Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-02-25, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. februar 2020síða 14

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 26. februar 2020 · Nr. 24 14 Sosialurin KJAK Billy Graham Eg gloymi ongantíð fyrsta árið, eg gekk í fram­halds­ skúla. Kongurin millum bólt­s­pælarar, Babe Ruth, kom til bý okkara at leika. Vit sótu allir á fremsta beinki og róptu og hurr­ aðu, tað vit vóru mentir. Pápi fekk í lag, at eg slapp at taka í hond¬ ina á hin­ um stóra Babe. Eg gloymi ikki, hvussu spennandi tað var – hann var av­gud­urin í øll­um ungu hjørt­um okkara. Eg vask­aði mær ikki um hend­ur­nar í einar trígg jar dag­ar. Dagin eftir øv­und­ aðu allir meg í skúlanum. Øll tey seinastu árini í skúl­a­num var mítt hægsta ynski at gerast yrkis¬ leik­ a­ri. Eg gloypti øllum, sum var at lesa um ítrótt. Sekstan ára gamal varð eg boðin á møti í eini kirkju, har ein maður præd­ik­aði sum rættur stríð­s­maður. Hetta gjørdi meg for­vitnan; eg læt skúla­ting­ini ligg ja og fór í kirkju. Bilsin var eg, tá ið eg skilti, at hetta var eitt lið í veld­i­g­ari evangeliskari møt­irøð. 5.000 fólk vóru kom­in saman. Eg sat heilt har afturi og fylgdi væl við øllum, sum fyr­i­fórst. Eg visti ikki, hvat næst fór at henda. Eg hevði altíð hugsað um á­trúnað sum nakað »kventla­sligt nakað«, og at tann, ið ætlaði at ger­ast ítrótt¬ arhetja, kundi ikki hava sundir til slíkt. Hatta hóskaði fyri gamlar menn og gentur, men var ikki nakað fyri sonn mann­ fólk við heitum blóði í æðru­num. Eg hevði verið í kirkju av og á, men tað var eisini alt. Ein stórur og prúður mað­ur fór upp at tala á slík­an hátt, sum eg aldri áður hevði hoyrt. Mitt í tal­uni peikaði hann eint í­móti mær og segði: »Ungi mað­ur, tú ert ein syndari!« Mær tóktist, at hann tal­aði við meg, so eg krógv­aði andlitið aftan fyri mann­in, ið sat beint framm­an fyri. Kalla meg ein synd­ara! »Nei – eg eri líka góður sum nakar ann­ar,« prentaði eg inn í meg sjálv¬ an. »Eg livi eitt hampuligt lív. Eg eri kirkj­ u­lim­ur, um enn eg sjáldan komi hagar.« Men so fór maðurin at taka upp skriftstøð: »Øll hava syndað, og teimum fatt­ast dýrd Guds« (Róm. 3,23). »Eingin rættvísur er, ikki ein« (Róm 3,10) og onn­ur. Fyri fyrstu ferð í lívi­num rann upp fyri mær, at eg var ein syndari, at sál mín var á veg móti Helviti, og at mær tørvaði ein Frelsara. Men tá ið hann beyð fólki, sum vildu verða frelst, at koma fram, smoygdi eg mær út í nátt­ ar­myrkr­ið og fór heim. Tann bardagin, ið síðani fór fram, gongur aldri frá mær. Alla náttina stríddist og bard­i seg. Dagin eftir fekk eg næst­an ikki bíðað til kvøld­ið, so eg kundi fara aft­ur á møti. Hesa ferð sat eg langt frammi. Tá ið tal­ arin fór upp hetta kvøldð, var tað eins og hann smílst til mín. Hann segði so inn­ iliga: »Gud vísir kærleika Sín til okkara við, at Krist­ us doyði fyri okkum með­ an vit enn vóru syndarar« (Róm 5,8). Eg hugsði: »Hatta er til mín! Eg eri ein synd­ari. Gud elskar meg.« Tá ið innbjóðingin kom, for eg fram saman við hin­um. Eg gav talaranum hond­ina og Frelsarum hjart­að. Í somu stund floymdu gleði, friður og vissa inn í sál mína. Synd­ ir mínar, so mangar tær vóru, visti eg nú, vóru burt­ur. Á fyrsta sinni hevði eg møtt Honum, sum gjørdist Hetjhan í lívi mín­um. Eg hevði sóknast eftir spenn­igni. Eg fann hann í Krist­usi. Eg hevði leitað eftir full­ari gleði og eydnu. Eg fann hetta í Kristusi. Mær hevði longst eftir onkr­um, sum kundi fylla hjart­ans djúpastu tráan. Eg fann tað í kristusi. »Fyri ásjón Tíni er gleðin full­komin, lívsæla er við høgru hon Tína í allar æv­ ir« (Sálm. 16,11) Kristus er hetja gudur hjarta míns. Hann egg jar, Hann gevur spenning í livið. Hann nøktar alla langt­an. »Hann kann fullk­omiliga frelsa tey, sum koma til Gud við Hon­um« (Heb. 7,25) Traktatgrunnurin (eftir ynski frá lesara) Viðmerking frá eig­ara­fel­øg­u­num undir Konga­ varða og eystan Kong­avarða: Hevur borgarstjórin longu gloymt lyftini um, at finna eina virðiliga loysn á mál­i­ num um byggingina undir Kong­avarða? 