Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-02-25, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. februar 2020síða 12

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 26. februar 2020 · Nr. 24 12 Sosialurin NØVN Ólavur Hátún Øll kendu Ólav. Bæði sum lær­ ara, sang­leið­ara, musikk­skúl­a­ stjóra og fyriskipara fyri alra­ handa átøkum í sang­kend­um høpi. Støðugt stjórn­andi marg­ falda kórinum á Ting­hús­vøll­i­ num á ólavsøku og Út­varps­kór­ i­n­um ár um ár. Men hvar, ið Ólavur sjálvur kendi seg mest heima, er óvist: Í Svín­oy (føddur, 17.02.1931) vest­ur­i í Bø (í fað­ir­ætt), í Vest­ manna (í móðurætt) ella í Havn (virk­andi tað mesta av vaksna lívi sín­um) har hann andaðist, 25.07.2018. Ólavur og Heini Kenni Ólav eina mest gjøgnum vest­menn­ingin Heina Olsen, verk­frøð­ing og rithøvunda, ið er nær skyld­ur við hann, og var vin­maður Ólavs fyri lív­ið. Hes­ in Heini við sínum ó­telj­andi søg­um og frásøgnum, ið ikki all­ar rúmast í hansara 5 frá­líku ­bókum. Ein er, at Ólavur metti, at ein tøkur tekstur á grav­stein­i­ num hjá felags vinmanni teirra, Sof­usi Joensen, stud­ent­a­skúl­ a­lær­ara, kundi verið hesin: “Her hvíl­ir so Sofus undir flag - hann fekk heldur lítið í lag”. Men skæl­ings­mað­urin, Sofus, var ikki sein­ur við sínum svari: “Á steini yvirav kann hóskandi hetta standa: “Her hvílir Ólavur - hann helt ALT bera til!”. Og nakað var um hesa seinnu lýs­ing­ina, tí tann bráð­ ræsni Ólavur fekk næstan alt, ið hann setti sær fyri, at bera til. Ó­troytt­i­ligur og alsamt frammi við nýggj­um hugskotum - dag um dag. Sofus Her er ein søga meir um Sofus, ið var staddur við ferðalagi í Kina. Tá hendi ein jarðskjálvti har, og húsini ristust, onnur rapl­aðu, og í skundi varð farið út á geil­ar gjøgnum róp, rok og dust. Og útkomin í øllum góð­ um, bresti Sofus sáttliga støvið av jakk­a­num og helt fyri: “Altíð hend­ir okkurt - har sum EG eri.. (!).” Ein vøkur, ung føroysk genta var hjástødd, sum kvik­ liga gav fleiri andleysum/svím­ að­um kinverjum hjálp til anda­ drátt (munn til munn). Men tá sveið eitt vet í bringuni á Sof­ usi, gamla dronginum, sum lág­ mælt­ur suffaði: “Nú hevði mær dám­að - at verið kinesari... (!)”. Ólavur og Ingálvur Ólavur var uppi í so mongum av­rik­um, og sum onnur og bet­ ur kend í sang/tónleika/skúla høpi longu hava greitt væl frá. Ítrótt­a­maður var hann við og hevði eisini ein sera lættan penn. Hugvekjandi var grein hans­ara í sambandi við jarð­ ar­ferð­ina hjá Elsu av Reyni (1920 - 2017), ein vøkur heilsa í takk­læti til børn hennara og Ing­álvs. Tær báðar frálíku fløgurnar av Ing­álvi, sum mong sóu fram til, og sum tann nærlagdi Árni av Reyni legði seinastu hond á, komu í 2017. Sum eitt serstakt cresjendo er sein­asti sangur á seinnu tví­ fløg­uni tann íslendski sálm­ur­ in, “Al­fað­ir ræð­ur”, har sum Ól­ avur Hátún hevur undirspælið, og hann greiðir frá: “Eg síggi Ingálv fyri mær (í komm­un­u­ skúla­au­luni), tá hann tveitti jakk­an, fetti sær á og var til reið­ar til upptøku. Og hugtikin verði eg, hvørja ferð eg aftur hoyri Ingálv syngja eitt nú sterka og kenslu­ borna sorgarlagið eftir Sig­ valda S. Kaldalóns”: “Alfaðir ræður, øldurnar hníga. Eilífðin breiðir út faðminn sinn djúpa. Helþungar stunur í himininn stíga, við hásæti Drottins bænirnar krjúpa.” (Alfaðir talar (ræður), øldirnar hokna (níga). Ævinleikin breiðir út favn sín djúpa. Deyðans tungu suff í himmalin stíga, við hásæti Drotsins bønirnar níga.) Ingálvur, Hans og Ólavur Ingálv av Reyni (1920-2005) kom Ólavur at kenna gjøgnum Hans Han­sen (1920-1970), tann nú næst­an burturgoymda lista­ mál­ar­an í Beiti í Mikladali, ið var