týsdagur 25. februar 2020síða 34
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 26. februar 2020
10
Sosialurin
LESTRARBLAÐIÐ
gávur. Fleiri, sum hava gjørt uppgavur útfrá
virkjum hava síðani fingið starv ella hava
fingið onnur størv, tí tað hevur latið møgu
leikar upp, sigur hon.
Hon er væl nøgd við umstøðurnar sum
lestrarvegleiðari hjá Fjarnám í Íverksetara
húsinum í Klaksvík, hóast tað til tíðir eru
nógvir íverksetar og lesandi, sum húsast har.
– Tað allar minsta problemið er, um
hetta húsið verður ov lítið. Tað eru fleiri
bygningar í býnum, sum vit so kundu tikið
í nýtslu ístaðin. Mær dámar væl, at lesandi
og íverksetar eru saman. Tað gevur eina góða
synergi effekt, sigur hon.
– Til tíðir eru tað nógvir íverksetar og fá les
andi, og til aðrar tíðir er tað øvugt. Tað broytist
eisini, sum arbeiðsmarknaðurin broytist. Hasi
sveiggini eru natúrlig í samfelagnum. Verður
tað arbeiðsloysi aftur, so fái eg nógv meir at
gera. Tá hevði eg vegleitt fólki til at fara undir
lestur ístaðin fyri at sita uttan arbeiði. Tað er
umráðandi at førleikamenna seg við útbúgving
ella skeiðum tá, so at ein verður betri skikkaður
at koma aftur á arbeiðsmarknaðin, tá ið
marknaðurin verður væl fyri aftur, sigur hon.
Fleiri vaksnar kvinnur
ynskja vegleiðing
Tá HF varð sett á stovn í Klaksvík, vóru tað
nógvar vaksnar kvinnur sum tóku HF-prógv.
Tað er í stóran mun hesin sami málbólkurin,
vaksnar kvinnur, sum Deirdre hittir á
Fjarnám, tí tá børnini eru vorðin størri, síggja
fleiri kvinnur sær ein møguleika fyri at nema
sær útbúgving.
– Tær hava nú ein møguleika fyri at dyrka
seg sjálvar og finna sær eitt áhugavert ar
beiði. Tað eru nógvir vaksnir føroyingar,
sum ikki hava útbúgving ella læru, og tí er
tørvurin har enn, sigur hon.
– Fleiri av teimum vaksnu kvinnunum
hava arbeitt fleiri ár á einum arbeiðsplassi,
men merkja síðani, at fólk koma aftur til
landið við útbúgving, og tær tí verða settar
á víkibreyt. Tær fáa minni í løn og minni
arbeiðstímar. Tær hava tørv á førleikameting
og hjálp til at fáa útbúgving, sigur hon.
Fólk flyta seg
Fert tú at arbeiða við hugtøkunum lívlang
vegleiðing, lívlang læra og førleikameting, so
sært tú, at útbúgvingarskipanin í Føroyum
enn ikki hevur NQF – ið stendur fyri National
Qualification Framework – ið merkir, at vit
seta standard fyri útbúgvingarnar í Føroy
um og meta tær javnt við onnur lond. Á uni
versitetum í Europa verður arbeitt við at liva
upp til «Bologna avtalu,» sum krevur, at øll
universitets skeið hava skeiðslýsingar, sum
eru væl lýst og kunnað verður um, hvussu
nógv tilfar ein skal gjøgnumganga, hvørj
ar ástøðir verða gjøgnumgingnar, hvør
undirvísir og hvussu nógvir tímar tað snýr
seg um. Hetta avger, hvussu stór arbeiðs
byrðan er og hvussu nógv ECTS talan er um.
– Tá tú so fert á eitt fróðskaparsetur í
einum øðrum landi við eini lærugrein frá
Setrinum í viðførinum, so kunnu ærugrein
arnar javnsettast. Og tað verða vit noydd til í
dag við allari tí fólkaflytingini, sum er kring
heimin, sigur hon avgjørd.
– Føroyingar, sum arbeiða uttanlands verða
førleikamettir, um teir hava røttu førleikarnar,
læruna ella útbúgvingina, og vit eiga eisini
at hava somu skipan fyri útlendingar, sum
koma til Føroya at arbeiða. Tíverri er ikki altíð
so. Tað er danskt málsøki og verður gjørt av
Útlendingastýrinum í Danmark í dag. Tað er
ein forðan, tí danskarir krevja førleikamenning
í mun til danska samfelagið, til dømis at teir
skulu læra danskt og um donsk viðuskifti.
Tí eiga vit at menna okkara egnu førleika
meting eftir viðurkendum europeiskum leisti,
sum setir mannagongdir og treytir fyri før
leikamenning á føroysku útbúgvingarstovn
unum, sigur Deirdre Hansen.
– Eg havi viðmælt summum útlendingum
at fara aftur á skúlabonk, til dømis á Glasir
ella Setrið. Tá fáa tey nýggja útbúgving, røttu
kontaktirnar og møguleika til at koma inn á
arbeiðsmarknaðin tann vegin. Tað er harmi
ligt, at tað skal vera einasta loysnin, sigur
hon.
– Tey áttu at kunna verið førleikamett
og vegleidd á ein annan hátt, so eg fekk sagt
teimum, hvussu tey kundu supplerað, fyri
at fáa sína egnu útbúgving góðkenda í Før
oyum, leggur hon aftrat.
Tað tykist ikki, sum um hetta er ávegis
enn, greiðir hon frá.
– Tað er nýtt, at fólk koma heim aftur til
landið í so stóran mun, sum tey koma nú við
góðum útbúgvingum. Summi klára seg sjálvi
og onnur ikki. Spurningurn er, hvussu vit
skulu vegleiða teimum, sum hava tørv á tí.
Tí eitt er víst, og tað er, at vit hava øll tørv á
inntøku, sigur hon.
– At vaksin fólk nema sær útbúgving
loysir seg eisini fíggjarliga fyri samfelagið.
Tað stutta tíðarskeiðið, sum tey brúka upp á
at nema sær útbúgving fyri at gerast før fyri
at fara út aftur á arbeiðsmarknaðin, verður
skjótt goldið inn aftur í skatti. Eisini hjálpir
tað ofta allari familjuni sosialt í og við, at
trivnaðurin gerst betur, staðfestir hon.
Spurningurin er, hvussu
vit gera hetta so liðiligt,
sum til ber. Tí tað loysir
seg altíð, at fólk trívast
og hava eitt arbeiði, so
at tey klára seg sjálvi.
FAKTA
Lívlong vegleiðing, lívlong læra og
førleikameting eru hugtøk, sum man
fyrst í Amerika og síðani í Evropa
hevur arbeitt við í nógv ár. Í 1997
varð samtykt í ES tinginum at hetta
var nakað, ið man skuldi arbeiða
við og menna. Og síðani hava flestu
londini í Evropa gjørt politikk og
ment skipanir fyri hesum, sum vit
kunnu tillaga til føroysk viðurskifti.
(elgpn.eu)
Mynd: Álvur Haraldsen