Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-02-25, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. februar 2020síða 13

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Mikudagur 1. mai 2019 · Nr. 49 Mikudagur 26. februar 2020 · Nr. 24 NØVN Sum tíðin gongur skjótt. Nú á jól­um gekk tað upp fyri mær, at hetta longu vóru onnur jól utt­ an ommu mína á Toftum. Hetta fekk meg at hugsavnað meg um ommu og lívið saman við henni, og fekk eg tá hesar reglur festar á blað. Øll, ið kendu ommu, vita, at hon var ein megnar kvinna – sterk, sjálv­støðug, og við einum stór­um hjarta á røttum stað. Omma var av Argjum. 20 ára gom­ul giftist hon abba og flutti inn á Toftir, ið var heimbygd hans­ara. Tey fingu fimm børn: Hel­ena, Nina, Jenhild, Jens og Marn­hild. Jenhild gjørdist tó ein­ans fáar tímar gomul. Sum elsti sonur, ið hevði sítt dag­ liga yrki á sjónum, yvirtók abbi mið­skeið­is í sekst­i­ár­u­ num garðin uppi á Regni, eftir pápa sínum. Til garðin hoyrdu fýra mjólkneyt og á leið 100 á­seyðir. So umframt heimið og børn­ini, var omma einsamøll um at røkja garðin, tá ið abbi var burt­ur. Í og við at neytini skuldu mjólkast, áðrenn ar­ beiðið sum heimahjálp byrjaði, vóru dagarnir hjá ommu ofta bæði langir og strævnir, og bóru hendurnar á henni eisini vitnisburð um harða ar­beiðs­ lívið. Hóast tað, vænti eg ikki, at nakar kundi seta fingurin á nak­að, ið omma lat úr hondum. Hon var so sera røkin. Tað sigst, at menniskja hevur eitt ella fleiri av fimm kær­leiks­ mál­um. Eitt av kær­leiks­mál­u­ num hjá ommu var utt­an iva at geva. Einki var so vist sum tað, at tú fórt ikki tómhentur avstað aftan á eina vitj­an hjá ommu. Hetta var ofta pen­ing­ur ella góðgæti. Men gávur sum til dømis smurt breyð í breyð­kass­ a­num, ið hon hevði smurt í døg­ urð­a­tím­a­num, klár til okkum ommu­børn, um vit komu niðan til tey aftan á skúlatíð, vóru eisini kær­leiks­gávur, ið vístu, at hon altíð hevði síni kæru í tonk­u­num. Í einum og hvørjum samfelag finn­ast børn og vaksin, ið eru fyri vanbýti. Tað verið seg av per­són­ligum, sosialum ella fíggj­ar­ligum orsøkum. Til hesi royndi hon altíð at geva góð­ar løtur, og vildi altíð gera hvíld­ ar­løturnar millum arbeiðs­upp­ gáv­ur­nar góðar. Eg minnist, or­saka av traktorinum hjá abba, at tað altíð var ein riðil av børn­um við í bønum, tá ið vit hoyggj­aðu, og hevði omma tí altíð nokk av Club og trí­kant­að sunkist við. Í millum av­set­ur­ nar varð tíð til ein søtan bita, og bjóð­aði omma altíð teimum børnu­num, ið hildu seg aftast í køini, at fáa sær fyrst, meðan vit onn­ur so fitt máttu bíða í tolni. Eg minnist eisini, at um dag­urin hevði verið serliga lang­ur, kundi omma bjóða til nakað so forkunnugt sum pyls­ ur og eplamorl frá Kiston, tá ið komið var heim aftur. Eis­ini her vórðu tey børn, sum í ger­ and­is­gdegnum ofta vóru fyri van­býti, bjóðaði við til fest­mál­ tíð­ina. Soleiðis var tað, har ið omma ráddi. Á sama hátt vóru tað eis­ini vaksin við serligum av­bjóð­ing­ um, ið gingu inn til ommu á degi og á nátt. Millum annað vitjaði ein eldri maður ommu hvønn dag, og líka til eg var hálvvaksin, helt eg hann vera nærmasta fam­ilja; men í veruleikanum var hann ein einsamøll sál, ið kendi seg vælkomnan í heim­ið hjá ommu og abba. Um nátt­ina kundi eisini banka á dyrn­ar, og tá vóru tað kaldir og svang­ir drykkjumenn, ið vistu at omma fór at sýna teimum næst­a­kær­ leika. Hon lovaði teimum altíð inn og borðreiddi fyri teimum við tí besta, ið hon átti, hóast hon hevði ein strævnan dag fyri framman. Henni dámdi bet­ur at vita, at teir sótu heitir og mettir inni hjá sær, enn at teir møguliga gingu úti, kaldir og svangir. Undir lesnaðinum arbeiddi eg á einum skeinkistaði í Havn, Kagg­a­num. Onkursvegna