Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-02-25, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. februar 2020síða 18

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 26. februar 2020 · Nr. 24 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TØKK Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu og fyri hjálpsemi, tá elskaði maður, pápi, verpápi, abbi og langabbi okkara Dánjal P. Norðberg 31.07.1925 – 02.11.2019 flutti heim til Harran at verða. Tøkk fyri heilsanir, blómur, kransar og minnisgávur til Vitnið. Tøkk fyri troystarrík orð og hjálpandi hendur. Hjartans tøkk øll tit, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Vegna familjuna Sólgerð Jórun, Malan og Ella TØKK Hjartaliga takka vit tykkum øllum, sum á ymsan hátt sýndu hjálpsemi og samkenslu, tá okkara elskaði maður, pápi, verpápi og abbi gjørdist sjúkur og andaðist. Finnur Sigurðsson f. 21.09.1957 – d. 04.09.2019 Takk til starvsfólkið á Klaksvíkar sjúkrahúsið og Norðoya bú- og heimatænastu. Takk til Marjun Lómaklett og Hanus á Gørðum fyri góð og troystarrík orð í heiminum, kirkjuni og á grøvini. Takk fyri vitjanir, bønir, blómur, heilsanir og peningagávur til Krabbameinsfelagið Eisini ein stór tøkk til tykkum sum hjálptu við jarðarferðini og ervinum. Og ikki minst øllum tykkum sum fylgdu Finn til hansara seinasta hvíldarstað. Henrikka, Hans Edvard, Hansina og Hanna við familju. TØKK Hjartaliga vil eg takka tykkum øllum, sum sýndu mær samkenslu tá mín kæri maður Hanus Leivur Eidesgaard Poulsen andaðist og varð jarðaður Takk til tykkum, sum á ein ella annan hátt hava hjálpt mær ígjøgnum hesa tungu og síðstu tíð. Takk til Jonhard Jógvanson prest fyri vøkru og troystarríku orðini í Eiðiskirkju, - tey hava so stórt virði fyri meg. Takk til mína hjálpsomu og góðu familju, til vinir og øll tykkum onnur, sum hava hjálpt mær. Takk til tykkum, sum vóru við til at fylgja Leivur til hansara seinasta hvíldarstað. Má Harrin signa tykkum øll. Kærar heilsur Anvør Ellingsgaard Poulsen TØKK Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá kæri maður, pápi, verpápi, abbi og langabbi Malvinus Reyná f. 5. oktober 1931 d. 21. januar 2020 andaðist og varð jarðaður Stóra takk til Anne Mette prest fyri góð og troystarrík orð í kirkjuni. Stóra takk til berarar, sangarar, organist, klokkara og dekn. Somuleiðis stóra takk til Johild og Jóannes fyri eina viðkomandi løtu í kapellinum, og til Dánial Paula fyri urguspælið í kirkjuni, tá kistan kom norður. Stóra takk til starvsfólkið á Eysturoyar Røktar- & Ellisheimi, sum vóru so væl um hann og vóru so góð við hann, meðan hann var har. Stóra takk til tykkum, sum stóðu fyri ervinum, og tykkum sum bakaðu, og øllum tykkum, sum hjálptu til annars. Stóra takk fyri kransar og blómur, og fyri peningagávur til kirkjuna. Hjartans takk øll tit, ið fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Familjunar vegna Jóhanna, Marna, Poul Johannes & Frida v/fam. Alt á einum stað Vit útinna allar uppgávur í sambandi við eina jarðarferð frá byrjan til enda • Kistur • Sangir, blómur og kransar • Sangarar (í Tórshavn) • Ervi • Líkflutningur til og úr Føroyum • Líkbrenning (Kremering) Tel. 51 17 23 www.gravarhjalp.fo Tel. 35 36 37 / 299 000 solsetur@solsetur.fo · solsetur.fo Kistur í Suðuroy: Eilif Dimon tel. 26 66 15 Vit hjálpa við øllum í sambandi við jarðarferðina Lív Clementsen Aðalfundur hjá Føroya Heimavirkisfelag verður leygardagin 29. feb frá kl.15.00 Er fundurin ikki viðtøkuførur, Verður eykaaðalfundur ½ tíma seinni. Fundarskrá sambært lógum felagsins Nevndin S i l i Tíðindi tróttur Viðmerkingar Nøvn Skráir Sosialurin Lýsingar Bilar Veðrið