leygardagur 18. desember 2004síða 28
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 243 - 18. desember 2004
Tað var lív í á Norðskála-
Oyrar skúla herfyri, tá
evnisvikan, tey høvdu havt
um ull og grind, endaði, og
listaverkini, tey høvdu gjørt
úr ull, vórðu sýnd fram í
høllini á skúlanum. Eisini
varð borðreitt við pinnamati
við grind, spiki, eplum og
turrum fiski
EVNISVIKA
Orð og myndir:
Rúna Sivertsen
runa@sosialurin.fo
Hesaferð skuldi evnisvikan á Norð-
skála - Oyrar skúla snúgva seg um
eitthvørt, sum hevur bæði við myrku
tíðina og økið har um leiðir at gera.
Tey gjørdu av, at evnið skuldi
verða grind og ull. Grindavísan
gongur fyri seg millum Hvalvík og
Oyrar, so tað var upplagt at velja
hana sum høvuðsevnið, ið alt
arbeiðið skuldi ganga út frá.
Fyri at røkka øllum tí, sum ætlanin
var at fáa burtuúr, varð neyðugt at
biðja um hjálp frá læraraskúlanum.
Og tað var jú eitt óført hugskot, tí á
henda hátt fingu læraraskúlanæm-
ingarnir høvið til nakrar veruliga
mennandi og gevandi starvsroyndar-
dagar.
Við leiðslu av Súsan í Jákupsstovu,
sum er ein meistari , tá tað kemur til
at fáast við ull, gjørdu børnini,
saman við næmingum frá lærara-
skúlanum, tey vakrastu listaverk, tú
kanst hugsa tær.
Í skúlanum hava tey leingi ynskt at
prýða høllina, so hugskotið frá
Súsan, um at gera myndateppir úr
tøvdari ull, var júst tað rætta og
gjørdi dreymin til veruleika.
Grindavísan lýsir væl grinda-
drápið, frá tí grindin verður funnin
til hon verður býtt og skorin upp. Tá
evnisvikan var av, vistu næmingarnir
alt, sum var vert at vita um grind.
Tey høvdu tá gjøgnum myndalist, og
við at læra grindavísuna, lært um
grind á ein hátt, sum gjørdi, at tey
fingu nógv burturúr og síggja nú
grind og grindadráp úr øllum
sjónarhornum.
Eisini høvdu tey lært nógv um
føroysku ullina, hvussu hon kann
brúkast, bæði til brúkslutir, leikur og
myndir.
Seinasta evnisdagin var framsýn-
ing, framførsla og dansur í høllini.
Eisnini varð borðreitt við pinnamati
við grind, spiki, turrum fiski og
eplum. Eplini høvdu næmingarnir
sjálvir velt og tikið upp.
Stór mál
Saman við starvsfólkum sínum, hev-
ur skúlaleiðarin, Óli Jákup Joensen,
sett sær stól mál fyri Norðskála-
Oyrar skúla.
– Vit vilja bera orð fyri at vera ein
skúli, sum hevur børnini í miðdepl-
inum, og sum er til reiðar til fram-
tíðina – alla tíðina, siga tey á heima-
síðuni, www.sunda.fo
Skúlin hevur sum mál at geva
næmingunum eitt virðisgrundarlag,
har eitt nú stórur dentur verður
lagdur á fólkaligheit, fyrilit og
umsorgan.
– Á okkara matrikkulnummarið
skulu børnini hava tað gott, sigur
skúlaleiðarin.
Hann vísir á, at í dag eru tað nógv
børn, sum hava tað so trupult.
– Men vit kunnu seta okkum fyri,
at børnini skulu hava tað gott í
skúlanum, kenna seg trygg og vita,
at her eru vit góð við tey.
– Vit leggja eisini ábyrgdina yvir á
næmingarnar sjálvar við at siga, at
eingin næmingur skal taka lut í ella
góðtaka at næmingar verða argaðir,
Í okkara skúla skulu børni
Svanna hyggur at, meðan Maria tólvtrar slíðraband. Eisini á
henda hátt lærdu næmingarnir nakað um bæði ull og grind
Rakse drenge grind at dræbe... Tá niðurlagið kom, lá væl fyri
hjá Fríðu og Eydnu at kvøða
Skúlaleiðarin Óli Jákup Joensen bjóðaði Súsan í Jákupsstovu
ein dans
...og her eru tað, Sunniva, Olivia og Beinta, sum svinga so
hjartans glaðar
Hvør skal næsti leikur verða? Theodor, Mikkjal og Tønnes í
djúpum tonkum við talvborðið, sum altíð stendur frammi í
høllini
Pól Jóhannes er ein av næmingunum á skúlanum. Tá myndin var tikin sprakk hann á føtur og spurdi, um eg (blaðkv.) ikki eisini
vildi hava pinnamat
Djóni hevur fingið upp á talerkin. Í langari røð standa øll hini og bíða eftir
matinum, tey sjálvi hava verið við at gjørt til