leygardagur 18. desember 2004síða 36
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36
Nr. 243 - 18. desember 2004
Steinbjørn B. Jacobsen:
Grund 1. Perma: Grafik Studio.
274 bls. Bókadeild Føroya
Lærarafelags.
UMMÆLI
Jógvan Isaksen
Endurminningarnar hjá Stein-
bjørn B. Jacobsen leggja fyri við,
at høvundurin í einum minnist
sín fyrsta og sín seinasta skúla-
dag. Tann seinni var í 1998, tá ið
hann fór frá við eftirløn, og nú
hann situr og skrivar, kann hann
líta at báðum burturfrá. Hann
heldur at kenslan fyrsta dagin og
hon seinasta dagin eru líka
sterkar, at tær í veruleikanum eru
ein. Hann sannkennir, at eins og
lívið rúmar antin-ella, so rúmar
tað eisini bæði-og. Ein gerandis-
mynd av komplementaritets-
læruni, sum sigur, at mótsetn-
ingar kunnu sameinast.
Umframt at siga frá teimum
báðum nevndu merkisdøgum er
fyrsti kapittul hugleiðingar um
tað at minnast, og hvat tað er, vit
minnast. At sumt av tí, hava vit
fingið fortalt, men halda okkum
minnast tað. Hann samanber
endurminnningar við, at mjørkin
liggur um oyggjarnar og bara
fjallatopparnir koma undan. At
vit minnast bara tað, sum hevur
nortið við okkum.
Endurminningar hjá øðrum
høvundum verða tiknar fram, og
hann nevnir H.C. Andersen,
Martin Andersen Nexø og Heðin
Brú, hvørs frásagnir frá barna-
árum hava gjørt honum mun.
Aftur fyri er hann so hampiligur
ikki at nevna nøvnini á teimum
mongum høvundum, ið hava
forsyndað hann við teirra endur-
minningum, har teir royna at fáa
alt at passa inn í eina fastlagda
mynd. Teir tekna eitt glansbílæt
av sær sjálvum og sínum og geva
øðrum av grovfílini.
Høvundurin er altso serdeilis
mistrúgvin móti hesum at skriva
endurminningar og billa fólki
inn, at hetta er sannleikin,
soleiðis var tað. Hann sigur seg
ongantíð hava droymt um, at
hann skuldi koma í hesa støðu.
Tað hevur altíð verið so mangt
annað at skriva, og hann ger í tí
viðfangi eitt stutt yvirlit yvir
egnan skaldskap. Men eftir at
hann er farin frá sum skúlalær-
ari, og sjálvur ræður yvir bæði
degi og nátt, koma minnini bólt-
andi. Hann roynir at lata tey
koma og fara og annars skáka
sær undan at festa tey á blað.
Men tað slepst ikki undan.
Prátingarsemi
Tær eftirfylgjandi 260 síðurnar
siga síðani í hampiligari tíðarrøð
frá uppvøkstrinum í Sandvík til
drongurin skal "upp á Tvøroyri"
at ganga í realskúla. Sagt verður
frá stórum og smáum, og javnan
verður borið saman við dagin í
dag. Hvussu ymiskt, sum gjørdi
vart við seg í barnaárunum,
hevur fylgt honum gjøgnum lívið
og víst seg at vera lyndiseyð-
kenni. Eitt er, at hann er ótolin,
at hann bara orkar at vera eyg-
leiðari eitt stutt bil, so má hann
upp í leikin. At eygleiða er ann-
ars ein meginæðr í øllum skald-
skapi, tí um tú ert mitt í vasan-
um, so fært tú einki yvirlit yvir
heildina. Akkurát ivamáli at vera
luttakari ella eygleiðari er ein
gamal spurningur innan europe-
iskan skaldskap, og tað kann tí
undra, at Steinbjørn B. Jacobsen
hevur fingið so mikið nógv á
skafti sum høvundur, nú hann
sigur seg ikki hava bindindi at
siti í friði.
