leygardagur 18. desember 2004síða 35
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 243 - 18. desember 2004
35
orkestrum í heiminum til dømis
symfoniorkestrinum í Santa
Pætursborg.
Hann loyvdi nøkrum av børn-
unum at stjórna symfoniorkestr-
inum, og tað hildu børnini vera
sera stuttligt.
– Tað ráddi um at fáa børnini
at luttaka aktivt við í konsertini,
og tað haldi eg eydnaðist við, at
tey sluppu at royna seg sum diri-
gentar og so sjálvandi felags-
sanginum eisini, greiðir Poul
Jákup frá.
Vekja áhugan
Høvuðsendamálið aftan fyri
hesar konsertirnar er at vekja
áhugan hjá børnum og ungum
fyri klassiska tónleikinum. Og at
læra tey at lurta eftir tónleikin-
um, so tey kunnu síggja tann
stóra dýrgripin, ið liggur í
tónleikinum. Eisini tí klassiska.
Poul Jákup sigur, at Føroya
Symfoniorkestur skal vera fyri
øll. Hann greiðir frá, at kon-
septið við familjukonsertini er
nakað tað sama sum við árligu
nýggjárskonsertini. Har er tað
eydnast orkestrinum at fáa
eyguni hjá fólki upp fyri, at eitt
symfoniorkestur sanniliga eisini
kann spæla lættan og undirhald-
andi tónleik – umframt tey meira
tungu og klassisku verkini.
– Við nýggjárskonsertini bleiv
greitt fyri teimum, ið kanska ikki
dáma so væl tann tunga klassiska
tónleikin, at Føroya Symfoni-
orkestur er annað enn bara tað,
staðfestir Poul Jákup og leggur
afturat, at tað letur til, at børnini
eisini kunnu síggja tað nú í
kjalarvørrinum av fyrstu familju-
konsertini.
Orkestrið er so mikið vælnøgt
við fyrstu konsertirnar, at fast-
lagt er longu, at konsertirnar
verða aftur í 2005.
– Vit hava longu bílagt bæði
Norðurlandahúsið og ítróttar-
høllina í Runavík, sigur hann
brosandi.
Teirra vón er, at konseptið við
familjukonsertini fer at verða eitt
ískoyti til at skapa jólahýrin.
Positivur hugburður
Formaðurin í Føroya Symfoni-
orkestri sigur, at tað var leikandi
lætt at skipa fyri konsertunum, tí
hugburðurin bæði í Norður-
landahúsinum og frá Runavíkar
kommunu var so positivur.
Norðurlandahúsið er ein
konsertsalur, so har skal ikki so
øgiliga nógv til fyri at skapa
røttu karmarnar, meðan tað kann
vera torført í einari ítróttarhøll.
Poul Jákup greiðir frá, at tá tey
komu til Runavíkar, var alt so
gott sum klárt til sjálva kon-
sertina. Har høvdu fólk sett ljós
upp og ljóðútgerð. Høllin varð
prýdd, og tað setti sín dám á.
Føroya Symfoniorkestur valdi
júst Runavík sum staðið at halda
ta seinnu konsertina, tí tey mettu,
at tað er staðið, har møguleikin
fyri at savna eina stóra fjøld av
børnum uttan fyri Havnina
størstur.
– Har komu børn av Eiði,
Oyrabakka, Gøtu, Fuglafirði,
Leirvík, ja, enntá úr Klaksvík
eisini, so tað var væl mett, vil eg
siga, sigur Poul Jákup.
Enn eitt mál rokkið
Familjukonsertin var sum sagt
ein liður í at vísa, at Føroya
Symfoniorkestur er fyri allar
føroyingar. Aðrar konsertir, sum
orkestrið hevur skipað fyri í hes-
um sambandi, er ein Beethovens-
konsert, har málbólkurin vóru
ung, sum hava tónleik á mið-
námsskúlunum. Tey lósu um
Beethoven í skúlanum og fingu
so høvi til at hoyra nøkur av
verkunum hjá stóra tónaskaldin-
um til konsertina við Symfoni-
orkestrinum.
Komandi ár verður ein konsert,
har solistur, kór og orkestur fara
at framføra stór kórverk. Byrjað
verður við Mozart Requiem,
greiðir Poul Jákup frá.
– Føroya Symfoniorkestur
hevur einar fimm ella seks
konsertir um árið. Allar eru tær
ein roynd til at vekja størri og
breiðari áhuga fyri orkestrinum.
Við familjukonsertini vil eg siga,
at enn eitt mál er rokkið í
strembanini júst eftir tí, sigur
formaður Føroya Symfoni-
orkesturs, Poul Jákup Thomsen.
Næsta konsertin, sum liggur
fyri framman hjá Føroya Sym-
foniorkestri, er árliga nýggjárs-
konsertin, sum verður tann 9.
januar. 650 fólk sleppa inn til ta
konsertina í Norðurlandahús-
inum. Og sum skilst gongur
atgongumerkjasølan sum heitt
breyð.
Fólk vita, at hon verður og
nær. Tey vita eisini, at grav-
gangur er eftir atgongumerkj-
unum, so tí eru tey í góðari tíð at
ogna sær eitt.
ri allar pengarnar
Eyðun Johannesen las ævintýrið Snowman fyri børnunum, meðan orkestrið syrgdi fyri ljóðeffektunum
– Føroya Symfoniorkestur er fyri øll, og tí leggja vit okkum eftir at hava konsertir, sum røkka ymiskar málbólkar, sigur Poul Jákup Thomsen, formaður í
Føroya Symfoniorkestri