Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-18, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. desember 2004síða 42

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

42 Nr. 243 - 18. desember 2004 UMMÆLI Kári á Rógvi kari@sosialurin.fo Nú taka vit á Tinghelluni upp annan tátt. Fara at ummæla. Bøkur og andlig verk týða sera nógv fyri tingmál, búskap og bygnað, lógir og landsins kós. Tí er sjálvsagt at røða og mæla um slík verk á hesum stað. Fyri mong er gott ummæli fortreytin fyri góðum lesnaði. Fyrsta sjangran, vit taka upp, er krimisøgan. Í sjónvarpsending segði búskaparkønur maður á einum sinni, at hann las krimi- søgur, tí tær vóru bestu viðmerk- ingar til samfelagskjakið, ið hann fekk. Krimisøgan er soleiðis háttað, at lesarin mestsum av sær sjálvum tekur við søgugongdini. Aðrir høvundar mugu stríðast at fáa lesaran við sær á ferð inn í søguna, mugu royna mangar snildir at fáa søguna at tykjast sannlíka og spennandi. Tann, ið skrivar krimi, veit, at lesarin altíð tekur við krimi- spenningi. Eru tað søgur um Sherlock Holmes ella Miss Marple ella tær hjá Jógvani Isaksen, bara óvissa er um, hvør hevur framt brotsverkini, so lesa vit síðu fyri og aðra eftir. Sjálvt um søgurnar eru burtur úr vón og viti ósannlíkar, sama ger, spennandi er nóg mikið, serliga um onkur doyr. Tá hendir tað, tann búskapar- køni nevndi. Høvundin fær frið at eygleiða, viðmerkja, siga sítt um samfelagið. Fyri mong eru góðar krimisøgur sum yrkingar eru fyri onnur. Tí eru eisini yrkjarar góðir krimihøvundar, leggja teir í (hugaði lesið krimi- søgurnar hjá Dan Turéll). Meðan spenningurin bleiktrar um síður- nar, fáa vit við, flenna at, og hugsa um tey gleps, brikls og gløggu leiðingar, sum høvundin fær okkum at lesa, tí vit sleppa ikki undan. Jóannes Kjølbro dugir júst hetta. Hann glepsar og brikslar sum fáur, og væl liggur fyri. Hetjan í bókini undrast á, hví í verðini føroyingar skulu kunnast við, hvar hectopaskallini eru, tú fært ikki gloppað útvarpið uttan at hoyra um ferðandi lágrýst og grynnandi brúgvaløg. Hví velja útvarpsmenn sær bæði orð og úttalu úr íslendskum? Og hann troyttast av ævigu ættargransking føroyinga; hví er tað so spenn- andi, at langomma tín hevur tænt hjá oldurabba mínum? Í umhvørvinum hjá Jóannesi eru gamlir framamenn, snýkin embætisfólk, útlendskur kapi- talur, fullveldi, ættarbond, samkomur og samkynd. Alt er, sum krevst at skriva góða krimi um Føroyar í dag. Væl er fyrireikað til góða krimisøgu. Ólukkan er, at Jóannes dugir illa at skriva. Í øllum førum liggur illa fyri at fáa søguna at renna spennandi og sera illa at lýsa persónar, hend- ingar og orðadrátt. Hetta er stórt spell, tí tað eru ov fáar krimi- søgur um føroysk viðurskifti. Høvundin er teknokratur í olju- vinnuni, og hevur hegnisliga lagt ætlanina um hesa krimisøgu; hann skuldi bert havt biðið onnur fakfólk hjálpt sær við tí, hann ikki er nóg stinnur í, og tað er umframt at skriva spennandi søgur eisini føroyskt mál. Setn- ingar og tiltøk eru hugsaði á donskum og síðani umsett orð fyri orð. Jóannes megnar at fara "ígjøgnum hurðina, fara inn við tann eina endan á húsunum, blaka skógvarnar fyri at drekka ein kopp av te fyri endan av gongini." Hugflogið er nærum onki, tá Jóannes skal finna uppá. Hvønn veruligan persón man tað byggja á, tá vit hoyra um ein oljuáhugaðan blaðstjóra á vinstruhallum blaði, og hesin kallast