leygardagur 18. desember 2004síða 38
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
UMMÆLI
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Tíðin er komin, at geva gerandis-
degnum og lagnunum hjá før-
oyskum kvinnum tað pláss í
bókunum, tær so ríkiliga hava
uppiborið. Tað heldur høvund-
urin Dagny Joensen, sum við
søgusavninum Terradropar ger
eina roynd at viga upp ímóti tí
ovurhonds nógva plássi, søgur
um roysni og brøgd hjá monn-
unum hava fingið í siðsøguligum
tilfari á føroyskum. Har frá, sum
høvundurin stendur, verður
heimurin nevniliga framvegis
býttur sundur í "okkara" søgur
og "teirra" søgur, og okkara
søgur duga kvinnur sjálvar best
at fortelja.
Kynsfatanir
Tær 12 fylgjandi kvinnusøgurnar
er gerandisligar, syrgiligar, ræðu-
ligar og onkur tankavekjandi.
Felags fyri tær allarflestu er, at
kvinnurnar yvirliva, oftast sterk-
ari enn tær vóru frammanundan,
eftir at hava funnið seg í kúgan,
harðskapi, insest, drykkjuskapi,
pengagreði, ótrúskapi, og øðrum
ólevnaði hjá monnunum. Teir
menninir, sum ikki eru størri ella
minni lúshundar, eru í besta føri
ónyttur, keðilig góðdýr ella bara
til okkara dreymum. Og tær
kvinnurnar, ið hóast alt liva eitt
vanligt lív, eru skjótar at koma í
tankar um, hvussu nógv betri alt
hevði verið, um bara maðurin var
meir spennandi. Eitt nú Sigga,
sum fús gevur góð ráð víðari,
sum "Gift dig, gift dig ikke.
Begge dele fortryder du." ella
endurgevur einkjuna, sum spurd,
hví hon ikki fær sær ein mann,
svarar, at "Eingin kjaftur forletur
himmiríkið frívilliga."
Ringu royndirnar hjá kvinnum
við monnum spæla ein so
gjøgnumgangandi leiklut í
bókini, at góða sambandið
millum tey bæði í søguni "Einki
at vísa fram" mest sum kemur
óvart á lesaran og fær ein dám av
at vera undantakið, ið prógvar
regluna. Eisini tykist tað sum, at
seinasta søgan um vælnøgdu
einkjuna Britt mest sum er skoytt
uppí sum fyri ein ordans skyld at
staðfesta, at alt ikki nýtist at vera
neyð og elendigheit kortini.
Søgan "Tað andaliga skal vera
miðdepilin í mínum lívi" er í
allar mátar øðrvísi og ein av
teimum fáu, sum lyftir bókina
upp um sína svørt/hvítu
kynsfatan. Hetta er søgan um
Sáru, sum er sannførd um, at sex
hoyrir hjúnabandinum til, og sum
tekur tað sum eina sjálvfylgju, at
tað er kvinnan, sum stendur fyri
tí húsliga arbeiðinum. Søgan
stendur sterk, tí Sára er so frið-
sæl í síni trúgv, og tí hon um-
boðar eina lívsfatan, vit sum
oftast velja at tiga í hel - ikki tí
hon er ræðulig, men tí hon er
provokerandi ómodernað eftir
ráðandi nútíðar kvinnumáti-
stokki.
Vantandi fokus
Bygnaðarliga er søgan um Sáru
eisini tann einasta, sum varveitir
tað fokus, sum hinar meir og
minni missa úr eygsjón, tí
heimildafólkið sleppur at reika
higar og hagar og draga inn
síðusøgur, sum til endan máða
støðið undan ætlaðu søguni. Ì
heila tikið ber bókin brá av, at alt
ov lítil ritsjtórn er farin fram,
serliga í byrjanini av søgunum,
har ymisk sløg av kaffipráti
royna at kroysta okkurt slag av
hugnaligum stemningi niður yvir
samrøðuna millum høvundan og
frásøgukvinnuna.
Sum heild er skrivingarlagið
hjá høvundanum stirvið og
einsháttað. Og hóast royndir
verða gjørdar at skifta millum 1.
og 3. persóns frásøgn, umframt
at serliga avgerandi brot ofta
verða dramatisera, eydnast tað
ongantíð høvundanum at geva
søgunum ta inniligu og ótil-
gjørdu røddina, henni stendur í
boði við persónligum søgum
sum hesum. Eina rødd, sum
eigur sín stóra lut í, at júst hetta
tekstaslagið vanliga hevur so
stóran lesaratokka.
Ótíðarhóskandi
Sum tekstir eru søgurnar í Terra-
dropum dømi um tað slagið av
dokumentarismu, vit kanska
kenna best frá donsku kvinnu-
rørsluni í 70 unum. Endamálið
var tá at geva kvinnunum eina
rødd og eitt pláss í almenna
rúminum, tær ikki høvdu havt
fyrr. Røddina fingu tær, og
síðani hevur lítið verið at sæð til
hesa sjangruna í hesum høpi. Inn
til nú við Terradropum, sum í so
máta má sigast at hava ligið
sjóvarfallið av sær. Hesar søgur-
nar eru nevniliga ikki nýggjar,
heldur ikki í almennum før-
oyskum høpi, hóast tær kanska
ikki hava verið savnaðar í eini
bók á sama hátt. Tær hava verið
at lisið og hoyrt í føroyskum
kvinnuskaldskapi, í Kvinnu-
tíðindum og bløðunum, í send-
ingum sum Tilvera og Cassiopeia
og allar feskastu dømini um tær,
finna vit beint nú í nýggja blað-
num Kvinna. Hendan sannroynd
ger ikki søgurnar í Terradropum
minni viðkomandi, sannar ella
hjartanemandi. Men at rættvís-
gera útgávuna av teimum við at
vísa til, at "Størsti syndarin er er
ósagda orðið", sum høvundurin
ger í eftirskriftini, er í besta føri
ótíðarhóskandi.
38
Nr. 243 - 18. desember 2004
Terradropar:
Seinkaðir
sannleikar
Hvør sær eru søgurnar í nýggju bókini
Terradropar ikki óviðkomandi. Men sum
samlað roynd at geva kvinnurøddum eitt pláss
í síni samtíð er bókin 20 ár ov sein á veg