eink­ar­barn og uttan eftir­ kom­arar, sum, saman við Ruth Smith (1913-1958), sambært Ing­álvi, ikki góvu S. J. Mikines nak­að eftir í fleiri listarligum av­rikum. Fólk minnast enn, hvussu vin­fólk í tjúkkum kava ein ils­ lig­an dag í mars fóru til gongu, um fjøll av Húsum og norður til Mikl­a­dals, at fylgja Hansi til gravar. Og serstakliga minnast tey ta løt­una, táið Ingálvur og Ólav­ur, hallandi móti ískalda høgættar gjóstrinum, á grav­ ar­barmi sungu duet yvir vin­ mann­in Hans Hansen. Ólavur plagdi ofta at leita yv­ir á atelierið á Lützens trøð: “Og vit tá í friði og náðum fingu eitt vina­prát, har Ingálvsa djúpa innlit í so mong lívsins við­ur­skiftir enn standa mær í huga”, skrivar Ólavur. Í sambandi við Ingálv nevnir Ól­avur hetta við: “ Gunnar Mikk­el­sen, tónaskaldið, stóð undir vegginum á gamla Ebe­ nezer og lýddi á, meðan sang­ venj­ing (ella sangøvilsi, sum tað fyrr æt) var inni í salinum. Har stóð so Gunnar stórliga bils­in at hoyra føroyskan solo­ sang­ara, sum hann ikki hevði hoyrt makan til áður”. (Merkiligt (mirabile dictu), at máliskan, at øva, so brád­liga hvarv úr vanliga máli okk­ara. Orðið kemur jú úr forn­norr­ øn­um, í Íslandi nógv nýtt og har nevnt æfa (eiva) - meðan seinna helvt av orðinum, øv­ ilsi, livir sítt fríska lív her hjá okk­um sum: Skepilsi, rognkilsi, fan­t­ilsi og forkølilsi...). Jarðarferðin hjá Elsu av Reyni Ólavur Jøkladal talaði væl orða­ður yvir vermóður síni, sum hon eisini hevði uppi­bor­ ið. Ein megn­ar­kvinna. Hon og Ing­álv­ur hitt­ust niðri undir krígnum. Gift­ust heim­aft­ur­ kom­in. Hon sjúkra­syst­ir og hann við rætt­i­liga ótryggari úr­komu. Tey fingu átta børn, ið øll komu væl undan. Fjálgt kendist tað við jarð­ ar­ferð hennara at hitta hes­ar ó­ein­vísu, musikalsku hamp­a­ menn­i­nar: Ólav Hátún og Ív­ar Iv­ersen, sum báðir hava und­ ir­spæl á fløgum Ingálvs. Teir róstu Jóannesi á Váli fyri org­ ul­s­pæl­ið – og meðan børan við Elsu varð borin út - serstakliga fagn­aðu teir hansara frálíku hand­far­ing av sorgblíða/eingl­ a­eyma lagnum: Largo av G. F. Hän­del. Jósup og Viðareiðis-Líggjas Pápi Ólav, Hjalmar Hátún, var í mong ár lærari í Svínoy, har sang­ur vitiliga hevur verið part­ur av skúl­a­tím­u­num. Og har Líggj­as á Váli ó­iv­að hev­ur mýkt sínar gávur - sína ó­met­ a­ligu vøkru og sterku ocean- breiðu bassrødd - sum enn hoyr­ist endurljóma í ættarslóð hans­ara. Okkum framvegis til fragd­ar. Svínoyingar vita at siga frá, at Jós­up, abbi Líggjas á Váli - ætt­aður úr Køk í Havn - hevði so fram­úr sterka sangrødd, at sjálvt tann harðmælti Við­ ar­eiðis-Líggjas ikki hefti fyri hon­um. Teir høvdu í kirkjuni kapp­ sung­ið Kingo úr hvørjari lykkju, sum tann hittinorðaði Hoy­víks-Líggjas gav til kennar seinni: “Je, lukka, eftir sum eg vær fremm­andir hær úde í Svíne, so vildi eg ikki færa upp um Jós­up; men eg la - DYGST upp­i undir honum (!)”. Jósup skuldi hoyrast eystan úr havi - minst ein fjórðing - tá­ ið hann kom aftur av útróðri og sang takkarljóð til Skaparan fyri fong og vælferð. Og var fong­ur­in framúr góður, so hoyrd­ist hann uppaftur longri, sigst (!). Loksins endar Ólavur heilsu sína um Elsu av Reyni til børn hennara við hesum orðum – henni sum støð­ugt stóð manni sínum við lið: “Altíð var hon vinsæl at skifta orð við, og tað var eins og endurskin á teirra sam­lív, at hon áhaldandi á ellis­ár­um trúliga møtti upp til máln­ing­a­ fram­sýn­ing­ar, eftir at hann var far­in, og at hon altíð hevði eitt fjálg­andi smíl til felags kenn­ ing­ar, sum hon hitti har.” Og hetta kunnu vit fleiri taka undir við. Arnstein Niclasen Fellisárið 2018, 3. partur Ólavur, Ingálvur, Hans Ólavur Ingálvur Hans