leygardagur 18. desember 2004síða 40
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
TINGHELLUANALYSA
Bogi Eliasen
Cand.scient.pol
Seinastu vikurnar hevur Ukreina
verið á breddanum, eftir at
russiskt stuðlaða forsetavalevni
fyrst formliga vann valið. Men
bæði altjóða valeygleiðarar og
ukreinska andstøðan vístu á, at
munandi valsvik varð framt
undir seinasta júst farna for-
setavali millu teir báðar Viktor
Janukovitjs og Justjensko. Tað
sum síðan er komið fram í
okkara vesturlendsku fjølmiðl-
um, hevur líkst einum handriti til
ein James Bond film. Ikki bert
hevur sitandi stjórnin roynt at
hildið fast um valdið, men
møguliga eisini roynt at dripið
valevnið, sum hótti við at vinna
valið. Eystur -Vestur, sum vit
minnast tað frá kalda krígnum,
var mestum frammi aftur. Russ-
land stuðlar tí sitandi russiskt
vinarligu stjórnini, meðan vest-
anlondini søgdu valsvikið vera
ov umfatandi til at góðtaka.
Fólksligi uppreisturin í Vestur-
ukreina hevur fingið stóra undir-
tøku frá vesturlendsku londunum
og leiddi tankarnar aftur á 1989,
tá Jarntjaldið fall. Vit hava tó
ikki hoyrt so nógv til eysturpart-
in, bert at har er stórur meiriluti
fyri Viktor Janokovitjs, og at
parturin hevur ført fram, at tey
vilja hava eitt slag av sjálvstýri,
um ikki teirra valevni vinnur.
Hetta bleiv skjótt yvirtulkað til at
Eysturukrainar vildu hava loys-
ing. Í Eysturukreina býr megin-
parturin av russunum, sum búgva
í Ukreina. Ein partur av hesum
hava russiskt sum móðurmál og
eru tætt knýtt at russiskari
mentan.
ST-limur uttan fullveldi
Politiska elitan, sum ikki fekk
sín vilja uttan stríð hesa ferð,
hevur sitið við valdið at kalla
síðan landið bleiv fullveldi. Her
var Ukreina í tí støðu, at tað var
limur í ST uttan at verða full-
veldi. Tá ST bleiv sett á stovn,
gjørdust Hvítarussland og
Ukreina eisini limir. Sovjet var á
pappírinum eitt samveldi millum
lýðveldi og tí kravdi Sovjet
fullan limaskap fyri øll lýðveld-
ini, helst fyri at Sovjet kundi
hava størri atkvøðuvald. Vestur-
londini gingu tó bert við til, at
Hvítarussland og Ukreina blivu
viðurkend. Hetta er eitt av
dømunum um, at altjóða lóg í
stóran mun er ein spurningar um
vilja og samráðingar, sum eisini
víst verður á í nýliga útkomnu
bókini "The Right to National
Self-Determination, the Faroe
Islands and Greenland".
Eitran
Ukreinska orrustan hevur ikki
verið minni spennandi av, at and-
støðuvalevni Jusjtjenko brádliga
gjørdist álvarsliga sjúkur og at
kalla misháttur hevur koyrt
restina av valstríðnum. Læknar
hansara í Wien hava ført fram, at
hann var vorðin eitraður við
dioksini, helst við tí endamálið
at myrða hann, meðan ein russ-
iskur lækni vil verða við, at
dioksin ikki virkar soleiðis.
Sjálvt her, í vanligu lækna-
vísindini, sær út til at partarnir
stríðast um at eiga fjølmiðla-
viðrákið. Vit uttan innlit í lækna-
heimin, halda at læknavísindin er
um neutral fakta, men tað tykist
løgið at læknarnir í Eysturríki
hava eina diagnosu sum tænir
vesturlendska veinginum, meðan
russiski læknin hevur eina
niðurstøðu, sum stuðlar uppundir
tað meira russiskt vinarliga
forstetavalevnið.
Fregnartænastan?
Ert tað hald í søgunum um at
Jusjtjenko bleiv sjúkur eftir ein
døgurða við fregnartænastuna,
fær hetta óttan fram. Er tað veru-
liga soleiðis, at fregnartænastan
ger av við ein toppolitikkara í
einum evropeiskum landi? Um
so er, hví? Ukreina var, kanska
saman við Hvítarusslandi, tað
landið sum var tættast knýtt at
Sovjet. Landið er ikki blivið
demokratisera og nýmótansgjørt
í serliga stóran mun. Stórir
trupulleikar eru við skipaðum
brotsmannaliðum og veldum,
eins og serliga eysturparturin enn
tykiskt at vera í einari russiskt/
sovjetiskari skipan. Landið hevur
havt nógv stríð av at liberalisera
og einskilja, uttan at serliga nógv
er komið burturúr.
Hugsast kann at fregnartæn-
astan sjálv ikki hevur áhuga í at
landið fer ov langt vestureftur.
Eingin ivi er um, at fregnar-
tænastur í eini sovjet/russiskari
skipan hava munandi størri
rásarúm, enn í eini evropeiskari
skipan, tí kann fregnartænastan
sjálv hava havt áhuga í at beina
Jusjtjenko av vegnum.
Kuchma?
Hinvegin kann núverandi forset-
in Kuchma, eisini hava havt ein
fingur við í spælinum, til tess at
tryggja sínum krúnprinsi, og
helst eisini sær sjálvum valdið
aftaná valið. Afturat hesum
hevur Russland blandað seg
nógv upp í hetta valið, og bein-
leiðis stuðla Kuchma og Januko-
vitjs. Hetta er ikki vanligt mill-
um lond í dag.
Rusland var ógvuliga skjótt til
at viðurkenna Janukovitjs sum
vinnaran, hóast valeygleiðarar
vístu á munandi óreglusemi, og
sjálvt Putin setti sína æru uppá
spæl. ES og vestanlondi hinvegin
góðkendu ikki valið, og høvdu
kanska betri hug at stuðla and-
støðuni.
Ukreinska fólki talar
Innan fólkaræði hevur verið sera
spennandi at fylgt við støðuni í
Ukreina seinastu vikurnar. Tí tað
sum í mínum eygum veruliga er
hent, er at ein stórur partur av
fólkinum í felag hevur sagt
stopp, hetta ber ikki til, og
friðarliga gjørt vart við sína
ónøgd. Hetta ber til, tá ein nóg
stórur partur av fólkinum ger
hetta og ikki tekur undir við
stýrinum. Tá ein bólkur uppá t.d.
400.000 fólk saman vísur sína
ónøgt, er bólkurin ov stórur til at
løgregla ella herður kann gera
nakað. Tí kann sigast, at støddin
verjir tann einstaka og ger tað
møguligt í felag friðarliga at seta
seg ímóti landsins valdi. Í hesum
førinum hildu fólkini á, eins og
Ukreina
Jusjtjenko, maðurin, sum helst verður forseti í Ukreina
Mynd: Reuters
40
Nr. 243 - 18. desember 2004