Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-18, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. desember 2004síða 34

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 Nr. 243 - 18. desember 2004 KONSERT Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Myndir: Jonhard Hammer Tvær familjukonsertir og knapt 1.000 áhoyrarar tilsamans. So væl eydnaðist fyrsta royndin hjá Føroya Symfoniorkestri at skipa fyri familjukonsertum og harvið røkka einum øðrum málbólki í samfelagnum enn hinar konsert- irnar, sum orkestrið vanliga skipar fyri. Poul Jákup Thomsen, formað- ur í orkestrinum, sigur, at hetta eydnaðist betur, enn tey tordu at vóna undan konsertunum. Í Norðurlandahúsinum var fullsett, 650 fólk, og í Runavík møttu yvir 300 fólk upp. – Vit høvdu vónað yvir fólk 200 í Runavík, so tú kanst ætla, at vit eru vælnøgd, sigur ein fegin formaður í orkestrinum. Hann heldur, at hetta var ein væleydnað roynd at fanga áhugan hjá børnunum og harvið røkka málinum, sum er, at orkestrið skal vera fyri allar føroyingar. – Orkestrið er nú 21 ára gamalt, og forstáilsi fyri virðin- um í okkara arbeiði, er munandi økt seinnu árini. So er bara at vóna, at myndugleikarnir eisini síggja tað og fara at økja játtan- ina, tí tónleikurin nørist væl í okkara landi, sigur Poul Jákup Thomsen. Frásøgn Tónleikurin á konsertini var sjálvandi valdur út til børn. Mill- um annað las Eyðun Johannesen ævintýrið Snowman. Um ein lítlan drong, sum droymir um, at hann og ein kavamaður eru á ferð. Meðan Eyðun las, syrgdi orkestrið fyri ljóðeffektunum, og hetta riggaði avbera væl. Eisini var ein solo í ævintýrinum, og hana sang ein genta, sum eitur Connie. Børnini sótu sum á nálum og lurtaðu eftir. Orkestrið spældi eisini tema- lagið til Stars Wars. Poul Jákup sigur, at hetta var eitt verk við nógvum larmi, og tískil fall tað í góða jørð hjá børnunum. – Tað verkið dámdi teimum sera væl, sigur hann. Men tað var ikki bara Føroya Symfoniorkestur, sum framførdi á konsertunum. Eitt barnakór, samansett av 150 børnum úr Eysturoynni og høvuðsstaðnum, sungu kendar jólasangir, meðan orkestrið spældi afturvið. Tað var Atli Petersen, tónleika- lærari í Vestmanna, sum hevur skrivað út tónleikin til barnakór og symfoniorkestur. Børnini stjórnaðu Dirigentur hjá Føroya Symfoni- orkestri er hálvi føroyingurin Benny Wilkinson. Hann er hálvur sumbingur, men er annars úr London. Hann er útbúgvin tónleikari og hevur arbeitt nógv í Reykjavik. Eisini hevur hann stjórnað fleiri kendum symfoni- Familjuhugni fyr Føroya Symfoniorkestur skipaði fyri familjukonsertum fyrsta vikuskiftið í desember. Einari í Norðurlandahúsinum og einari í ítróttarhøllini í Runavík. Hetta er ein liður í at fáa Føroya Symfoniorkestur veruliga at liva upp til sítt heiti, sigur formaðurin í orkestrinum Poul Jákup Thomsen Familjukonsertirnar hjá Føroyar Symfoniorkestri í Norðurlandahúsinum og í ítróttarhøllini í Runavík vóru sera góðar og undirhaldandi Connie sang solo undir upplestrinum og spælinum av ævintýrinum Snowman