leygardagur 18. desember 2004síða 37
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 243 - 18. desember 2004
37
BÓKAUMMÆLI
Jákup Mørk
Eri liðugur við tær 182 síðurnar,
sum tilsamans skapa bókina,
Dreingirnir í Waffen SS. Ein
bók, sum eg veruliga hevði sæð
fram til við stórum spenningi.
Ikki minst tí lesnaður um hetta
óhugnaliga tíðarskeiðið í heims-
søguni í nógvar mátar er nakað
fongslandi. Tí hvussu stórir
ræðuleikarnir enn vóru, so vil
tað altíð vera ein kveikjan til
forvitni at finna út av, hvussu alt
hetta bar til. Og tá talan í hesum
førinum var um føroyskar limir í
ófrættakenda SS-herliðnum hjá
Føraranum sjálvum, so gjørdist
forvitnið sjálvsagt ikki minni av
teirri grund.
Kanska er hetta eisini júst eitt
dømi um, hvussu dugnaligur
Grækaris D. Magnussen er at
finna sær evni, sum nærum av
sær sjálvum vinna upp móti
tindunum. Nakað sum enn
einaferð longu er prógvað av
sølutølunum nú til jóla.
Trúgv móti endamálinum
Sjálvur sigur høvundurin, at
endamálið við bókini er at
hyggja eftir, hvørjir hesir
menninir vóru. Hví teir valdu at
fara í kríggj saman við
nasistunum og hvør lagna teirra
varð.
Sum so kann á ein hátt sigast,
at bókin partvíst livir upp til
endamálið. Roynt verður at siga
frá, hvørjir hesir menninir vóru. Í
summum førum eru lýsingarnar
drúgvari enn í øðrum førum,
men hetta veldst sjálvandi eisini
um keldutilfarið, sum hevur
verið til taks. Men samstundis er
fatanin, at tíðin her er farin at
renna undan hjá høvundanum. At
hann er komin til ta niðurstøðu,
at nú skal skrivast, heldur enn
kannast, og so má tað bíða, sum
ikki náddi evstamark.
Mest áhugaverdi parturin av
bókini er helst eisini, tá sagt
verður frá, hvørji viðurskifti
helst vóru atvoldin til, at teir
valdu at fara í kríggj við
nasistunum. Støðan, sum danir -
og sum so eisini føroyingar -
vóru í. Hvussu hugburðurin til
týskarar var árini beint fyri
kríggið og fyrstu krígsárini.
Ivaleyst er hetta best frágingni
parturin í bókini. Og størsta
styrkin er kanska júst her, tí
hesin parturin gevur avgjørt
bókini sín samleika í nútíðini.
Soleiðis at vit í dag betri kunnu
fatað, hví fólk valdu soleiðis,
sum tey gjørdu.
Og eisini seinasta partin av
endamálinum. Hetta við at lýsa,
hvat varð av hesum monnum,
verður rokkið, tá høvundurin í
seinastu pørtunum tekur saman
um lagnurnar hjá teimum átta
føroyingunum, sum skrivað
verður um.
Ógreið
Í so máta er bókin kanska trúgv
móti tí, sum hon hevur lovað,
men kortini skerst ikki burtur, at
eg eftir at hava lisið bókina sat
við eini heldur innantómari
kenslu. Eini »var hatta alt«
kenslu.
Ein av starvsfeløgunum helt
fyri nú ein dagin, at »ert tú farin
ein biltúr við einum Mazda, er
tað lítið uppbyggjandi at blíva
við at grenja um, at hann ikki
ljóðar, sum ein Mercedes«. Haldi
hon við hesum meinti við, at ein
ummælari altíð skal fyrihalda
seg til bókina, soleiðis sum hon
nú einaferð er skrivað.
Men í hesum førinum er til
tíðir sera trupult at gera av, hvat
tað er fyri bilur, sum eg eri farin
ein túr við. Onkursvegna tykist
bókin sum eitt slag av bastardi
millum eina dokumentar, fiktión,
søguskriving og aktion-skald-
søgu. Ein samanblanding, sum
ger, at lesarin líka sum ikki fær
frið at venja seg við, hvat tað er
fyri nakað, ið lisið verður.