himpr­að­ist eg við at siga ommu hetta. Vænt­aði ikki, at henni fór at dáma, at eg arbeiddi slíkt stað. Men ar­beiðstíðirnar hósk­ aðu væl saman við lesnaðinum, og løn­in var góð. Tá ið eg hevði arbeitt har í nakrar mánaðir, bar ikki til at goyma tað fyri ommu longur, og við bivandi rødd segði eg henni sum var. Svar­ið, “Tað verður Kaggin ikki eitt verri stað av”, er ongantíð far­ið frá mær aftur. Hetta svar­ið lýsir ommu so sera væl. Í staðin fyri at siga, at eg gjørd­ist eitt verri menniskja av at ar­beiða í Kagganum, valdi hon at síggja tað soleiðis, at Kaggin møg­u­liga gjørdist eitt betri stað við mær - at eg hevði nakað gott at geva øðrum. Eg var sjálvsagt sera glað fyri hetta svarið, bæði tí at tað ikki var dømandi, men ikki minst tí at tað var við­ur­kenn­ andi. Omma kendi frið og hvíld í síni persónligu gudstrúgv. Tí veit eg, at svarið eg fekk frá henni hendan dagin, var henn­ ara máti at leggja kristna boð­ skap­in í ommudóttrina. Omma og abbi vóru eitt ó­maka par upp á allar mátar. Av útsjónd var omma ljós og høg, meðan abbi var myrkur og lág­ur. Av sinni var omma still og álv­arsom, meðan sinnið hjá abba var tiltikið lætt og ljóst. Júst hesin ymiskleikin var teirra styrki, og nakað, ið tey virð­is­mettu høgt hjá hvørjum øðr­um. Kærleikin teirra millum var sterk­ur. Omma vísti sín kærleika til abba við gerðum, með­an abbi ikki smæddist við at seta orð á sín kærleika. Á eini hugna­løtu á Vesturskin, har tey bæði búðu teirra seinastu tíð á fold, tók abbi orðið og greiddi frá, hvussu hann av fyrst­an tíð hevði hitt ommu, og síð­ani var fallin fyri hesari fra­m­ú­r flottu og stásiligu argj­ a­damu. Tað, sum tó lá hon­um allarmest á hjarta at for­telja, var, at hóast tey bæði nú vóru uppi í áttatiárunum, var hon enn hansara hjartans kæra. Tá ið abbi knappliga gjørd­ist alvorliga sjúkur, og sjúkra­bil­ur­ in kom eftir honum, bað hann port­ør­ar­nar steðga, tá ið teir bóru hann framvið har, omma sat so stúrin. Abbi hevði fingið ilt­slangu frá portørunum, og segði hann tá við ommu, “nú skalt tú fáa ein oxygen muss, tað hevur tú ikki fingið fyrr”. Abbi doyði fáar tímar seinni, og omma sá hann ikki aftur á lívi, men við hesum fingu tey teirra sein­asta lítla látur. Omma var sera góð við øll síni ommubørn, men elsti ommu­son­urin, Jákup, átti eitt heilt ser­stakt pláss í hennara hjarta, og gekk hesin kærleikin báð­ar vegir. Jákup var líkur teim­um áðurnevndu børnum ið hon hevði serliga umsorgan fyri. Jákup stamaði nokk so illa og hevði eisini niðurfalssótt (epi­lepsi), ið gjørdi lívsleið hans­ara tyngri enn hjá teimum flestu. Páskadag í 2010 fór Ják­ up, sum so ofta áður, yvir til Tofta­vatn at ganga túr við hund­i­num. Við Toftavatn fekk hann líkfall, datt í vatnið og drukn­aði, einans 25 ára gamal. Øll vit, ið vóru góð við Jákup, stigu inn í sorgarinnar mjørka hend­an dagin, men sum tíðin leið, máttu vit ásanna, at omma hevði trupult við at finna út­ aftur. Á seinastu ferð Jákups her á jørð mannaði hon seg upp, men hon varð ongantíð hin sama aftur. Í stóran mun mistu vit ommu saman við Jákupi. Tá ið omma andaðist, var hon mett av døgum, og vit unna henni so innarliga endaliga frið­ in. Vit eru óendaliga takksom fyri, at hon var okkara, og minn­ini eru okkum ómetaliga kær. Vit vilja her nýta høvið til at bera eina hjartans tøkk til starvs­fólkið á Vesturskin á Toft­um. Vit takka fyri alt gott, men all­ar­mest fyri tykkara kær­leika til ommu og abba okkara. Samstundis vilja vit takka øllum, ið sýndu okkum sam­kenslu og hjálpti okkum í sam­band við jarðarferðina hjá ommu. Góða elskaða omma: Takk fyri alt ið tú vart fyri meg og míni. Hvíl í friði, góða. Lítla Kirstin Minningarorð um ommu, Kirstin Olsen, fødd Holm