leygardagur 18. desember 2004síða 33
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 243 - 18. desember 2004
33
JÓLAHALD
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Myndir: Jens K. Vang
Piparnøtur, mandarinur, kara-
mellur, jólamaður og jólapakkar,
dansur um jólatræið og mangt
annað gott var á skránni til tað
seinasta jólahaldið hjá Sosialin-
um í miðlahúsinum á Argjum.
Vanligt er, at tá øll eru komin,
verður fyrst og fremst dansað um
jólatræið. Soleiðis var eisini í ár.
Børnini vóru kanska nakað
ótolin eftir jólamanninum, men
tey drivu kortini á at syngja.
Nissumamma og nissupápi, Hví
man alt vera so hugnaligt í
kvøld, Gleðilig jól og allir teir
kendu jólasangirnir vóru sungnir
á tamb.
Brádliga kom røringur í.
Jólamaðurin sást koma oman
eftir vegnum, og sjálvur blað-
stjórin fór út í tún at taka ímóti.
Innkomin setti hann stóra
sekkin frá sær. Eyguni á børn-
unum gjørdust sera stór, men fitt
og fegin slógu tey ring um
jólatræið enn einaferð og sungu
Eg eri jólamaðurin, áðrenn jóla-
maðurin setti seg at býta gávur-
nar út.
Har var mangt og hvat í pakk-
unum. Leikur av ymsum slagi,
og fegin fóru børnini beint til
mammurnar og páparnar at vísa,
hvat tey høvdu fingið.
Síðani var farið til borðs.
Borðreitt varð við smyrjibreyði
til tey vaksnu. Børnini fingu
eisini breyð, men tey allarflestu
mundu taka av tilboðnum um
sjokolátapálegg. Um matarlyst-
urin var so góður hjá øllum, er
helst ivasamt, men tað týdningar-
mesta er, at tey hugnaðu sær
hesa løtuna.
Eftirsum, at tað var seinasta
jólahaldið á Argjum, hevði
jólamaðurin eisini pakkað ein
posa við góðgæti til hvørt
barnið. Alt tosið um at flyta og
næstu jól, upptók tó ikki børnini
tað stóra. Tey høvdu ivaleyst í
teirra pakkum hesa løtuna á
Argjum. Men jólamaðurin, hann
hugsaði um síni bein til næstu
ferð.
– Aja, næstu ferð verður tað í
Vágsbotni, so tá síggjast vit har,
men tað verður nógv longri at
ganga, segði jólamaðurin, áðrenn
hann fór av aftur Sosialinum –
ivaleyst at vitja onkran annan og
at býta fleiri gávur út.
Sunnudagin 5. desember var árliga jólahaldið fyri
starvsfólkum á Sosialinum og teirra børnum
hildið á redaktiónini á Argjum. Tað serliga við
hesum jólahaldinum var, at hetta var tað seinasta,
sum varð hildið á Argjum. Sosialurin flytur í
nýggj høli í Vágsbotni 1. februar
Jólahald á Sosialinum:
Tað seinasta
á Argjum
Børnini vóru rættiliga spent upp á jólapakkarnar, sum jólamaðurin býtti út
"Eg eri jólamaðurin"
sungu børnini saman
við jólamanninum,
meðan dansað varð um
jólatræið