leygardagur 18. desember 2004síða 39
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 243 - 18. desember 2004
39
UMMÆLI
Edvard Joensen
At mótgongd styrkir, tá tú yvir-
livir hana, er bókin Okkara mill-
um dømi um. Hesar frásagnirnar
frá fólki, sum hava upplivað
krabbamein á egnum kroppi ella
hjá teirra næstu, eru søgur um
pínslur, neyð og elendigheit, men
har tær flestu, júst sum í ævin-
týrunum, kortini endaðu væl og
lukkuliga. Dømi um, at krabba-
mein hóast alt ikki er nakar
deyðadómur ella hevur fyri
neyðini at vera nøkur vanlukka,
men í summum førum kanska
tað øvugta. Ein styrkjandi
uppliving.
Hevði eina tíð, áðrenn bókin
kom út, vitað um, at hon var
ávegis. Kenni onkran, sum við
er, rímiliga væl persónliga, og
havi frætt um framferðarháttin,
sum brúktur varð, meðan bókin
varð til. Skilagott, soleiðis at lata
fólk sjálv skriva sína søgu, hóast
ritstjórnað verður, og tí kann
roknast við, at onkrar smáar
viðmerkingar eru gjørdar. Vit,
sum eisini kenna ritstjóran, vita,
at har verður farið nágreiniliga
fram, og einki verður latið
tilvildini at ráða yvir.
Tað er sjáldsamt at síggja
føroyingar, sum vanliga eru eitt
tigandi og innisælt fólkaslag,
soleiðis sum her venda ranguna
út. Tú situr við kensluni av, at
hesi fólkini hava havt eina
ógvusliga uppliving, sum tey
bara ikki kunnu halda inni við
seg sjálvan.
Og so leita tankarnir aftur til
teirra, sum hava upplivað ymiskt
vandamikið, eitt nú á sjónum,
har vanliga viðmerkingin er, at
slíkt verður ikki tosað um.
Men her er »tabuið« brotið.
Her fáa vit søguna um kenslur-
nar, sum bylgdust í hesum
fólkunum, sum fingu boðini um
krabbamein. Tað verið seg hjá
sær sjálvum ella øðrum. So
húðleyst erligt, at tú situr eftir og
mestsum hevur upplivingina av,
at tað er tú sjálvur, sum hevur
verið ígjøgnum alt hetta.
Fólk gráta frá hond. Tað er
óvanligt at hoyra vaksnar menn
siga frá, at teir gráta. Teir vilja
vanliga ikki viðganga tað. Tað er
ómansligt. Føroyskir dreingir eru
nógvir uppvaksnir við, at stórir
dreingir og raskir dreingir gráta
ikki. Og kortini stendur á hjá
teimum flestu at halda hesum
kenslum aftur, tá harðliga leikar
á. Men at viðganga tað er verri.
Her hava vit tað tó á prenti. Teir
grótu.
Bókin Okkara millum gevur
eisini fólki eitt ávíst innlit í,
hvussu fjølbroyt hetta, sum undir
felagsheiti verður nevnt krabba-
mein, í veruleikanum er. Vit
hoyra um svullir, sár og móður-
merkið, sum vaksa. Mestsum
líka ymisk, sum fólkini eru, eru
sjúkurnar, og sera væl er hetta
greitt á prent. So fjølbroytt, at
tað júst gevur lesaranum eitt
innlit í, hvussu fjøltáttað hetta er.
Men fyrst og fremst situr tú
eftir við kensluni av, at hetta við
krabbameini hevur ikki fyri
neyðini at vera nøkur vanlukka,
hóast tað í nógvum førum endar
galið. Tað eru so ótrúliga nógv,
sum klára seg heilt væl burtur úr
hesum, og sum fáa bæði langt og
gott lív eftir krabbameinið.
Bókin avdúkar, at tað mangan
stendur á hjá teimum professio-
nellu, sum eru um hesar sjúk-
lingar, at bera teimum tann
boðskapin, tey allarhelst ikki
ynskja at hoyra. Hetta, at tú
hevur krabbamein. Vit hoyra um
læknar, sum líkasum ikki tora
ella vilja hyggja í eyguni á fólki
og siga, sum er. Eisini er dømi
um, at sjúklingur ikki fekk at
vita, at hann var sagdur at vera
frískur, fyrr enn hann av tilvild
fekk tað at vita á eini vitjan á
sjúkrahúsi langt eftir, at tað
annars varð staðfest.
Slíkar søgur vekja ta hugsan,
at okkara heilsuverk kanska ikki
er so væl fyri, sum vit ganga og
billa okkum inn. Og tað er ikki
so gott. Kanska er tað aftur hetta
við, at slíkt, sum nítur fast, tosa
vit ikki um í Føroyum.
Bókin er løtt at lesa. Er 200
síður til støddar og fæst kring alt
landið.
Til tykkum frá okkum
Okkara millum er lívsjáttandi bók, sum
Føroya Felag móti Krabbameini gav út í
samband við 25 ára dagin hjá felagnum.
Sterkur lesnaður, men lívsjáttandi, hóast
onkur av søgunum endar, sum vit ikki vildu
havt tær at gjørt
Árliga nýggjárskonsert-
in hjá Kyndli verður í
Ítróttarhøllini á Hálsi
hóskvøldið komandi
Bólkarnir, sum í ár fara á pallin,
eru Kristleif Zachariasen, GO
GO Blues, Týr, PállFinnurPáll og
Terji Rasmussen Band.
Bólkarnir eru aftur í ár sera
áhugaverdir. Onkur teirra er júst
komin við fløgu á marknaðin,
aðrir koma helst við fløgu
rættuliga skjótt.
DJ Pætur Switch sær til, at
tiltakið verður ein heild, tá hann
millum bólkarnar sýnir síni DJ
kynstur.
Eitt sindur um bólkarnar
Kristleif Zachariasen leggur fyri.
Nakað fyri tey ið vilja líða á og
njóta tónleikin ið júst er útkomin
á hansara fyrstu fløgu.
Síðani er tað Uni Debes ið
trínur á pallin. Við sær hevur
hann so mætar menn sum Arold
Ludvig á bass og Rógva á Rógvu
á trummur. Uni er føroyska
ímyndin av blues. Tað verður tað
eisini á konsertini, væl blandað
við 60 ára og 70 ára tónleiki. Tey
ið hava áhuga fyri Jimmy
Hendrix, the Doors og øllum tí
harkaliðinum, tey droyma seg
heilt burtur hesa løtuna. Go Go
Blues koma skjótt við nýggjari
fløgu.
Týr kenna øll. Eisini her
heima í Føroyum. Tað er ikki
bert í fjarskotnum londum at teir
eru kendir, men so sanniliga
eisini her heima. Týr hevur
stóran og breiðan áhoyrara skara.
PállFinnurPáll. Eiga verandi
met á 15 teimum bestu og hava
fleiri løg á komandi fløgu teirra
ið óivað koma beinleiðis inn á
listan. Tey ið ikki hava hoyrt
sangin um Kaj, tey hoyra hann á
konsertini og hava nakað at
gleða seg til.
Terji Rasmussen kemur á
pallin við bestu tónleikarum vit
eiga her heima. Ein góð blanding
av Føstufressum og Moyra.
DJ Pætur Switch er best um-
tókti DJ millum tey ungu. À
konsertini vísur hann síni
kynstur og kemur við ymiskum
ið ikki er roynt í Føroyum áður.
Atgongumerkjasølan er
byrjað, og sum skilst, so hevur
tað higartil gingið framúr væl
við søluni.
Nýggjarskonsertin verður hóskvøldið