leygardagur 18. desember 2004síða 32
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 243 - 18. desember 2004
tá vanlukkan hendi á kjarnorku-
verkinum í Tjernobyl í 1986?
Helena Dam á
Neystabø:
– Tá tíðindini um
Tjernobyl bórust, hugsaði
eg fyrst, at tað var gott, at
vit búðu so langt haðani,
men so kom tankin skjótt
um, hvørt tað fór at raka
Føroyar á onkran hátt. Eg
var við barn júst tað, og
ikki minst tí var eg kløkk
av hendingini.
– Eg haldi ikki, at
hendingin kann
samanberast við, tá ið
Kennedy doyði ella 11.
september, og kanska var tað tí, at tað hendi ikki í
vesturheiminum, og ivaleyst hevur tað eisini havt
ávirkan, at tíðindinaflutningurin í Sovjetsamveldinum
var so hart stýrdur. Eg minnist, at eitt av føroyskum
bløðunum, Fríu Føroyar, ikki gjørdi nakað serligt
burturúr, men tosaði um »ávísar óreguligheitir« á
kjarnorkuverkinum í Tjernobyl. Tað var ein stór
undirmeting av hendingini.
– Eg havi ikki havt nakra avgjørda hugsan um
kjarnorku, men eg havi altíð verið skeptisk. Eftir
vanlukkuna í Tjernobyl helt eg, at tað fór at verða
endin á kjarnorkuni, men tað gjørdist kanska ikki
heilt so. Tó hevur kjarnorka ikki verið so nógv
útbreidd, sum eg eina tíðina væntaði, at hon fór at
verða, og tað komst kanska av Tjernobyl.
Sonne Smith:
– Eg var til arbeiðis í
Útvarpinum tá. Eg var
tíðindamaður, og eg
minnist, at vit gjørdu
nógv burturúr. Tað minti
eitt sindur um álopið á
World Trade Center, tí tað
byrjaði sum ein lítil søga,
men tað bara vaks so
hvørt, sum alt kom fram.
Fólk vóru kløkk av
hendingini, tí
avleiðingarnar kundu
samanberast við eina
kjarnorkubumbu, hóast
vanlukkan ikki drap so
nógv fólk í fyrstu syftu, sum ein bumba vildi gjørt.
Nógv fólk vóru rakt av avleiðingunum, allur gróður í
økinum doyði, og eisini djórini har á leið máttu lúta.
– Kjarnorka er tann bíligasta orkan, og hon hon
dálkar minst, um verkini eru trygg og einki lekur út.
Men tá ið slíkt hendir sum Tjernobyl, so er tað
øgiligt. Og eg minnist, at eg stúrdi fyri
avleiðingunum av, at Sovjetsamveldið ikki hevði
fíggjarliga orku til at halda alla sína útgerð við líka.
– Vit fylgdu væl við støðuni, og vit høvdu tíðindi
um Tjernobyl í langa tíð aftan á sjálva vanlukkuna.
Enn tann dag í dag hoyra vit um, at fólk úr økinum
fáa hjálp frá føroyingum. Tað var ein óhugnalig
vanlukka.
Øllum tykkum, sum við
heilsanum, vitjanum og hjálp á
ymiskan hátt, vóru við til at
gera brúdleypsdag okkara 23.
juli 2004 hugnaligan og
minnisríkan, takka vit
hjartaliga. Tykkum øllum
verður eisini ynskt eini gleðilig
jól og eitt gott nýggjár.
Gurið og Jónsvein
Vit vilja hjartaliga takka øllum tykkum, sum á ymiskan hátt
vóru við til at gera hjúnabandsdag okkara 17. juli 04 so góðan
og minnisríkan. Eisini vilja vit ynskja tykkum eini Gleðilig jól
og eitt av Harranum signað nýttár.
Eyð & Torfinn Viðoy
Hjartaliga takka vit
øllum tykkum sum við
gávum, heilsanum og á
annan hátt gjørdu
hjúnabandsdag okkara
7. august 2004 so
hugnaligan og
ógloymandi
Bára og Jan Guttesen
Brúðarmyndir
Hjartaliga takka vit øllum sum á ymiskan hátt gleddu okkum
á hjúnabandsdegi okkara tann 11.sep. 2004. Eisini ynskja vit
øllum eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýttár.
Tina & Toni