leygardagur 18. desember 2004síða 29
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 243 - 18. desember 2004
29
slignir ella stongdir úti frá
felagsskapinum.
– Tað ber eisini til at venja
børnini við at broyta málbrúkið,
halda uppat at bannast og nýta
niðursetandi, sárandi
viðmerkingar um onnur, við at
slíkt snøkt sagt ikki verður góð-
tikið á skúlanum.
Málið er at menna sjálvsálitið
hjá hvørjum einstakum næmingi,
og skúlin má geva næmingunum
álit á seg sjálvar, so teir í góðum
treysti møta tí nýggja við
spenningi og arbeiðshugi. Tí er
alneyðugt við góðari frálæru,
sum skal geva næmingum
upplivingar, har teirra verk
eydnast og harvið geva teimum
álit á egnar førleikar og evni og
mennir ábyrgdarkensluna fyri
egnari læring og egnum lívi.
Sunda kommuna leggur eisini
stóran dent á, at fólkaskúlin
gevur børnunum eitt gott støði at
standa á, økir um hugin hjá
teimum at læra.
– Skúlagongdin er í alt størri
mun vorðin ein hornasteinur
undir menningini hjá øllum
børnum. Skulu tey mennast og
trívast við teimum krøvum, ið
dagsins samfelag setir til tey, er
neyðugt at undirvísingin fer fram
í einum góðum og tíðarhóskandi
umhvørvi, stendur millum annað
at lesa á heimasíðuni hjá Sunda
kommunu.
ini hava tað gott
Norðskála-Oyrar skúli varð tikin
í nýtslu í september 1968.
Skúlin er fyri næmingar í 1. til 7.
flokki í Sunda Kommunu.
Næmingarnir í 8., 9. og 10. flokki
ganga í Felagsskúlanum á
Oyrarbakka, sum er skúli fyri 8.,
9. og 10. flokk hjá Hósvíkar,
Hvalvíkar, Haldórsvíkar,
Saksunar, Gjáar, Eiðis og Sunda
Kommunu.
Í Norðskála-Oyrar skúla ganga
uml. 60 næmingar og har
starvast 7 lærarar.
Lærararnir eru:
Óli Jákup Joensen, leiðari
Arnold Joensen
Mikkjal Joensen
Thordis Dahl Hansen
Súsanna Hammer
Ingun Joensen
Sólgerð Andreassen
Tønnes Mikkelsen, pedagogur
FAKTA
Tað var lív í køkinum á Norðskála-Oyrar skúla, tá børnini gjørdu pinnamat til við grind, spiki og
turrum fiski. F.v:. Andrias, Hannes, Óla Kristian og Hans
Læraraskúlanæmingarnir, sum
herfyri vóru í starvsroynd í
Norðskála-Oyrar skúla.
Í skúlanum hava tey leingi ynskt at
prýða høllina. Tí var hugskotið hjá
Súsan, um at gera myndateppir úr
tøvdari ull, júst tað rætta, og gjørdi
henda dreym til veruleika.
Omanfyri síggjast tvey av vøkru
myndateppunum úr tøvdari ull, og
við føturnar hava tær stóra hvalin,
sum eisini er gjørdur úr tøvdari ull
Hugnaløtan í
høllini byrjaði við
solosangi og dansi.
Børnini smæddust
ikki at dansa...