent á ítróttarliga partin, og
hann er ikki á høgum stigi
í hesum filminum. Tí bara
tríggjar av seks stjørnuum.
Tað er eru nakrir høvðus
persónar,
sum
Richard
Møller-Nielsen, Brian Lau
drup, Kim Vildfort og John
”Faxe” Jensen. Filmurin er
familjuvinarligur og nógv at
trekkunum hjá høvðusper
sónunum verða eisini yvir
spæld. Tá tað er sagt, so er
filmurin verdur at hyggja
eftir.
Hetta er ein forteljing um
danska landsliðið, sum var í
undankappingarbólki saman
við Føroyum, men ikki kom
víðari. Tó brestur kríggj á í
Jugoslavia, sum vinnur bólk
in. Danmark sleppur við upp
á avboð.
Richard Møller-Nielsen er
útskeldaður og millum annað
hava Laudrup-brøðurnir valt
landsliðið frá. Brian er tó til
at lokka og er við, tá danska
landsliðið á ótrúligan hátt
vinnur
EM-finaluna
móti
Týsklandi.
Við í filminum er eitt brot,
har Richard Møller-Nielsen
greinar málið hjá Torkili
Nielsen móti Eysturríki í
landskrona. Tað er eitt sindur
av einum vónbroti, at Lars
Olsen at kalla er kliptur úr
filminum. Hann var liðskipari
og tók móti steypinum, men
hann er ongantíð at síggja
í filminum, meðan fleiri av
hinum
spælarunum
hava
onkran lítlan leiklut.
Hetta er ein ”feel-
good”
familjufilm
ur um eina ótrúliga
hending í fótbólts
søguni.
Søgurnar
passa, men tær verða
yvirspældar.
HYGG UM: Tú ert
til ein stuttligan og
lættan film um EM-
gullið hjá Danmark
í 1992.
IKKI
HYGGJA
UM:
Tú
væntar
tær ein film við
í t r ó t t a r l i g u m
virði,
har
søgan
verður fortald sum
í
einum
góðum
dokumentari
HVUSSU ER AT HYGGJA:
Tað hendir nógv og tað
gongur skjótt fyri seg. Brotini
í filminum eru stutt og
filmurin er rímiliga stuttligur.
HVAT SIGUR TÚ: Hetta er
ein fínur familjufilmur og
fortelur ein týdningarmikla
søgu. Hann er ikki langur og
verdur at hyggja eftir okkurt
kvøldi, tá ongin fótbóltur er í
sjónvarpinum.
Ummælið:
Filmurin: Summar 92
Vikan ið fór
SÍ vinnur eitt sindur
óvæntað finaluna
hjá kvinnum í
steypakappingini í
flogbólti. Tær eru eitt satt
steypalið
Mjølnir vinnur
steypafinaluna hjá
monnum í flogbólti. Teir
eru favorittar og vinna
eisini greiðan 3-0 sigur.
KÍ vinnur Klaksvíks
kappingina í stóru stíli.
Teir vinna 9-1 í finaluni
móti NSÍ. Víkingur vinnur
bronsu.
Jóan Símun Edmundsson
er á vøllinum fyrstu 72
minuttirnar, tá Arminia
Bielefeld vinnur á
Hannover 96, og styrkir
um støðuna í oddinum í 2.
Bundesliguni
Forsetin í evropesiska
flogbóltssambandinum
(CEV), Alexandar
Boričić, er á vitjan í
Føroyum í samband við
steypafinalurnar.
FC Barcelona keypir
púra óvæntað danska
landsliðsspælaran,
Martin Braithwaite. Hann
spælir sín fyrsta dyst
leygardagin og leggur upp
til fjórða málið hjá Lionel
Messi á degnum.
Hallur Hansson og AC
Horsens tapa heili 6-0 í
fyrsta dystinum í seinnu
hálvu í Superliguni.
Bretski Tyson Fury
vinnur tungvektsdystin í
boksing móti amerikanska
Deontay Wilder
...við ítróttinum
5 SKJÓTIR
Fimm skjótir spurningar
til føroysk ítróttarfólk...
Navn: Óli G. Samuelsen
Ítróttur: Flogbóltur
Starv: Frásøgumaður á FM1
Royn tína vitan um
ítróttin her og nú!
Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst
1: Leganes 2: 125 ár 3: Í
Fløtugerði 4: Tá bólturin
fer niður í millum net
og blokk 5: Nummar 14
6: Páll A. Klettskarð 7:
Magnus Tausen 8: Magni
Vatnhamar Mouritsen
1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo
og Sosialin nakað meir
4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast
6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við
8 røtt: Fantastiska flott,
tillukku!
1
Hvørjum felagið hevur FC Barcelona keypt Martin
Bratihwaite frá?
2 Flogbólturin hátíðarheldur føðingardag, men hvussu
langtsíðani er tað at hann bleiv uppfunnin?
3 Hvussu eitur staðið, har fótbóltsliðið hjá ÍF spælir sínar
heimadystir?
4 Hvat er ein “postkassi” í flogbólti?
5 Hvat nummar er Jóan Símun Edmundsson hjá Arminia
Bielefeld?
6 Hvør skoraði hattrik fyri KÍ, sum vann 9-1 í finaluni í
Klaksvíkskappingini.
7 Hvussu eitur formaðurin í Flogbóltssambandinum?
8 Hvør er hesin – hann er nýggjur formaður í B36
Hey Óli, tú hevur fylgt
flogbóltinum væl um
vikuskiftið. Hvussu
riggaði steypavikuskiftið?
Hey flúgvandi-breyð. Steypa
vikuskiftið hjá flogbóltinum
var ordliga well. Alt riggaði
sum tað skuldi. Tað er eisini
ein góður flokkur av fólkum,
sum fáa tað at flúgva ;)
Mjølnir vann hjá monnum.
Var tað væntað og
var tað uppiborið?
Eg væntaði at menninir hjá
Mjølni fóru at vinna, men
ein finalu trý-settari undir
55 minuttir spælitíð var
óvæntað. Tó uppiborið at
Mjølnir vinna.
SÍ fór við sigrinum hjá
kvinnum, hvussu ber
til at tær vinna?
SÍ er eitt steypalið burturav.
Gott
verjuspæl,
kempa,
standa rætt og hava fingið ein
góðan útlendskan spælara,
sum fekk stórstapartin av
øllum bóltinum og vinnur
teir.
Hvat er í tínum eygum
høvðussøgan í samband
við steypafinalurnar?
Uha, tað eru nógvar góðar
søgur
hetta
vikuskiftið,
men tað er ringt at koma
uttanum at CEV (evropesiska
flogbóltssambandið) forsetin,
Alexandar
Boričić,
er
og
vitjar okkum í fimm dagar,
umframt 125 ár við flogbólti
og á frímerkjum.
Vit hoyra nógv um
flogbólt, men er
hann á veg fram, ella
hoyra og síggja vit
bara meiri til tað?
Flogbólturin hevur altíð verið
á veg fram. Vit síggja, lesa og
nú hoyra meir til hann enn
fyrr.
Øll eru altíð vælkomin at
spæla flogbólt, royndir ella
glaðir amatørar.
-Hann minnir eitt sindur
um Veron og Scholes
Ole Gunnar Solskjær, venjari hjá
Manchester United um Bruno Fernandes
-Eg fari ikki at vaska
klæðini aftur
Martin Braithwaite eftir at hann legði upp og fekk klemm frá
Lionel Messi