leygardagur 18. desember 2004síða 27
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 243 • Vikuskiftið 18./19. desember 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo
MURA
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
»Mura« kallast fløgan, sum
hevur ein heldur øðrvísi upp-
runa. Víst syngja og spæla nakrir
av kendastu føroysku tónleikar-
unum á útgávuni, men fløgan er
fyrst og fremst verkið hjá børn-
um og ungum á Barnaheiminum.
Tey hava í longri tíð arbeitt við
útgávuni, sum nú er vorðin
veruleiki.
– Børnini eru sera glað fyri
hesa fløguna, og endamálið
hevur eisini allatíðina verið, at
tey skulu kenna útgávuna sum
sítt verk, sigur Ingi Hansen, sum
hevur lagt arbeiðið við fløguni til
rættis.
Børnini og tey ungu á Barna-
heiminum, sum hava verið við í
arbeiðnum, eru í aldrinum frá 12
til 19 ár, og alt hetta seinasta árið
hava tey brúkt fitt av tíð til
útgávuna.
– Tey ungu sleppa at royna seg
við ljóðførum og sangi, og eisini
hava fleiri roynt seg við at skriva
tekstir og løg saman við eitt nú
starvsfólkunum á deildini. Hetta
verður alt gjørt við tí endamáli at
hava tað stuttligt, at menna tey
ungu og teirra evni innan tónleik
og at úttrykkja seg kensluliga eitt
nú gjøgnum tónleik.
Byrjaði sum jólagáva
Hugskotið at gera hesa fløguna
kom eftir jólini í fjør. Tá fingust
tey eisini við tónleik, hóast tað
ikki var so alment, sum tað nú er
blivið.
– Fyri jól í fjør fóru vit í
JakZac Studio fyri at spæla
nakrar sangir inn. Ætlanin var
ikki, at upptøkurnar skuldi brúk-
ast til nakað, men tað ljóðaði
væl, og tí vóru upptøkurnar
brúktar sum jólagávur til familj-
una hjá børnunum, sigur Ingi
Hansen.
– Eftir jólini fingu vit so nógv
orð um sangirnar, at hugskotið
kom at geva eina fløgu út. Tað
hava vit nú gjørt álvara av.
Allir sangirnir á nýggju
útgávuni eru nýggir, og bara
tveir teirra eru skrivaðir av øðr-
um fólkum enn teimum, sum
hava tilknýti til Barnaheimið.
Annars eru tað børn og starvs-
fólk á Barnaheiminum, sum hava
skrivað sangirnar.
– Tekstirnir eru fjølbroyttir, alt
frá at kalla fosturlandssangum til
meira skemtiligar sangir. Eisini
løgini eru fjølbroytt, tey eru bæði
still og meira lívlig, sigur Ingi
Hansen.
Góð hjálp frá
Tey á Barnaheiminum hava
fingið góða hjálp frá royndum
føroyskum tónleikarum, sum
hava hjálpt teimum við innspæl-
ingunum.
Tónleikarar sum Niclas
Johannesen, Jón McBirnie, Kim
Hansen, Jens Marni Hansen og
aðrir eru við til at spæla tón-
leikin á fløguni, og eisini kendir
sangarar eru við – eitt nú Eivør
Pálsdóttir, Terji Rasmussen og
Pætur við Keldu.
Men so eu tað eisini tey yngru
og minni kendu nøvnini, sum
saktans kunnu hava ein spenn-
andi framtíð fyri sær sum tón-
leikarar.
Tað er ungdómsdeildin á
Føroya Barnaheimi sum stendur
fyri sjálvari útgávuni, og tey ætla
eisini at nýta eitt møguligt avlop
av søluni til tónleik.
– Um tað liggja nakrar krónur
eftir, so fara vit at brúka tær til
ungdómsdeildina á Barna-
heiminum, møguliga kundu vit
keypt okkum upptøkuútgerð, so
vit kundu tikið meira tónleik
upp, og kanska eisini gjørt
útvarpssendingar, sigur Ingi
Hansen.
Saman við kendum
tónleikarum
Ingi Hansen sigur, at tað hevur
verið sera spenanndi og gevandi
at arbeitt við eini fløguútgávu,
og børnini hava verið sera íðin.
– Tey eru eisini ómetaliga glað
fyri útgávuna, og tað verður
nógv tosað um hana. Eisini børn,
sum eru farin heim til familjuna
at búgva aftur, ringja her og
fylgja við í øllum, sigur Ingi
Hansen.
– Bara at vera í studio saman
við kendum tónleikarum sum
Kim Hansen og hinum var eitt
stórt upplivilsi hjá teimum. Tað
er ikki fyrr enn nú, tá ið fløgan
er komin út, at eg síggi, hvussu
væl hetta hevur eydnast.
Nýggja fløgan »Mura« fæst nú
til keyps á bensinstøðunum og
øðrum handlum kring landið
Barnaheimið gjørt fløgu
– Tað hevur verið eitt stórt upplivilsi hjá børnunum at gera eina fløgu. Tað er
ikki fyrr enn nú, tá ið fløgan er komin út, at eg síggi, hvussu væl hetta hevur
eydnast, sigur Ingi Hansen, sum hevur staðið fyri arbeiðnum hjá børnum og
ungum á Barnaheiminum at gera eina fløgu
– Tey ungu sleppa at royna seg við ljóðførum og sangi, og eisini hava fleiri roynt seg við at skriva tekstir og løg
saman við eitt nú starvsfólkunum á deildini. Hetta verður alt gjørt við tí endamáli at hava tað stuttligt, at menna
tey ungu og teirra evni innan tónleik og at úttrykkja seg kensluliga eitt nú gjøgnum tónleik, sigur Ingi Hansen, sum
hevur lagt arbeiðið hjá børnum á Barnaheiminum við nýggjari fløguútgávu til rættis
Mynd: Jens Kristian Vang
Tinghellan síða 40–41
Ukreina