týsdagur 25. februar 2020síða 10
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 26. februar 2020 · Nr. 24
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
HEILSA
Vilmund Jacobsen
Yvirskipað finnast trý
ymisk etingaróløg, sum
vísa seg á hvør sín hátt.
Tað eina, BED (Binge
Eating Disorder) - ella
”noyðsluát” - hevur onga
almenna sjúkugreining,
men í onkrum øki í Dan
mark eru tey kortini byrj
að at viðgera sjúklingar
við fjarskiftaterapi - ella
”teleterapi”.
Og tað eru fleiri, sum
longu hava spurt seg fyri
um hesa viðgerð.
At
vera
raktur
av
etingarólagi snýr seg yvir
skipað um, at tú hevur
avskeplað viðurskifti til
kropp og vekt. Tú hevur
við øðrum orðum eina
sjálvsmynd, sum ikki er
í tráð við veruleikan, og
etingin gongur fyri seg
eftir nøkrum mynstrum,
sum skilja seg frá tí van
liga og heilsugóða.
- Tú kanst vera raktur
av etingarólag á ymiskan
hátt og í ymiskum stigum,
men sjálvt um sjúkan
kann taka seg ymiskt
út - frá einum persóni til
annan - eru kortini nøkur
felagseyðkenni.
Tað sigur Mia Lichten
stein, sum er sálarfrøð
ingur, granskingarleiðari
í sálarfrøði í Región Syd
danmark og sum í nógv
ár
hevur
arbeitt
við
etingarólagi.
- Fyri at gera av, um
talan er um etingarólag
burturav, brúka vit eina
sjúkuleiðbeining,
og
í
Danmark fylgja vit leið
beiningini
hjá
Heims
heilsustovninum, WHO.
Mia
Lichtenstein
vísir á, at sambært hesi
leiðbeining
er
talan
um
tvinni
yvirskipað
etingaróløg - anoreksi
ella matstikni, sum tað
eisini kann rópast og
so bulimi ella matfýsni,
har sjúklingurin hevur
ógvusliga trong til at eta
og síðan at spýggja matin
uppaftur.
Í USA hava tey eisini
eitt triðja etingarólag,
rópt BED (Binge Eating
Disorder), sum á føroy
skum
hóskandi
kann
rópast noyðsluát.
- Um nøkur ár, tá WHO
kemur við einari nýggjari
dagføring
við
sjúku
leiðbeiningum,
verður
henda
sjúkugreiningin
- BED - eisini almenn í
Danmark.
Vit
viðgera
longu nú sjúklingar, sum
hava
trupulleikar
við
noyðsluáti, og hetta gera
vit eitt nú í Región Syd
danmark, sigur hon.
Avskeplað sjálvsmynd
Anoreksi - ella matstikni
- er helst best kenda
etingarólag.
Hetta er ein trupulleiki,
har hin sjúki etur ov lítið
og verður klænur. Tess
minni vektin verður, jú
vandamiklari er sjúkan.
Tá tú lætnar ov nógv,
ávirkast gøgnini, sum
eisini kunnu gevast at
virka, og í ringasta føri
kanst tú doyggja.
Ynskið um at fara
aftur - ella lætna í vekt -
sprýkir úr einari rangari
sjálvsmynd.
- Tú ræðist fiti, og tú
ræðist, at vektin økist. Tú
følir teg prúðan og feitan,
eisini tá tú ert klænur.
Í slíkum føri hava fólk -
undantikið tey sjúkastu
- tó tvíligar kenslur. Á
aðrari síðuni vita tey
væl, at okkurt er galið
við teimum, men á hinari
síðuni er tað røddin hjá
etingarólagnum, sum for
telur teimum, at tey eru
feit, greiðir Mia Lichten
stein frá.
Tað eru eisini fólk,
sum líða av bulimi - ella
matfýsni - ið stríðast við
eina ranga sjálvsmynd.
Men, tey gevast kortini
ikki at eta, sum tey við
anoreksi gera. Tey hava
í staðin nøkur etingar
herðingi, har tey eta so
nógv, at tey gerast sjúk av
áti. Av ótta fyri at gerast
feit, royna tey at spýggja
matin upp aftur. Tey
kunnu eisini finna upp
á at brúka opningsevni
ella loysingarevni, íðka
yvir evni ella fasta. Eins
og anoreksi, kann bulimi
í longdini eisini gerast
fatalt fyri sjúklingin.
- Bulimi kann í ringasta
føri gerast deyðiligt. Tað
er vandamikið at spýggja
so
ofta,
tí
javnvágin
millum sukur, salt og
vætu fer av lagi, eins og
hetta kann elva til órógv í
hjartarytmuni, sigur Mia
Lichtenstein.
