mánadagur 24. februar 2020síða 23
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 24. februar 2020 · Nr. 23
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tróndur Arge
Leygardagin spældu EB/Streymur
og Skála venjingardyst við Margáir.
Eina løtu í seinna hálvleiki bleiv tað
rokaligt á vøllinum, tá tað bleiv ilt
millum Rói Olsen hjá EB/Streymi
og Niels Paula Danielsen hjá Skála,
tá teir stíddust um bóltin við
síðulinjuna. Tað var ein tími spældur
av dystinum og støðan var 1-0 til EB/
Streym, tá hendingin fór. Tað endaði
við, at teir fingu eitt reytt kort í part.
-Eg standi einar 80 metrar vekk
frá hendingini, men eg síggi at
okkurt hendir, men eg kann ikki
siga meiri um tað. Teir fáa eitt
reytt kort í part og tað fyrihalda
vit okkum til. Tað var annars ein
vanligur venjingardystur og eg sá
ongin tekin um, at tað skuldi verða
rok, sigur Jákup Martin Joensen,
venjari hjá EB/Streymi, sum ikki
ger meiri við málið.
Sum skilst verður ilt millum
partarnar, tí Niels Pauli Danielsen
metir, at Rói Olsen er ov ógvusligur,
tá hann verjir bóltin. Niels Pauli
svarar aftur við nøkrum sum
minnir um eitt slag, og tá kemur
linjuverjin í millum.
-Talan er um ein venjingardyst,
sum er væleiktur uttan nakra ill
støðu. Sjálvandi verða menn heit
ir, men hetta er ikki meira enn
vanligt í kappingarítrótti. Tveir
leikarar táttast og eru í tvídysti.
Linjudómarin leggur ímillum og
loysir støðuna. Tveir leikarar, ein
frá hvørjum liði, vórðu sendir í
skiftingarrúmið at køla seg av,
og dysturin helt fram í góðum
ítróttaranda, sigur Bill McLeod
Jacobsen, venjari hjá Skála.
EB/Streymur vann dystin 2-0.
Hjálpardómarin
endaði í rokinum
Sermerkt við hendingini er, at
hjálpardómarin, Vinjard Dam, stóð
beint við hendingina og royndi at
koma í millum, men tað sá nærm
ast út til, at hjálpardómarin og
Niels Pauli Danielsen endaðu
í hornatøkum eina løtu. Fleiri
spælarar vóru skjótir á staðið og
rokið legði seg.
-Eg eri harmur um støðuna, sum
ikki skal koma fyri frá mínari síðu.
Eg havi tosa við báðar partar. Eg
eri harmur um at tað endaði so
rokaligt, tað var ongantíð mein
ingin. Tað havi biðið um umbering
fyri, sigur Vinjard Dam.
Kann fáa leikbann
Hetta er ikki fyrstu ferð, at øði
kemur í grindina til ein venjing
ardyst. Í 2015 endaði eitt mál í
rættinum, tá Hans Jørgen Djur
huus (Víkingur) breyt nøsina hjá
Poul Ingason (HB). Hann fekk eftir
fylgjandi leikbann.
Síðani er ein reglugerð komin
í gildi, sum sigur at eitt leikbann
kann førast víðari til landskapp
ingina og steypakappingina. Hetta
var eftir áður umtalaðu hending
ina í Gundadali millum HB og Vík
ing.
Í fjør kom eisini ilt millum fleiri
spælarar, tá Jóhan Troest Davidsen
(NSÍ) og Árni Frederiksberg (B36)
blivu útvístir í venjingardysti í
Runavík.
Tað var ein FSF-góðkendur
dómari til dystin við Margáir
leygardagin, men tað er í løtuni
ikki greitt, um málið verður tikið
upp av Kappingarnevndini ella
Dómarafelagnum.
trondur@sosialurin.fo
Rokalig hending:
Rói H. Olsen úr EB/Streymi og Niels Pauli Danielsen úr Skála blivu
báðir útvítir, eftir at tað kom ilt í millum teir. Hjálpardómarin,
Vinjard Dam, endaði í rokinum og tað er hann harmur um
TVEY REYÐ KORT Í
VENJINGARDYSTI MILLUM
EB/STREYM OG SKÁLA
FØROYSKUR
Á 224 síðum taka vit saman
um fótbóltsárið 2019. Í bókini
kanst tú lesa alt um Betri-
deildina hjá monnum, vit
meta um avrikini hjá øllum
liðunum og kjósa profilar og
stjørnuskot á liðunum. Vit
umrøða eisini Betri-deildina
hjá kvinnum og greina
avrikið hjá meistaraliðnum.
Í bókini kanst tú eisini lesa
um øll landsliðini hjá FSF,
um europeisku dystirnar
hjá feløgunum, um útisetar,
um steypakappingarnar
hjá monnum og kvinnum,
og vit hava myndir av
øllum føroyameistarum og
steypavinnarum.
Fæst til
keyps
kring
landið!