leygardagur 18. desember 2004síða 41
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 243 - 18. desember 2004
41
at andsstøðan hevur verið sera
dugnalig at leggja til rættis mót-
mælini. Fólk, sum kenna
Ukreina væl, meta at valsvikið
var dropin sum fekk bikari at
flóta yvir, og at einki ynski var
um at halda áfram við kósini hjá
stjórnini. Talan er heldur um eitt
frával av sitandi stjórn og for-
seta, og frávæl frá at halda fram í
einari russiskari skipan, heldur
enn at talan er um at Ukreina
kastar seg í føvningin á ES.
Broytingin og mótmælini eru tí
ikki ein topstýrd elituætlan, men
heldur ein fólksins vilji, sum
saman á gøtuni hava brúkt felags
valdið sum borgarar í landinum,
til at fara úr russiska lógvanum
til at vera eitt sentralevropeiskt
land.
Tað tó ein fragd at síggja, at
Ukreinar, hóast óvandir við
demokrati, í eini harðari
stríðstøðu megna at gera eina
tjóðskaparliga semju, soleiðis at
andstøðan fær sítt ynski um
umval, meðan sitandi forsetin
fær sítt ynski um at avmarka
valdið í forsetaembætinum. Hetta
má sigast at verða ein tjóðskap-
arlig semja millum stríðspart-
arnar, sum bjargar Ukreina frá
eini stríði, sum í ringasta føri
skilti landið sundur í tveir
partar..
Sjálvsavgerðarrætturin
Søgan, støðan og ukreinski
veruleikin er eitt dømi um, hví
sjálvsavgerðarrætturin er so
ringur at fáast við í altjóða høpi.
Við føroyskum eygum er hetta
fyribrygdi ikki so torskilt, vit
hava eitt fólk, egið mál, mentan,
avmarkað landaøki og eru ein
eind, umframt at vit eru fjar-
skotin frá miðveldinum. Fingu
Føroyar fullveldi, verður talan
ikki um eitt samanhangandi land
sum fer í tvíningar, men ein
partur av ríkinum, sum tekur seg
burturúr. Soleiðis er ikki við
Ukreina. Landamørkini eru ofta
vorðin flutt, landið hevur søgu-
liga hoyrt til ymisk lond, um-
framt at tey eru fleiri fólkasløg.
Har afturat er Krimhálvoyggin,
sum hevur ein serstatus og longu
hevur roynt at tikið loysing frá
Ukreina.
Fer Eysturukreina at krevja
serstøðu, vilja krimbúgvar hava
meira, og kanska onkur annar
minniluta bólkur eisini vil. Alt
Eysturevropa er fult av saman-
settum londum, tí er bara orðið
sjálvsavgerðarrættur eitt
ræðuorð, tí størru londini síggja
fyri sær, at so verða øll lond við
fleiri fólkasløgum pettað sundur.
Tó tykist tað, sum tað bert var
politiska elitan í Eysturukreina,
sum er sett av forsetanum, ið
ynskir serstøðu. Talan tykiskt
ikki at vera eitt breitt ynski
millum vanliga fólki í Eystur-
ukreina.
Hóttanin frá politikkarum í
Eysturukreina um sjálvstýri, er
nóg mikið at fáa óttan fram hjá
nógvum av heimsins londum,
serliga teim um hava fleiri fólka-
bólkar innan fyri sínar land-
oddar. Fyri teim verður hetta
brúkt sum eitt dømi, um at
sjálvsavgerðarrætturin ikki skal
verða ov liberalur, tí so fáa vit alt
ov nógv lond og stríð. Tað er
hesin hugsunarhátturin um
sjálvsavgerðarrætt, sum hevur
gjørt tað so trupult hjá Føroyum,
at fáa viðhald frá ST ella øðrum
londum til at staðfesta Føroyum
henda rætt. Hetta sjávt um
okkara støða er ein heilt onnur.
Havi sjálvur verið partur av
einum kjakfundi um hetta evnið,
har danski politikkarin Svend
Auken segði, at sjálvandi kundi
Danmark ikki bara staðfesta
Føroyum sjálvsavgerðarrætt, tí
hvat høvdu baskararnir so ikki
gjørt? Tí krevst ein nýhugsan
um sjálvsavgerðarrætt, har m.a.
atlit verða tikin til fjarskotin
oyggjarsamfeløg, sum okkara, so
okkara rættur ikki skal tengjast
at m.a. tílíkum valdsstríði, sum
vit í dag síggja í Ukreina.
Munurin millum eystur og
vestur í Ukreina er stórur. Men
metingin er ikki, at landið fer í
tvíningar av verðandi orrustuni.
Talan er heldur um at fólkið vil
flyta seg úr russiska skugganum
og inn í eina bjartari miðevro-
piska framtíð. Verður talan um
nakað stríð um loysing, er tað
heldur Krim, sum sær sær
hendan møguleikan nú, meðan
politiska skipanin hevur hesa
hørðu orrustuna, og gera sær
dælt av tí.
Frá stóru mótmælis-
gongunum
Mynd: Reuters