týsdagur 25. februar 2020síða 19
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 26. februar 2020 · Nr. 24
TØKK
Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu, tá ið
okkara elskaði maður, pápi, verpápi, abbi og
langabbi
Petur Hans Winther
f. 07. mars 1935 - d. 28. oktober 2019
andaðist og varð jarðaður.
Tøkk til tykkum øll, sum á ein hvønn hátt
hjálptu til.
Tøkk til Havstein Klein, prest, fyri vøkur orð í
kirkjuni.
Tøkk til sangarar, berarar, organist og gravarar.
Tøkk fyri blómur, kransar og peningagávu til
Skerið.
Tøkk til tykkum øll, sum fylgdu honum til
hansara seinasta hvíldarstað.
Familjunar vegna
Mary, Joen Jacob, Bjørgvin, Hallmar, Karlon
og Rúni
TØKK
Hjartaliga takka vit øllum tykkum í sýndu
samkenslu og hjálpsemi tá elskaða mamma,
vermóðir, omma og langomma
Ruth Jørgensen
f.23-07-1940 d. 09-12-2019
andaðist og varð jarða
Tøkk til starvsfólkini á B6 fyri góða hjálp og at
tit vóru so væl um mammu.
Tøkk til Marjun í Kálvalíð prest fri góð og
troystarrík ord.
Tøkk til Kirkjutænarar, sangarar og gravarar.
Eisini ein tøkk til Bjartur og Terja fyri vakran
sang og tónleik.
Tøkk til tykkum í hjálptu til við ervinum, bakað,
vitjaðu og á annan háa vístu tykkara samkenslu.
Tøkk fyri blómur og kransar og tøkk til tykkum
í stuðlaðu krabbameinsfelagnum við gávum.
Hjartaliga takka vit tykkum øllum, í fylgdu
mammu til hennara seinasta hvíldarstað
Familjurnar vegna
Liljan, Sigrid, Jónrid, Ludvík og Jørgen.
Umhvørvisárinsmeting
Í sambandi við, at Sp/f Tróndarstova ætlar at
byggja eitt mikrovatnorkuverk í Svínoy til
framleiðslu av ravmagni, er sambært § 16 í
løgtingslóg um framleiðslu, flutning og veiting av
ravmagni, gjørd ein meting av, hvørji árin ætlanin
kann ætlast at fáa á umhvørvið.
Umhvørvisárinsmetingin er almenn og kann
síggjast á Umhvørvisstovuni og á www.us.fo
Viðkomandi almenningur, áhugafeløg og
myndugleikar hava møguleika at koma við
viðmerkingum til umhvørvisárinsmetingina.
Møgulig hoyringarsvar skulu verða
Umhvørvisstovuni í hendi í seinasta lagi
fríggjadagin 20. mars 2020. Hoyringarsvar skulu
sendast til: Umhvørvisstovan, Traðagøta 38, 160
Argir ella til us@us.fo.
List og bøkur til sølu
Vegna flyting selist list eftir m.a.
J. Waagstein, Chr. í Geil, Mykines,
I. av Reyni og øðrum.
Somuleiðis hópin av føroyskum
antikvariskum bókum.
Ring tel. 22 76 49
ÁRSAÐALFUNDUR
Fornminnisfelagið í Nes kommunu hevur
ársaðalfund leygardagin 7. mars 2020 kl. 16.00
í G. prestagarði á Nesi
Skrá sambært viðtøkum felagsins
Nevndin
Aðalfundur
Aðalfundur í Kvinnufelagnum í Havn verður
tísdagin 31. marts 2020 kl. 1900 í Mettustovu.
Skrá sambært viðtøkum felagsins.
Uppskot, sum skulu á skrá, skulu vera
nevndini í hendi í seinasta lagi 8 dagar undan
aðalfundin.
Um aðalfundurin ikki er viðtøkuførur,
verður eykaaðalfundur hildin kl. 1930.
Eykaaðalfundurin er altíð viðtøkuførur
NEVNDIN
Frá Føroya Ríðingarfelag
Aðalfundur verður í felagshúsinum
5. mars 2020 kl.19.00
Skrá sambært viðtøkunum
Uppskot til aðalfundin, skulu verða felagnum
í hendi, í seinasta lagi 8 dagar undan
fundinum
Nevndin