7. februar í ár gav Tórs­ havnar Kommuna enda­ ligt graviloyvi til bygg­i­ harr­an MARK, sum nú fer und­ir at byggja tríggj­ar samanstúvaðar blokk­ar á einum lítlum øki und­ir Kongavarða, ið upp­run­a­ liga var ætlað til 30 dygd­ ar­góðar íbúðir. Tórshavnar Kommuna valdi at ganga burtur frá síni egnu heildarætlan og gekk ímóti staðiligu til­ráð­ ing­ini frá egnu umsiting síni tá tað seldi einum priv­at­um byggiharra lend­ið fyri undirprís utt­ an nevni­verd krøv til dygd ella leiguprís. Einki forðar bygg­i­harranum fyri at selja lendið aftur til full­an markn­aðar­prís tá modulbygdu blokkarnir eru reistir. Kommunala eftirlitið ikki fingið kommununa at slaka Kommunala Eftirlitið hev­u­r síðan avgerðin varð tikin, staðfest, at komm­ unan hev­ur selt ein­um privat­um byggi­h­arra lend­ið fyri ein prís, sum helst var und­ir markn­að­ ar­virð­ið á lendinum. Men hetta hevur ikki fingið Tórshavnar Kommunu at slaka. Tá kommunan soleiðis let­ur lendið til ein privatan bygg­i­harra fyri undirprís, so kundi hugsast at krøv vóru sett til bygg­i­ngina um at leig­u­prísurin skal vera rími­ligur og at dygd­in liv­ir upp til nútíðar krøv um dygdargóða í­búð­ar­ bygging. Tað kundi eis­ini hugsast at at privati bygg­ i­harr­in, sum at kalla hevur fing­ið lendið í gávu, ikki utt­an víðari kann selja lend­ið til triðjapart fyri markn­að­ar­prís. Men so er ikki. Byggingin tekur ikki atlit til ferðslu, trivnað, spæli- og fríøkir hjá børn­ um, grannar og grund­ leggj­andi byggilist er skúgv­að til viks. Lendið kann seljast fyri fleirfalt keypsprís Modul bygdu blokkarnir skulu eftir ætlan veitast av donsku fyritøkuni ABC Pav­i­lloner A/S, sum fæst við at gera fyribils skúr­ar og barakkir til hand­verk­ arar. Fyritøkan bjóðar nú seg eisini fram at seta hes­ ar upp sum varandi íbúðir, eyð­sæð á plássum har bygg­i­myndugleikin hevur fá ella eingi krøv til dygd, es­t­etik og trivnað. Ein slíkan bygg­i­mynd­ ug­leika hevur danska fyritøkan sam­an við føroyska byggi­harr­a­ num funnið í býráðs­ meirilutanum í Tórs­havn­ ar Kommunu. Tá ið barakkbýlingurin und­ir Kongavarða er set­t­ ur upp, kann byggiharrin selja hetta sama grund­ økið fyri fullan markn­ að­ar­prís, ið helst er einar tíggju ferðir hægri enn út­ veg­an­ar­prísurin, um hugt verð­ur eftir hvat onn­ur byggilendi undir Konga­ varða eru seld fyri, eitt nú tá Tórshavnar Kommuna hevur verið seljari. Ørkymlaðir borgarar Fyri at fremja hesa øðr­ vit­is­verk­ætl­an hev­ur Tórs­havn­ar Komm­u­ na við Anniku Ol­sen, borg­ar­stjóra og Marini Katrinu Frý­dal, forkvinnu í Byggi- og Bý­ar­skip­an­ ar­nevnd­ini á odda, lagt nógv fyri. Kommunan er ging­in burtur frá heild­a­ rætl­anini fyri økið und­ir Kongavarða har ætl­an­in var at byggja 30 dygd­ar­ íbúðir í sama stíli sum ver­ andi bygging, og avgerðin varð skundað so nógv í­gjøgn­um, at tíð var ikki til at kunna grannarnar fyrr enn eftir at avgerðin var tik­in á býráðsfundi. Við einari hand­a­vend­ ing seldi kommunan 10.500 m2 stóra økið til und­ir­prís fyri 157 krónur fyri fermeturin til ein priv­at­an byggiharra uttan nevn­i­verd krøv. Hví privati byggiharrin skuldi fáa lendið í gávu frá bý­ráðs­meirilutanum fyri 157 krón­ur fermeturin, og hví komm­unan var so al­ tráð eftir loypa frá síni egnu heildarætlan fyri økið og lata privata bygg­ i­harr­an seta treytirnar undr­ar og ørkymlar borg­ arar ið búgva undir Kong­ avarða almikið. Hvønn arbeiðir Tórs­ hav­nar Kommuna fyri? Eftir at nærum 700 hav­n­ a­r­borg­arar mótmæltu ætl­ anini, lovaði borgarstjórin, Ann­ika Olsen, annars í Au­gust í fjør, at her fór at verða funnin ein virð­ilig loysn, har vavið á bygg­ ing­ini bleiv minkað og ein væl størri partur av øki­n­ um verður lagdur út sum frí- og felagsøki fyri alt bú­ staðarøkið undir Konga­ varða. Men her tykist borg­ ar­stjórin at hava gloymt síni lyft­ir. Graviloyvið er giv­ið og bygt verður á eins nógv­um fermetrum sum áð­ur. Frí- og felagsøki eru enn sum áður at kalla ikki partur av verk­ætl­ anini. Og hóast talið á í­búð­um í fyrstu atløgu er skor­ið niður í 48 er einki í byggiloyvinum, ið forð­ar byggiharranum at byggja fleiri hæddir og í­búð­ar­ eind­ir seinni. Hevur tú gloymt tíni lyft­ir, Annika Olsen? Hvørj­um arbeiðir Tórs­ havn­ar Býráð í veru­leik­ a­num fyri í hesum máli? Ar­beiðir býráðið fyri borg­ a­r­ar­nar í kommununi ella fyri priv­at­a­n byggiharra? Eigarafeløgini undir Kongavarða og eystan Kongavarða Mín avgerðarstund Hevur tú gloymt tíni lyfti til havnaborgarar, Annika Olsen?