leygardagur 18. desember 2004síða 31
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 243 - 18. desember 2004
31
Gávur til útlandið
Jólasølan hevur lutir til øll. Hon
er fyri øll, og tey eru ikki so fá,
sum gera av at fara. Jórun metir,
at um 1.800 til 2.000 fólk vitjaðu
í ítróttarhøllini tann hálvanannan
dagin, sølan vardi.
Jórun hevur ikki nakað tal á,
hvussu nógv varð selt fyri, men
hon veit, at tað gekk væl at selja.
Mong eru tey, ið nýta høvi til at
keypa jólagávur, og fleiri av
teimum fara helst til føroyingar,
sum búgva uttanlanda. Tað er jú
ongin ivi um, at føroyskt hand-
verk er ein vøkur gáva, og
góðskan man vera á einum
høgum støði.
Jórun greiðir frá, at í dag
verður ikki spurt eftir prísinum,
tá fólk keypa tær handgjørdu
vørurnar.
– Tað er in at keypa hand-
gjørdar vørur í dag, og tí er tað
so hugaligt hjá øllum, ið hava
hug at skapa at gera tað, tí tað er
ongin ivi um, at arbeiðið, sum
liggur aftanfyri, er stórt, heldur
Jórun Vang.
Nýggir limir
Fyri 12 árum síðani var árliga
jólasølan hjá Føroya Heima-
virkisfelag ikki nakað stórt tiltak.
Í dag er hon vorðin rættiliga stór,
og Jórun er greið yvir, at hon
kann fara at verða upp aftur
størri næsta ár.
Hon er rættiliga errin av, at so
mong fólk teknaðu seg til í ár, og
tað at tey komu allastaðnis frá í
landinum, gjørdi tað bara enn
betur.
– Nú er tað gevandi at arbeiða
við hesum. Fleiri nýggj hava
teknað seg sum lim, og tað ger
alt nógv meira hugaligt. Fyrr
høvdu vit nóg illa ráð at lýsa við
tiltakinum, greiðir Jórun smá-
flennandi frá.
Jólasølan er vorðin ein siður í
dag, sum fólk meiri ella minni
bíða eftir. Og tað fegnast hon
stórliga um.
Enn fleiri næsta ár
Sum nevnt væntar Jórun, at
luttøkan komandi ár verður upp
aftur størri. Hetta og mangt
annað fara tey at taka upp á
eftirmetingarfundi um stutta tíð.
Eisini er felagið farið at hugsa
um søluna komandi ár, tí nógv er
at tilrættisleggja, og tað krevst at
vera í góðari tíð.
– Tað skal vera pláss fyri øll-
um, slær hon fast.
Jórun letur væl at viðurskift-
unum í høllini á Hálsi.
Parkeringsviðurskiftini eru góð
og har er gott pláss inni.
– Høllin á Hálsi er vælegnað
til jólasøluna hjá okkum, og vit
hava longu sett hana av til kom-
andi ár.
Tá tað vóru mest básar í
Gundadalshøllini vóru teir 34 í
tali, og tá var smekkfult. Á Hálsi
vóru sum sagt 56, men Jórun
hevur góðar vónir um at fáa
pláss fyri fleiri, um tað skal vera.
Tað er eisini vanligt, at fleiri eru
um ein bás. Tað gevur sjálvandi
pláss fyri enn fleiri luttakarum.
Hvussu nógvir handgjørdir
lutir mundu vera inni í ítróttar-
høllini á Hálsi fyri tveimum
vikum síðani, dugir Jórun als
ikki at meta um. Men hon ivast
ikki, tá hon sigur:
» Skapanargleði er so góð fyri
fólk, og hon trívist væl í Føroy-
um. Tað ivast tú ikki í aftan á at
hava verið til jólasøluna hjá
okkum. «
Á fíggjarlógina
Hennara vón er, at við vaksandi
áhuganum fyri jólasøluni, fara
eyguni hjá politikarunum at
latast upp fyri føroyska hand-
verkinum, og týdninginum av at
varðveita og menna tað.
Hon vísir á, at bæði í Dan-
mark, Íslandi og Svøríki er tað
ein sjálvfylgja, at tey, ið skapa
handverkið, eru á fíggjarlógini,
og tí hevði hon viljað, at tað
sama var galdandi í Føroyum.
– Ynskið hjá Heimavirkis-
felagnum er, at kunna havt eini
høli og eitt starvsfólk í hálv-
tíðarstarvi. So hevði tað verið
gott og mennandi. Í útlandinum
ber til at liva av hesum, og før-
oyska handverkið stendur sum
sagt onki aftan fyri tað út-
lendska, so við røttu karmunum,
hevði tað ivaleyst eisini borið til
herheima, ivast Jórun Vang ikki
í.
ki inn um hurðina
Hon fegnast um fittu nissurnar
Børnini upplivdu jólahugna í høllini
Nógvir lutir
vóru á jóla-
søluni
Jóannes hevði skift út rósurnar við jóladekoratiónir