Lützen? Ella gamla vinstraleyvu, sum situr í London og eyggjar fullveldissinnaðum til stríð í Føroyum? Samanumtikið: lesa tit Ting- helluna, keypið og lesið "Meðan sólin í eystri roðar". So kann tað vera, at Kjølbro fær hug at royna aftur (við kønari hjálp), ella at tey, ið duga at skriva, síggja, at pengar eru í lortinum. Hugsið tykkum krimisøgur eftir Tórodd Poulsen ella Carl Johan Jensen! Søga í eystri roðar TINGHELLUKLUMMAN Finnbogi Ísakson Jólini eru í hondum, og tá er friður á fold og í menniskjum góður tokki. Tó ikki í Tjóðveld- isflokkinum, sum heldur eyka- floksting í dag við einum einasta punkti á dagsskránni: hvussu flokkurin skal bera seg at, tá hann vil sleppa av við sínar limir. Reglurnar fyri, hvussu fólk kunna koyrast úr einum politisk- um flokki, eru yvirhøvur ógreiðar í Føroyum. Kanska eru tær tað eisini í øðrum londum. Eg helt meg skilja á lagnum, at flokkurin Venstre í Danmark samtykti hvørki í landsnevnd ella á landsfundi at koyra fyrr- verandi borgarstjóran í Farum, Peter Brixtofte, úr flokkinum, eftir at fíggjargølan í Farum Kommune var komin fram í dagsins ljós. Valfelag floksins í Farum-økinum koyrdi Peter Brixtofte úr felagnum, og síðani fór hann sjálvur yvir í annan flokk á Fólkatingi, CD. Nú eru tjóðveldismenn kom- nir eftir, at tað ber ikki til at hava ein flokk, sum ongar reglur hevur í viðtøkunum (lógunum) fyri, hvussu fólk kunna koyrast úr flokkinum. Eg havi ikki lógirnar fyri tey ymisku valfe- løgini hjá flokkinum við hondina, og tí kann eg ikki siga, um útkoyringargreinar finnast onkustaðni, men eg haldi ikki. Fyri mongum árum síðani vórðu lógirnar fyri Suður- streymoyar Tjóðveldisfelag gjørdar rættiliga restriktivar. Td kundu fólk, sum til eitt ella ann- að val stillaðu upp á øðrum lista enn Tjóðveldisfloksins, ikki vera limir í felagnum. Vit vita jú, at hóast politisk uppstilling er tann vanliga í høvuðsstað- num, so hava uttanflokkalistar ikki verið óvanligir. Eg haldi meg minnast, at tjóðveldismað- ur, sum stillaði upp ella var still- ari á uttanflokkalista, varð koyrdur úr felagnum. Avleiðing- arnar eru vist ikki heilt burtur enn. Á Internetinum havi eg kagað í skipanirnar fyri fýra teir størstu flokkarnar í Føroyum fyri at fáa at vita, hvussu teir sleppa sær av við fólk. So vítt eg dugi at síggja hava Fólkaflokkurin og Tjóðveldis- flokkurin tað til felags, at teir hava ongar reglur um útkoyring. Kanska hevur Fólkaflokkurin eina floksskipan, men eg havi ikki funnið hana á netinum. Kanska hava teir ongar skrivað- ar reglur, og tað hevði ivaleyst hóskað best til — sum ein vissur maður plagar at taka til — “ein liberalan, frílyntan flokk”. Sum nevnt framman fyri og í einari grein, eg fyrr havi skrivað, hevur Tjóðveldisflokk- urin so ringar royndir av út- koyring, at flokkurin hevur vist strikað tær fáu paragraffirnar, sum vóru um útkoyring. Sambandsflokkurin er ikki sørur á økinum, men ógreiður. Herfyri samtykti ein partur av nevndini í ”Føroya Væl”, sum er valfelag floksins í Suður- streymoy, at Heðin Mortensen skuldi koyrast úr felagnum, tí hann hevði tikið av einum til- boði um at gerast borgarstjóri í høvuðsstaðnum. Heðin Morten- sen var sjálvur næstformaður í nevndini, men varð — mær kunnugt - ikki boðsendur at koyra seg sjálvan út, og málið varð heldur ikki viðgjørt á lima- fundi í ”Føroya Væl”. Í viðtøkunum fyri Landsfelag Sambandsfloksins stendur í § 12: “Nevndin í einum felag kann sýta fyri at taka upp limir ella útihýsa limum, ið arbeiða ímóti endamáli felagsins. Limir, ið verða útihýstir, hava rætt til at fáa skotið avgerð nevndarinnar inn fyri aðalfundin. Í serligum førum kann ein útihýsing leggj- ast fyri Landsnevnd Sambands- floksins.” Heðin Mortensen kundi so- statt skotið avgerðina hjá ”Før- oya Væl” inn fyri “aðalfundin”, men eg dugi ikki at síggja tað orðið nevnt aðrastaðni enn í hesum eina førinum, so eg veit ikki, hvat “aðalfundur” Sam- bandsfloksins er fyri nakað. Í serligum føri (hvat er tað?) kundi málið verið lagt fyri Landsnevndina. Heðin Mortensen valdi tó at siga Sambandsflokkinum farvæl og í staðin melda seg inn í Javn- aðarflokkin. Javnaðarflokkurin hevur greiðari reglur. Í § 3 í lógum floksins stendur: “1.petti. Øll sum góðtaka sosialistisku grundsetningarnar, soleiðis sum teir eru viðtiknir í grundsjónarmiðjum Javnaðar- floksins, kunnu gerast limir í flokkinum við at tekna seg sum lim í einum javnaðarfelag ella beinleiðis í flokkinum. 2. petti. Limur, ið mótarbeiðir grundsjónarmiðum Javnaðarfloksins ella ikki fylgir galdandi floks- ella felagslóg- um, kann koyrast úr flokkinum. 3. petti. Avgerð hesum viðvíkj- andi kann einans takast á lands- stevnu /landsfundi við vanligum atkvøðumeiriluta.” Reglurnar eru greiðar við tað, at fólk kunna antin tekna seg sum lim í einum av valfeløgum floksins ella í flokkinum. Tí er tað logist, at flokkurin á lands- fundi kann koyra ein lim úr flokkinum. Verri verður í Tjóðveldis- flokkinum, um uppskot frá Starvsnevndini (tað stendur á netinum, men eg helt annars, at tað var samtykt, at tað skuldi eita “Starvsstjórnin”) til broyt- ingar í lógum floksins verður samtykt. Starvsnevndin skjýtur upp at skoyta upp í § 2: “Um limur í einum av val- dømisfeløgum Tjóðveldisfloksins í avgerandi mun arbeiðir ímóti politikki og/ella virksemi Tjóð- veldisfloksins ella virkar ímóti viðtøkum floksins, kann limurin verður útihýstur úr Tjóðveldis- flokkinum. Floksting og eyka- floksting Tjóðveldisfloksins kunnu útihýsa limum.” Tað man vera fyri, at ongin skal ivast í, hvønn flokk talan er um, at “Tjóðveldisflokkurin” verður nevndur 4 ferðir í hesum lítla petti. Annars seti eg hesar spurningar: Hvør kann skjóta upp at koyra onkran úr flokkinum? Hvat merkir “í avgerandi mun”? Hvør definerar tað? Hvat merkir at vera “úti- hýstur”? Hvussu kann nakar verða “útihýstur” úr einum flokki, tá ongin er limur í flokkinum? Kunna floksting og eyka- floksting koyra limir úr teimum einstøku valfeløgunum? Tað má í minsta lagi kunna roknast við, at eykaflokstingið í dag greiðir hesar spurningar, áðrenn nakað eventuelt verður samtykt. Mær dámar ikki, at fólk verða koyrd úr flokkinum, sum eg havi virkað til frama fyri megin- partin av lívinum. Eg haldi, at har skal vera høgt til loft og vítt til veggja. Í Bretlandi gera teir stóru flokkarnir tað (ivaleyst ein óskrivað mannagongd), at ger onkur tinglimur beinleiðis okkurt, sum flokkurin ikki kann taka undir við, tekur flokkurin frástøðu frá tí, og hann verður settur í karantenu. Tá ein tíð er fráliðin, er hann aftur limur í tingbólkinum. Er tað vert at umhugsa eina slíka skipan? Tað er ikki dámligt, tá høv- uðsinnihaldið í virkseminum hjá einum flokki er at gera reglur fyri, hvussu fólk kunna verða koyrd úr flokkinum. Tað er tekin um ómegd. Friður á fold, men ikki í Tjóðveldisflokkinum