leygardagur 18. desember 2004síða 30
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 243 - 18. desember 2004
JÓLASØLA
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Myndir: Jan Müller
Á hvørjum ári skipar Føroya
Heimavirkisfelag fyri jólasølu
fyri teirra limum. Í ár var hon
næstseinasta vikuskifti, og var
luttøkan metstór.
56 básar og 140 fólk, ið seldu
teirra handgjørdu lutir. Bæði
bundin og vovin pløgg,
broderingar, seymað pløgg,
smykkur, lutir úr jarni og timbri
og í caféini var bara heima-
gjørdur matur at fáa.
– Tað er ein serligur hýrur til
søluna, og hann ger, at løtan tú
vitjar søluna, verður til nakað
heilt serligt, sigur Jórun Vang.
Hon heldur, at jólasølan er eitt
greitt tekin um, hvussu nógv
dugnalig fólk eru í Føroyum.
– Tað er heilt fantastiskt at
síggja alt, sum tey hava fingið
frá hondini, og tey selja nógv,
sigur hon.
Flutt søluna
Fyri fyrstu ferð varð jólasølan
hildin í ítróttarhøllini á Hálsi.
Hon hevur annars hildið til í
Gundadalshøllini í fleiri ár.
Alt byrjaði í Margarinfabrikk-
ini fyri 12 árum síðani, tá sølan
var á fyrsta sinni. Men sum
Jórun sigur, er nógv hent á
økinum síðani tað.
Í fjør vóru 34 básar, og tað var
smekkfult í Gundadalshøllini. Í
ár gjørdust fyrireikararnir skjótt
greið yvir, at tann høllin ikki fór
at kunna hýsa søluni í ár. So tey
gjørdu av at flyta hana í ítróttar-
høllina á Hálsi.
Jórun sigur, at tey stillaðu
øðrvísi upp í ár til tess at fáa
pláss fyri øllum. Tí umframt
básarnar er eisini ein stór café,
sum er eitt ”must” til hendan
dagin.
– Tað sosiala, sum fylgir við
caféini er nakað, sum er við til at
gera hendan dagin heilt serligan,
sigur Jórun.
Í caféini fekst millum annað
køkur, breyð við føroyskum
viðskera, og sjálvandi var alt
heimagjørt.
Jórun sigur, at summar familj-
ur hava gjørt tað til ein sið at
nýta ein part av einum vikuskifti
til jólasøluna.
Støðið hækkar
Jórun hevur verið við til at fyri-
reika jólasøluna, síðani hon
byrjaði á Margarinfabrikkini fyri
tólv árum síðani. Hon sigur, at
støðið á handgjørdu lutunum er
hækkað ótrúliga nógv.
– Tað er eitt einastandandi flott
handverk, sum verður stillað
fram til jólasøluna. Tað verður
flottari fyri hvørt ár, so tað er
sera hugaligt at skipa fyri hesum,
sigur hon.
Tey, ið stilla fram og selja, eru
í øllum aldri. Blaðung fólk og
fólk, sum eru farin um tey áttati.
Tað ger, at sølan er sera
fjølbroytt og er okkurt fyri øll.
Jórun sigur, at tað er stuttligt at
síggja, hvussu skapanarhugurin
og evnini hjá ungdóminum til
føroyskt handverk er mentur
seinnu árini.
– Frá at vera næstan null,
stendur hann í fagrasta blóma
nú, sigur Jórun, sum varð
fullkomuliga bergtikin av øllum
tí, sum tey ungu komu við til
jólasøluna.
Hon greiðir frá, at í dag vilja
ungar gentur aftur læra seg at
binda. Hon minnist afturá, tá
ommurnar plagdu at læra frá sær.
Jórun leggur dent á, at tað at
duga at binda er ein gáva, sum
fólk hava fingið. Hon heldur
fram, at tað er vísundaliga
prógvað, at tað er gott fyri ein
sálarliga at binda. Eitt slag av
meditatión samanber hon tað
við.
– Tað er ótrúligt, hvussu
dugnalig vit føroyingar eru. Vit
síggja tað bara ikki sjálvi, og tað
er spell, heldur Jórun, sum hevur
vitjað nógvar handverksframsýn-
ingar í útlondunum. Hon heldur
ikki, at føroyingar standa petti
aftan fyri útlendingarnar.
– Hetta er ein dýrgripur, sum
vit hava, og hann má fyri alt í
verðini ikki detta burtur, sigur
Jórun.
– Varmin, sum er inni í høllini, meðan jólasølan er nakað heilt serligt, og her
inn røkkur stressið ikki, sigur Jórun Vang, sum er ein av limunum í Føroya
Heimavirkisfelag, ið skipaði fyri árligu jólasøluni fyri tveimum vikum síðani
Stressið røkkur ikk
Í jólahýri á jólasølu
Fyrstu og neyvan síðstu ferð varð jólasølan í Ítróttar- og samkomuhøllini á Hálsi