Tað ófriðarliga merkir eisini
frásøgnina um barnaárini á tann
hátt, at høvundurin er so títtur at
leypa stein av steini, at lesarin
ikki rættiliga fangar teir persónar
ella viðburðir, ið verða umrøddir.
Stundum verða persónar umtal-
aðir, eins og lesarin framman-
undan veit, hvørjir teir eru, og tá
ið sagt verður frá barnaspølum,
gert hetta ein sovorðin upp-
reksan, at lesarin hálvavegna
gevur skarvin yvir. Ofta verður
nortið við ymiskar aðalspurn-
ingar, t.d. hvønn týdning arvur
og umhvørvi hava (s.81), men
høvundurin fer ikki víðari við
sínum eygleiðingum. Í flestu
førum fær lesarin einki at vita
um, hvat høvundurin sjálvur
meinar í einhvørjari trætu.
Skrivingarlagið er sum heild
lætt og flótandi, men viðhvørt er
tað í leysara lagi, soleiðis at
lesarin minni enn so altíð veit,
hvønn tað sipast til. Tað skal
bara sigast frá líkamikið hvussu,
og tað fær meg at hugsa um
amerikonsku blaðkvinnuna
Elizabeth Taylor, sum í tíðar-
skeiðnum 1895-1919 vistaðist í
Føroyum í fleiri ár. Í bókini "The
Far Islands and Other Cold
Places" skrivar hon um, hvussu
prátmiklir føroyskir menn eru.
Hon vil vera við, at muðurin
ongantíð stendur á teimum, og at
teir tosa um líkt og ólíkt uttan
íhald.
Lesast í smáum
Tað eru fínar lýsingar í endur-
minningunum hjá Steinbjørni,
t.d. frásøgnin um súkkluna og
um luftbyrsuna, men tað er so
nógv av øðrum, kanska ikki
akkurát dumbu, men í hvussu er
óneyðugum upplýsingum, at tað
fræga viðhvørt hvørvur. Ein av
teimum seinastu kapitlunum
sigur frá andlátum, men er ein
sovorðin vavstur, at tú hevur ilt
við at skilja ímillum persónarnar.
Eitt annað dømi eru ommurnar
og abbarnir, sum eisini búgva í
Sandvík og sum tíðum verða
umrødd. Kortini lukkaðist tað
mær ongantíð at finna út av, um
tað var hendan ella handan
omman ella hesin ella hasin
abbin, ið talan var um, hóast sagt
verður, at tey eru stak ymisk.
Persónlýsingarnar eru sum
heild glærar, og tað er bara í
fáum støðum, at tað hesum
viðvíkjandi glógvar í, at fólk
blíva livandi fyri lesaranum.
Dømi um hetta eru Gulak prestur
og tann eitt sindur niðurundir-
komni skúlalærarin. Somuleiðis
frásøgnin um donsku presta-
frúuna, sum undrast á, at føroysk
børn ikki verða uppvand, men
líkamikið hvussu frásøgu-
maðurin roynir at greiða henni
frá føroyskum viðurskiftum,
stendur hon við sítt: "Når man
siger noget til et barn, skal det
lystre" (s.118). Ein stutt og neyv
lýsing av lyndismuninum millum
føroyingar og danir.
Tað er lítil ivi um, at Stein-
bjørn B. Jacobsen hevur eina
søgu at siga, men hann vil hava
ov nógv við. Alt, sum er viður-
farist honum í barnaárunum skal
havast upp á tungu, og úrslitið
verður, at hvør lutur fær ov lítið í
sín part. Hevði bókin verið
strammað, ymiskt kutað burtur,
meðan tað bleiv lagt aftrat
aðrastaðni, so hevði møguleikin
fyri eini heild verið størri. Sum
er stendur "Grund" seg best at
verða lisin í smáum, tí so verður
tað ikki so týðuligt, at tað vantar
ein veruligur tráður í frásøgnini.
Barnaár
í Sandvík
Um somu tíð neyvar og glærar
endurminningar