Ikki minst er logikkurin heldur
trupul at fylgja í tí stóra partin-
um, sum snýr seg beinleiðis um
kríggið. Her skiftir bókin millum
ein føroyskan og ein altjóða
vinkul, sum báðir á hvør sín hátt
fylgja við søgugongdini. Hvussu
Stalin og Churchill samskiftu
sínamillum í royndunum at basa
Hitler og hansara herliðum á
eysturmótinum, har føroyingar
so eisini taldust millum her-
menninar. Ivaleyst er hetta gjørt
sum ein roynd at lýsa, hvørjar
kreftir tað vóru, sum hesir menn
vóru uppi ímóti, og hvussu
korini hjá týsku herliðunum
vóru, og tað kann sum so tæna
sínum endamáli. Men tá tað so
samstundis verður gjørt á ein
hátt, har greinarskrivarin í fleiri
førum roynir at føra lesaran inn í
aktuellu støðurnar, uttan at hetta
verður gjørt nóg sannførandi, og
uttan at bygnaðurin er nóg greið-
ur, gerst stórur partur av hesum
til eina av handahógvi merkta
gjøgnumgongd av krígsgongdini
á týska eysturmótinum.
Ov nógv er offrað
Og tað er serliga hetta seinasta,
sum er stórt spell. Ikki tí
Grækaris D. Magnussen ikki
dugir at skriva, men kanska
serliga tí, at eingin er farin undir
eina slíka útgávu fyrr enn nú.
Millum allar tær milliónir av
hermonnum, sum vóru við í
týsku herliðunum er sjálvandi
avmarkað, hvat ber til at finna av
tilfari um føroyingarnar.
Lýsingarnar av støðuni hjá
hermonnunum sjálvum gerast
heldur ikki meira enn næstbestar,
tá talan í stóran mun er um
triðjahonds upplýsingar, ella ein
hálvgum plagiering av øðrum
høvundum, sum hava skrivað um
sama evni.
Hetta hevur líka sum við sær,
at bókin ikki verður tað íkastið
til tann partin av føroysku
søguni, sum hon annars kundi
verið. Kundi verið, at hetta var
betri, um bókin var skrivað fyri
15 árum síðani, men tað eigur
Grækaris so ikki at lastast fyri,
og kanska hevur tíðin heldur ikki
verið búgvin til tað, fyrr enn nú.
Og kanska er tíðin framvegis
ikki búgvin til tað. Tí tað skerst
ikki burtur, at bókin í støðum
tykist vera nakað mjúk mótvegis
føroyska vinklinum í henni. Tað
verður líka sum farið nakað lætt
um, at hetta í veruleikanum snýr
seg um kanska størstu brotsgerð-
ina móti mannaættini. Men hetta
er kanska eisini sjálvsøgd læra
hjá lesaranum, og høvundurin
staðfestir eisini í fororðunum, at
hann er rithøvundur og ikki
søgufrøðingur.
Men onkursvegna situr um-
mælarin við eini kenslu av, at
bókin kundi verið betri frágingin.
Ógreiði bygnaðurin og vantandi
keldutilfar – ella kanska research
– geva eina fatan av, at hetta var
ein bók, sum skuldi náa jóla-
søluna. Og tað er spell. Tað
krevur dirvi, tá nertast skal við
eitt so viðkvæmt og ónortið evni,
men tað dirvi átti eisini at rokkið
framvið vónunum um eina góða
jólasølu. Jól eru jú aftur næsta ár.
Men til ta tíð hevur Grækaris
helst enn eina bók av slagnum,
sum hava lyndi til at toga seg
heilt móti tindunum á best-seller
listanum.
Spennandi men ófullfíggjað søga
Grækaris D. Magnussen røkkur helst enn einaferð móti tindunum við
bókini um føroysku nasi-hermenninar. Men samstundis eru neyvleiki,
keldugranskan og bygnaður vorðin offur fyri sølutølunum