Ógvusligt noyðsluát
At enda vendir sálar
frøðingurin aftur til BED
(Binge Eating Disorder),
sum eisini kann rópast
noyðsluát - og á donskum
”tvangsoverspisning”.
- Tey, sum dragast
við hetta ólag, hava eins
og sjúklingar við bulimi
ógvusligt át. Tey vilja
gjarna eta minni og lætna
í vekt, men trongdin eftir
mati er so stór og kann
soleiðis doyva allar teirra
kenslur, bæði góðar og
minni góðar, og tískil
kunnu tey ikki halda sær
aftur við at eta.
Sálarfrøðingurin vísir
á, at maturin, hesi fólk eta,
er ofta ikki heilsugóður,
og tá tey so hava ovetið
seg, skammast tey.
- Tað er eingin eintýdd
frágreiðing
um,
hví
nøkur fólk vera rakt av
etingarólagi. Men, felags
fyri tey, sum verða rakt,
er, at tey royna at fáa
tamarhald á nøkrum í
lívinum, sum er trupult.
Talan kann eitt nú vera
um happing, skúlatrupul
leikar, hjartasorg ella for
eldur, sum drekka.
Mia Lichtenstein vísir
á, at fólk, sum eru í hesi
støðu, halda, at tað er
lættari at stýra matinum,
tí matur er ógvuliga
hondgrípiligur.
- Tað byrjar kanska við,
at fólk leypa eina máltíð
um og merkja, at hetta er
ógvuliga gott. Tey kun
nu hava tamarhald á
hesum, og tí gera tey tað
aftur. Kanska uppliva
tey lætnanina sum ein
vinning ella ágóða, men
trupulleikin er, at tað skal
meira og meira til fyri at
geva teimum kensluna av
tamarhaldi, sigur sálar
frøðingurin.
Netborin viðgerð
Í mong ár hava fólk við
anoreksi og bulimi fingið
viðgerðir
á
serligum
deildum, men tað er ikki
langt síðan, at fólk við
noyðsluáti fingu tilboð.
Eitt av hesum tilboðum er
í Región Syddanmark, har
Mia Lichtenstein hevur
verið við til at ment eitt
viðgerðartilboð,
sum
gongur yvir alnótina - ein
sonevnd fjarskiftaterapi.
-
Við
hesi
viðgerð
nýtist sjúklinginum ikki
fyrst at fara til lækna.
Vit hava ment eina fjar
skiftaterapi, sum byggir
á kognitiva ella fatanar
liga viðgerð, sum hevur
íblástur
úr
forritum,
ið skulu hjálpa ímóti
angist og tunglyndi. Vit
snarkanna
sjúklingar
nar eftir einari røð av
oyðubløðum, sum kunnu
siga, hvør neyvi trupul
leikin er. Soleiðis finna vit
eisini út av, um sjúkling
urin passar inn í okkara
tilboð, sigur hon.
Sálarfrøðingurin vísir
á, at fleiri av sjúklingun
um hava ikki hugsað um,
hvørjar kenslur liggja
aftan fyri etingarólagið.
- Uppgávan er at sann
føra sjúklingarnar um,
at tað eru møguleikar
at velja aðrar ætlanir og
mannagongdir enn ovát,
leggur Mia Lichtenstein
aftrat.
Undir allari viðgerðar
gongdini fær sjúklingurin
skrivligar afturmeldingar
frá sálarfrøðingi, eins og
fólk hava møguleikan
at skriva til sálarfrøð
ingin so ofta, tey hava
hug.
Tískil
eru
sjúk
lingarnir
ikki
einsa
mallir, tó at hetta er
ein fjarskiftaterapi. Ein
fyrimunur er, sigur sálar
frøðingurin, at sjúkling
urin ikki nýtist at sita
andit til andlits við við
gerðaran.
- Mong í slíkari støðu
eru ógvuliga smoykin, tí
tey eru feit. Tí kann tað
eisini vera at fara út um
teirra mørk at seta seg at
hyggja í eyguni á einum
øðrum menniskja. Tað
kennist meira trygt fyri
hesi fólk at sita heima
um
kvøldarnar
aftan
fyri skíggjan, tá børnini
eru farin í song, leggur
sálarfrøðingurin aftrat.
Kelda: www.helse.dk
NÚ KANST TÚ
KLÆNKA TEG
Á NETINUM
- Uppgávan er at sannføra sjúklingin um,
at tað eru aðrir møguleikar enn ovát, sigur
sálarfrøðingurin, Mia Lichtenstein